hósdagur 26. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 60 - 26. mars 2009
Fogh eigur at fara frá
Enn er ógreitt, um Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri,
verður aðalskrivari í NATO ella ikki, men stendur tað til Danska
Fólkaflokkin eigur hann at fara frá sum stjórnarleiðari, sjálvt um
hann ikki fær starvið í Bruxelles. Í DF halda tey, at tað er
neyðugt at endurreisa Vinstra, men at tað gerst ikki uttan
formansskifti, soleiðis at Lars Løkke Rasmussen skal taka við
eftir Anders Fogh Rasmussen. Kristian Thulesen Dahl, sum er
formaður í tingbólkinum hjá DF, sigur við Ritzau, at verður Fogh
ikki aðalskrivari, fara fólk at hava ta uppfatan, at hann heldur
fram sum forsætisráðharri, tí at NATO vildi ikki hava hann.
Haarde út og X inn
Geir H. Haarde, sum herfyri fór frá sum íslendskur
forsætisráðharri, stillar ikki upp til tað komandi altingsvalið,
og í gjár var hann á røðarapallinum í Altinginum og segði
farvæl og takk. Hann segði, at hann hevði kent tað sum ein
framíhjárætt at sita 22 ár í Altinginum, umframt at hann
hevur verið bæði fíggjarmálaráðharri og forsætisráðharri.
Sama dag sum Geir H. Haarde segði farvæl, fekk Altingið
ein heldur sjáldsaman gest, sum ætlandi verður verandi. Tað
er førarahundurin X, sum skal hjálpa tí blinda tingmannin
um Helga Hjörvar í Samfylkingini at finna vegin í ting
húsinum eins væl og uttanfyri.
Á posthúsinum í mið
býnum í Havn kanst
tú nú senda brøv og
pakkar, júst tá tað
passar tær best. Og
sum nakað heilt nýtt
fáa fólk smsboð, tá
pakkar eru klárir at
avheinta
TænasTa
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hvør man ikki hava roynt
at koma júst fimm minuttir
ov seint á posthúsið við ein
um pakka, sum helst skuldi
avstað sum allarskjótast?
Ella í heila tikið argast inn
á, at upplatingartíðirnar hjá
posthúsinum eru so ólaga
ligar hjá vanligum arbeiðs
fólki?
Júst slíkar tvørleikar verð
ur bøtt munandi um, nú
posthúsið í miðbýnum í
Havn lat upp aftur í morg
um við eini nútímans sjálv
avgreiðslu.
Nýggj posttøka
„Posttøkan“ er heitið á
nýggju
sjálvavgreiðsluni,
har tú kanst senda brøv og
pakkar
umframt
keypa
frímerki og brævbjálvar.
Hóast møguleikarnir við
nýggju
posttøkuni
eru
nógvir, er hon sera løtt at
brúka. Skalt tú til dømis
senda ein pakka, leggur tú
hann bara á eina vekt og
tastar inn navnið á landin
um, har hann skal sendast.
Á einum telduskíggja sæst
nú
vekt
og
kostnaður,
umframt at tú kanst velja,
um pakkin skal sendast við
skipi ella flogfari. Síðani
rindar tú við gjaldskorti og
koyrir pakkan í eina stóra
boks við síðuna av post
tøkuni. Hevur tú brúk fyri
eyka frímerkjum ella bræv
bjálvum, kunnu hesi eisini
keypast í posttøkuni.
Dagligi leiðarin á post
húsinum, Svanbjørg Manai,
fegnast um nýggju posttøk
una, sum fer at gera tað
munandi lagaligari hjá fólki
at brúka posthúsið. Møgu
leiki verður at koma til post
tøkuna til klokkan 22 á
kvøldi.
Sms-boð um pakka
Nú posthúsið í miðbýnum
letur upp aftur, er høli við
postboksum eisini broytt.
Inngongdin er nú beint við
høvuðsdyrnar, og munandi
betri pláss er eisini í hølin
um.
Sum nakað serstakt eru
nakrar serliga stórar post
boksir nú eisini í hølinum.
Hesar skulu brúkast til pakk
ar, sum fólk sjálvi kunnu
heinta. Við einum smsboð
um hava tey nevniliga
frammanundan fingið boð
um, at ein pakki er komin
og nú kann avheintast við
at brúka eina ávísa kotu.
Hóast sjálvavgreiðslan á
posthúsinum nú er munandi
víðkað, merkir tað ikki, at
brúk verður fyri færri starvs
fólki, sigur Svanbjørg Manai.
Í fyrsta umfari fer eitt
fólk at taka sær av at veg
leiða í sjálvavgreiðsluni.
Annars eru ikki ætlanir um
at gera broytingar í starvs
fólkahópinum í sambandi
við nýggju sjálvavgreiðsl
una,
sigur
Svanbjørg
Manai.
Hon leggur afturat, at
Post Danmark hevur brúkt
hesar posttøkurnar í eina
tíð við sera góðum royndum.
Tí hevur Postverk Føroya
sett líknandi posttøkur upp
á posthúsunum á Óðins
hædd, í Saltangará, í Klaks
vík og í miðbýnum í Havn
sum lið í at gera avgreiðsluna
meir kundavinarliga.
Á posthúsið tá tað passar tær
Í næstum fer Føroya
Fiskimannafelag
undir at byggja upp
aftur sunnara partin
av bygningin, har
felagið heldur til,
so skrivstovan fær
munandi betri pláss
Bygging
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tíðiliga í morgun sóðust
maskinur byrja at bróta
niður sunnaru helvt av bygn
inginum hjá Føroya Fiski
mannafelag á Bursatanga,
har handilin hjá Samvinnu
felagnum og kaffistovan
Carlsborg hava hildið til.
Sámal Poulsen, nevndar
limur í Fiskmannafelagnum,
sum stendur fyri arbeiðinum
sigur, at av fyrstan tíð var
ætlanin at umvæla gamla
bygningin.
Eftir at hava kannað hann
nærri vísti bygningurin seg
at vera so illa farin av fýri, at
tað ikki loysti seg at umvæla
hann. Tí hava vit valt at taka
hann niður og heldur byggja
hann upp av nýggjum, sigur
Sámal Poulsen.
Nýggja lyftu
Nýggi bygningurin verður í
fýra hæddum, tað vil siga
ájavnt tann partin, har Fiski
mannafelagið
nú
hevur
skrivstovu. Síðani er ætl
anin at víðka verandi skriv
stovu við allari ovastu hædd
á nýggja bygninginum.
Men Sámal Poulsen fegn
ast ikki bara um nógva pláss
ið, sum skrivstovan tá fær.
Vit eru eisini serliga
fegin um at ein lyfta verður
í nýggja bygninginum, sum
ger, at fólk í koyristóli
kunnu koma heilt upp á
fjórðu hædd eisini. Tað ber
ikki til sum er, og tað er jú
rættiliga
ótíðarhóskandi,
sigur Sámal Joensen.
Eftir ætlan skal niðasta
hædd í nýggja bygninginum
verða liðug um ólavsøkutíð.
Nær bygningurin verður heilt
liðugur er ilt at meta um,
men arbeiðið verður gjørt
sum skjótast, sigur Sámal
Poulsen.
Væntandi fer bygningurin
at kosta einar fimm til seks
milliónir krónur, tá hann
stendur heilt liðugur.
Fiskimannafelagið
fær betri pláss
Í morgun var farið undir at bróta sunnara partin av
bygninginum hjá Føroya Fiskimannafelag á Burstanga niður.
Bygningurin skal nú byggjast upp aftur í fýra hæddum
Mynd: Jens K. Vang
Nýggja posttøkan er er sera
løtt at brúka og kann avgreiða
bæði keyp av frímerkjum og
pakkasendingar
Mynd: Jens K. Vang
Í nýggja rúminum við postsmogum kunnu fólk skjótt eisini heinta pakkar, sum tey hava fingið
boð um umvegis sms-boð
Mynd: Jens K.Vang