Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 59 - 25. mars 2009 Fólkaflokkurin setur fokus á Jóhan Dahl fyri at taka fokus frá lands­ stýrismanninum í fiski­ vinnumálum! Hesin skal hava frið til at arbeiða við síni bróðurliga býti av svartkjaftakvotuni. Hann og hansara umsiting troyngja annars alvorliga til eina kanning Nógv tíð og orka verða nýtt fyri at kroysta Jóhan Dahl til ikki at handla við skili. Sum ein hvør skila­ góður partaeigari vil hann hava mest møguliga ávirk­ an fyri síni partabrøv, og tá ið hann umboðar eigaran av 2/3 av partapeninginum í einum felag, vil hann hava hetta at síggjast aftur í nevndarsamansetingini. So einfalt er tað. Ein annar landsstýris­ maður, Jacob Vestergaard, er í ferð við at býta fólk­ sins ognir eftir sjálvgjørd­ um princippum – og hetta er ikki fyri sartar sálir. Í Felagnum Nótaskip hevur tað allar dagar verið semja um, at tá ið svart­ kjafturin eina ferð skuldi býtast, so skuldi tað sum fall í lut til nótaskipini býtast javnt millum hesi. Men í sínum vísdómi letur landsstýrismaðurin summ­ ar fáa dupult so nógv sum aðrar. Kundi hann ikki greitt Føroya fólki frá, á hvørjum grundarlag hann ger hetta býti? Ella hví tað skipið, sum hevur hildið lív í svartkjaftafiskiskapi­ num øll árini, meðni hini hava hoppað út og inn, bert skal hava hálvan part? Í útgangspunktinum høvdu øll hesi skipini sama loyvi og hava í innflutnings­ loyvum frá landsstýrinum fingið at vita, at man skal hava somu rættindir sum hini pelagisku skipini. Hvar er hesin javnrætturin blivin av? Og skip sum ikki hava fiskað eitt einasta kilo av svartkjafti kunnu nú fáa sama loyvi sum tey skipini ið hava fiskað tað søguligu nøgdina. Og hettar endar júst upp á sama máta, sum tá ið Jørgen Niclasen sum fiski­ málaráðharri lutaði kvotur til Fram og Pelagos, tí teir skuldu byggja nýtt skip. Stutt aftaná vórðu kvotur­ nar seldar. Dagin eftir at svartkjaftakvoturnar eru útlutaðar, vilja vit síggja tað sama: eitt stórt útboð av kvotum frá skipum, sum ongantíð hava luttikið í hesum fiskiskapi. Eg taki álopið á Jóhan Dahl sum eitt satt fólka­ floksfyribrygdi. Jú meira øsing man fær skapt rund­ an um Jóhan Dahl, jú minni sæðst til fiflaríðini hjá fiskimálaráðharranum. Hetta eigur onkur at gera vart við. Og tá má tað helst vera andstøðan, tí javnað­ ar­flokkurin segði hetta bara vera smáting í degi og viku – eingin kabinett­ spurningur. Men hvar er tann før­ oyska pressan? Hvar var hon, tá ið ruslandssáttmálin varð gjørdur? Ella tá ið eyka makrelkvota varð fingin til vega? Hon ringdi til landsstýrismannin og fekk at vita, at hann var væl nøgdur, og at vit høvdu fingið ein góðan sáttmála. Finito. Spann ein enda yvir tað, og so var alt helst sera gott. Eingin spurdi hvat og hví og hvussu. Hann sleppur ov lætt hvøja ferð, tí eingin borar ella hyggur nærri at grundgevingum fyri at gera sum hann ger. Takið tykkum nú saman um vit skulu virða tykkum sum 4. statsmaktin. Fólkaflokkurin brúkar Johan Dahl sum skálkaskjól Atli HAnsen Tað kemur óvart á Sjálv­ stýrisflokkin, at uppskotið um alment koyrikort hevur loypt øði í onkrar koyri­ lærarar. Uppskotið er fyrst og fremst sett fram við ferðslutrygdini í huga, men eisini við tí í huga at tryggja viðurskiftini hjá koyrilærarunum. Ætlanin hjá Sjálvstýris­ flokkinum við uppskotin­ um um alment koyrikort er at tryggja eina eins skipaða frálæru, so øll fáa somu frálæru, tillagað tørvinum hjá tí einstaka. Sjálvstýrisflokkurin undirmetir als ikki før­ oysku koyrilærararnar, men vil heldur tryggja teimum góð og trygg viðurskifti, til frama fyri ferðslutrygdina. Í dag kann koyrikortið sigast at vera ein manna­ rættur. Tí metir Sjálvstýris­ flokkurin, at tíðin er kom­ in, at koyrifrálæran verður samskipað frá barnagarði til tann dagin, næmingurin stendur við koyrikortinum til bil í hondini. Tað harmar tí Sjálvstýris­ flokkin almikið, at upp­ skotið um alment koyri­ kort, sum er sett fram við ferðslutrygdini í huga, er vorðið so misskilt av ávísum koyrilærarum. Almenna koyrikortið ein trygd løgtingsmaður, vegna Sjálvstýris­ flokkin Kári P. HøjgAArd Í drúgvari grein í bløðun­ um er mín góði vinur og frændi, Torbjørn Jacobsen, bangin fyri, at okkara mentan er við at fara fyri bakka, og tíðin er komin til nýggjan jólafund. Serliga er tað sjónvarps mentanin, ið hann er bang­ in fyri, ja, somikið bangin, at hann ikki vil hava eitt slíkt tól í stovu síni, fyrr­ enn tann føroyski samleik­ in kemur brølandi út úr skerminum. Á landsfundinum hjá tjóðveldinum í Skálavík hoyrdust somu undirtónar. Eg haldi bara, at Tobbi og aðrir síggja trøll á alljós­ um degi, tí ongantíð hava okkara listafólk klára seg so væl sum nú. Til dømis hava flest allar undirhalds­ sendingar í danska sjón­ varpinum, í áravís, havt føroyskar luttakarar, tann aktuella Linda í X­factor, er gott dømi um hetta. Eisini myndlistafólk og innan ljóðføri hava tey havt góð úrslit t.d. í Danmørk. Men ikki bara í tí ónda Danmark, gera føroysk listafólk um seg. Eg kann nevna Ísland, har tey hava víst sera góð úrslit, og fara vit longur út í verð, so er Teitur Lassen og Sunnleif Rasmussen góð dømir um hetta. So Tobbi og aðrir, verið ikki so neiðligir, vit hava ikki nakað at skammast um, tá tað kemur til ment­ an, og eg haldi at vit er mong, ið eru rættuliga stolt av hesum okkara kvinnum og landsmonnum. Mentan símun mittún Nýtt teoriskeið Nýtt teoriskeið til persóNbil og motorsúkklu byrjar mikudagin 25 marts kl. 17.00. Nytt teoriskeið til lastbil, trailara og buss byrjar mikudagin 25 marts kl. 19.00. Við Bjarka Johannesen · Undir Gráasteini 61 100 Tórshavn · Tlf. 21 48 45 koyriskúliN bJ – tað koyrir bara! undirvísing Hósdagin 26. mars Karrygrýta / Krebinettir Fríggjadagin 27. mars Chilli con Carne / Nakkasteik Leygardagin 28. mars Svínakambur Mánadagin 30. mars Knettir / Rivjasteik Týsdagin 31. mars Forlorin hara / Kókað neytakjøt Mikudagin 1. apríl Stoktur høsnarungi / Stoktur fiskur Sølu- og avgreiðslufólk Starvsfólk søkist til fjølbroytt arbeiði, ið um­ fatar vanligt skrivstovuarbeiði, sølu / innkeyp, kundarøkt, avgreiðslu og uppsetan av inn­ búgvi. Umsøkjarin má vera fyrikomandi, duga at arbeiða sjálvstøðugt, hava góðan teldu­ kunnleika, og somuleiðis verða handaligur. Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi seinast 30. mars 2009. Starvssetan skjótast til ber, men vit eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jørgen Petersen, tel. 353800/223800. Heygsvegur 33 Postsmoga 1002 110 Tórshavn Tel 35 38 00 Fax 35 38 01 inventar@inventar.fo www.inventar.fo