Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 61 - 27. mars 2009 Søkt verður eftir góðskuleiðara til Faroe Seafood Eysturoyar øki, at byrja so skjótt sum gjørligt. 2 fiskavirkir eru í Faroe Seafood Eysturoyar øki. Eitt stórt og sera framkomið flakavirki í Runavík og eitt sera framkomið saltfiskavirkið á Toftum. Bæði virkini framleiða til krevjandi kundar. Eisini er ein stór landingarmiðstøð og 9 trolarar í Eysturoyar økinum. Góðskuleiðarin kemur at arbeiða við hesum økjum: • Leiða góðskuskipanina í tøttum samstarvi við formennirnar á ymsu deildunum • Tryggja framhaldandi uppbygging og víðlíkahaldi av HACCP grundaðari innaneftirlitsskipanin á virkjunum • Gjøgnumføra og luttaka í øllum skoðanum (1. part, 2. parts og 3. parts skoðanir, so væl sum skoðanir framdar av matvørumyndugleikunum). • Samskifti við almennar matvøru- myndugleikar • Tryggja neyðuga vitan um góðsku á virkjunum, gjøgnum innanhýsis talgildu útbúgvingar- og upplæringarskipan okkara. • Reingerð og reinføri á virkjunum • Heilsufrøðiligar starvsskipanir • Reglugerðir (vørulýsingar og merkingar) • Etikettuskipan • Góðskuskrásetingar og góðskuskjøl • Tekniskt kundasamstarv • Klagur og klaguviðgerð • Skrásetingar og eftirlit í rakstrinum í samráð við økisleiðaran. • Vørumenning Fakligar førleikar • Eina viðkomandi hægri matvøruástøði lig útbúgving ella verkfrøðingur, við royndum frá øðrum matvøruframleiðarum. • Góðan kunnleika til KT og royndir við KT amboðum, m.a. office pakka, goymslustýring í Axapta og framleiðslustýringsskipanir • Góðan kunnleika til HACCP grundað innaneftirlit og helst eisini kunnleika til BRC, IFS og aðrar líknandi matvøru- framleiðsluskipanir. • Sera góðan kunnleika til enskt, bæði skrivliga og munnliga, er ein fyritreyt. Persónligar førleikar Tínir persónligu eginleikar eru: opin, fyrikomandi og góð samstarvsevnir. Tú ert engagerað/ur, fleksibul og megnar at taka ábyrgd og avgerðir, eins og tú megnar at inspirera og motivera tínar starvsfelagar. Tú megnar at arbeiða í eini dynamiskari skipan og klárar at skapa struktur og yvirlit á ein dynamiskan og motiverandi hátt. Arbeiðstaður Runavík Vit kunna bjóða: - Eitt framkomið fakligt umhvørvi - Eitt virkið og framkomið framleiðslu- umhvørvi - Løn sambært avtalu Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Guðrið Andorsdóttir tlf. 555510. Umsóknin skal sendast áðrenn 15. apríl 2009 til: Faroe Seafood att. Erlendur Johannessen Postboks 68 FO-110 Tórshavn Góðskuleiðari til Faroe Seafood Starvslýsing ALOE VERA vætukrem 400 ml KAVPUMPA SURRINGARBAND Styrki 5000 kg Longd 9,5 m G R E N E A G R O NÓGV GÓÐ TILBOÐ Vegurin Langi 188 Hoyvík Tel 309005 KASSI til rossaútgerð GRAFIK STUDIO Tilboðini eru galdandi fram til 14. apríl 2009 TOPPLYKLASETT 82 deilir 50,- Fyrr 73 kr 130,- Fyrr 177 kr 150,- Fyrr 200 kr 985,- Fyrr 1.395 kr 1.525,- Fyrr 2.325 kr