hósdagur 26. mars 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 60 - 26. mars 2009
Twitter kappast við
Facebook, men einasti
munurin er, at Twitter
loyvir bara tíni støðu.
Tú sleppur heldur
ikki at skriva meira
enn 140 tekn
Internet
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í innganginum til henda
tekst eru júst 140 tekin,
sum er markið fyri, hvussu
nógv tú sleppur at skriva í
tína støðu ella status á
Twitt er, ið er einasta funk
tiónin hjá sosiala net verk
inum, sum vinnur alsamt
størri frama á netinum.
Tað hevur við sær, at
máls ligi
framburðurin
kanska ikki fylgir Hamm
ers haimb, men hetta tryggj
ar, at tú gert tær ómak at
greiða stutt og greitt frá,
hvat tú hugsar um ella gert
beint nú.
Sambært Poltiken er tað
júst hetta, ið ger, at Twitter
hevur so stóra undirtøku.
Sambært Lisbeth Klast
rup, sum er lektari á ITUni
versitetinum í Keyp manna
havn, kann orsøkin til, at
Twitter vinnur so stóran
frama, vera, at tú ikki fært
at vita, hvørji spurnabløð
fólk hava svarað og hvønn
onkur er vorðin vinur við.
Tað eru so fáir – men bein
raknir – upplýsingar, sum
koma, og tí vinnur Twitter
frama.
Twitter hevur sítt pláss á
netinum, men tað er serliga
í samband við fartele fon ir
nar, at Twitter veruliga
kem ur til sín rætt.
140 tekin er líka langt
sum eini smsboð, og tí er
bæði skjótt og lætt at greiða
frá onkrum á telefonini,
sum eftir hetta verður lagt
beinleiðis á netið.
Skjótastu tíðindini
Fleiri dømi eru um, at
Twitt er hevur verið skjótari
við upplýsingum enn van
ligu miðlarnar. Hetta hendi
til dømis, tá ein ungur mað
ur byrjaði at skjóta í Virginia
Tech skúlanum í USA. Tá
vóru boðini komin inn á
Twitter, áðrenn nakar van
lig ur miðil var á staðnum.
Eisini tá eitt flogfar datt
niður í Hudson River í febr
uarmánaði vóru myndir
kom nar á Twitpic, sum er
ein av undirsíðunum hjá
Twitt er, áðrenn nakar annar
hevði myndir av undrinum,
tá flogskiparin bjargaði øll
u m umborð.
Størri enn teldubrøv
Sambært kanningum, sum
Telegraph.co.uk hevur fing
ið fólk at gera fyri seg, vísir
tað seg, at tá talan er um
annað enn arbeiði, so verða
sosial netverk sum Twitter
og Facebook nýtt meira enn
vanligir teldupostar.
Fyri tveimum árum síð
ani hevði hetta ikki komið
fyri, staðfestir Alex Bur
meister frá felagnum, Niel
sen Online, sum gjørdi
kann ingina fyri Telegraph.
co.uk
Fáir føroyingar
Líkt er til, at tað enn ikki
eru so nógvir føroyingar á
Twitter, men hetta kunnu
vit ikki vita við vissu, tí
tele fyritøkurnar mugu hava
eina rættaravgerð fyri at
kanna, hvussu nógv vitja
eina heimasíðu, og tað, men
kenna vit føroyingar rætt,
so verður ikki leingi til vit
fáa at vita á Twitter, hvat
fólk fara at eta nú, hvørji
tilboð ein fyritøka hevur og
at tað regnar í Vágsbotni.
Twitter er úrlatna
Facebook
Í Ensk-Føroysku orðabókini frá
Sprotanum finna vit orðið twitter.
1. Láta
2. Gnísta, sussa
3. Fjáltra, vera fjálturstungin,
vera ráðaleysur; nøtra, piprast
TWITTER
www.twitter.com
Twitter varð gjørt í 2006
í býnum San Fransisco í
USA.
Mett verður, at tað eru
millum fýra og fimm
milliónir brúkarar á
heimasíðuni. Mett
verður somuleiðis, at
Twitter er triðstørsta
sosiala netverk á
netinum. Bara Myspace
og Facebook eru
frammanfyri.
Endurnýggja
kvinnusangir
Grønlendsku songkvinnurnar Julie Berthelsen, Nina
Kreutzmann Jørgensen og Kimmernaq leggja nú sein
astu hond á eina fløgu við nýggjum útgávum av goml
um grønlendskum kvinnusangum, skrivar blaðið AG.
Talan er um sangir frá 1920'unum og 1930'unum. Hug
skotið um floguna kom fram, tá kvinnu felags sam
skipanin í Grønlandi helt sín 50 ára dag, og síðani hevur
verið arbeitt við tí. Enn er ógreitt, nær fløgan kemur í
handlarnar, men helst verður tað beint eftir páskir.
Ætlar at byggja nýtt Titanic
Finski stórhandilsmaðurin Toivo Sukari umhugsar at byggja eitt
modell av tí kenda ferðamannaskipinum Titanic, sum sakk í
Atlantshavinum í 1912. Tað nýggja Titanic fer ikki at søkka, tí skipið
skal standa uppi á landi og brúkast sum gistingarhús og matstova.
Skipið verður 269 metrar langt og 28 metrar breitt og sostatt líka stórt
sum tað upprunaliga Titanic. Toivo Sukari eigur eina handilsketu, sum
selir ymsan húsbúna, og harumframt hevur hann tvær matstovur og
ætlar at byggja fleiri, skrivar finska tíðindastovan FNB.