Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 59 - 25. mars 2009 bilar Síðan Jason Watt var 10 ára gamal droymdi hann um at gerast formel 1 koyrari. Tá dreymur in var líka við at gerast veruleiki, gjørdi ein álvarsligari ferðslu vanlukka enda á dreyminum. Hóast hann er avlamin, er hann í dag ein virkin kapp koyrari KappKoyrari Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vit hittu kappkoyraran Jason Watt í nýggja Bygma hand lin um »Hond verkara­ búð« í Hoyvík fríggjadagin. Ein sera fyrikomandi per­ són ur, sum í sínum koyri­ stóli koyrir runt í handlinum og prátar við viðskiftafólk. Hóast hann er avlamin, hev ur hann víst ein ótrúligan stríðs vilja. Hann er posi­ tivur av lyndi og er ein fyri mynd hjá mongum, ið eru í líknandi støðu sum hann. Jason Watt er føddur í Lon don í 1970. Mamman er donsk og pápin ong lend­ ing ur. Hann hevur megin­ partin av lívi sínum búð í Dan mark. Hansara yrkisleið sum kapp koyrari byrjaði tá hann sum 10 ára gamal var við til fleiri gokart kappingar við sera góðum úrslitum og vann fleiri meistarskap. Lon gu tá setti hann sær fyri, at hann ein dag skuldi verða formel 1 koyrari. Hann helt á at koyra kapp og fór frá gokartum til bilar. Í 1994 gjørdist hann enskur meistari og óoffisiellur heims meistari í Formel Ford 1800. Í 1995 gjørdist hann Europameistari í Opel Lotus, samstundis sum hann varð kosin Årets Motor sports kører av Dansk Auto mobil Sports Union. Hann arbeiddi seg upp inn an motorsportin, og í 1996 luttók hann í VM fyri ITC (International Touring Car). Hann koyrdi fyri Alfa Romeo í Italia og kom á eitt 3. pláss. Í 1997 kom formel 1 dreymu r in enn nærri, tá hann byrjar at koyra í For­ mel 3000 fyri Team Den Blå Avis. Formel 3000 er ofta ein lopfjøl til Formel 1. Hann bleiv nr. 4 í 1998 og í 1999, sum var hansara besta ár, varð hann nr. 2. Lagnudagurin Eftir góðu úrslitini í 1999, varð dreymurin líka við at verða veruleiki. Hann var biðin um at koma til upp­ tøkuroynd í formel 1 saman við tveimum øðrum. Bert ein av teimum kundi fáa starv ið. Jason hevði sett sær fyri, at hann skuldi vin­ na á hinum báðum og fáa sín lívsdreym uppfyltan. Men tá dagurin kom, var Ja son Watt ikki við. Hann lá tá og sveimaði millum lív og deyð á Ríkis sjúkra­ húsinum. Jason koyrdi eisini motor súkklu, og í tí sam­ bandi skuldi ein mynd takast av honum á eini motor súkklu til eitt MC­blað. Í sambandi við mynda tøkuna kemur Jason av eini ella aðrari orsøk, við eini ferð upp á umleið 60 km/t, at koyra á eina aðra motorsúkklu við tí úrslit ið at hann verður slongd ur av súkkluni og dett ur í eina veit so harðliga at ryggurin brotnar. Tá hann raknar við og fær at vita, at hann er lamm­ að u r frá bringuni og niður­ eftir og kemur ongantíð at ganga aftur, missir hann ful komiliga mótið og ynskir ikki at liva meira. Alt hvarv í einum, Formel 1 karrieran var horvin, áðr­ enn hon nakrantíð var byrjað, hann kundi ikki ganga, lunguni vóru follin sam an, og hann lá í respi ra­ tori. Hann var so langt niðri sálar liga at ein dagin, eftir at genta hansara, sum hevði verið og vitjað hann, var farin heim, ætlaði hann sjálv ur at sløkkja fyri res pi­ ra torinum. Jason sigur at tíbetur kom læknin honum til hjálpar. ”Du skal give det tid” segði læknin, og sann førdi hann um at tað var ikki óvanligt at fólk í slík um umstøðum høvdu slík ar hugsanir. Reistist aftur Jason kláraði skjótt reisa seg aftur uttan hjálp frá sín­ um beinum. Hann fekk lívs mótið aftur, kontaktaði sínar starvsfelagar og segði teim um at hann ætlaði sær at koyra kapp aftur sum skjótast, og hann mátti fáa ein umbygdan bil, so hann kundi koyra uttan at brúka bein ini. Teir flestu ristu bara á høvdinum og hildu at hann hevði meira tørv á ein um avlamisbili. Men tað vóru tó nakrir sum trúðu upp á hugskotið og í 2000 ger Jason Watt come back í bæði donskum og altjóða kappkoyring. Í Dan mark luttekur hann í super ligaini innan motor­ sportin “DTC” (Danish Touring car Challenge) í ein um umbygdum Peugeot 306 við sera góðum úr slitum, trimum sigrum og tveim um 2. plássum, og í al tjóða kappkoyring lut­ tekur hann SRWC (Sports Racing World Cup) og endar á einum 8. og einum 10. plássi. Jason Watt skriver heims­ søgu, tá hann í 2002 verður DTC­meistari í einum Peugeot 307. Tað er ongan­ tíð hent áður innan altjóða motorsportin at ein avlamin kapp koyrari hevur vunnið eitt professionelt meistara­ skap. Í Onglandi verður hann heiðraður av fyrr ver­ an di formel 1 koyraranum Sir Jackie Stewart, og í Vildi bara sløkkja fyri r »Du skal give det tid« segði læknin við Jason Watt, sum skjótt fekk lívsmóti aftur. Í dag hevur hann sítt egna team: Team Bygma Jason Watt Racing Mynd: Jens Kristian Vang