fríggjadagur 27. mars 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2009
29
Føroya Skúlabókagrunnur
Skrivstovustarv
á Føroya Skúlabókagrunni
Skrivstovustarv á Føroya Skúlabókagrunni verður lýst
leyst til setanar, so skjótt sum til ber.
Starvið, sum talan er um, fevnir um alt vanligt skriv -
stovuarbeiði sum t.d. dag liga bókhaldið, tele fon av -
greiðslu, postavgreiðslu, journal, arkiv v.m. Før oya
Skúla bókagrunnur nýtir Búskapar- og Lønarskipan
landsins.
Kravt verður, at umsøkjarin hevur útbúgving innan
skrivstovuyrki og er køn ur í føroyskum.
Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur arbeiðs -
royndir innan almenna fyrisiting.
Løn og setanartreytir verða eftir sáttmála við av varð -
andi fakfelag og við góðkenning Fíggjar mála ráðs ins.
Royndartíðin er eitt ár.
Umsóknir – saman við upplýsingum um útbúgving,
royndir og møgulig við mæli – skulu vera Føroya
Skúla bókagrunni í hendi í seinasta lagi 14. apríl 2009.
Høvuðsarbeiðs -
uppgávur
Førleikakrøv
Royndir
Løn og setanar -
treytir
Umsóknir
Lützenstrøð 4 • FO-100 Tórshavn
Um tygum ynskja fleiri upplýsingar, eru tygum vælkomin at ringja til Føroya Skúlabóka -
grunn, tlf. 316100 og tosið við Niels Petersen, stjóra.
Stutt um Skúlabókagrunnin
Føroya Skúlabókagrunnur er eitt alment forlag, sum skipar fyri at geva út fjølbroyttar und ir vís -
ingarmiðlar til tað føroyska skúlaverkið. Undirvísingarmiðlar, ið eru í samsvari við tað reglu verk
og tær lesiætlanir, ið eru galdandi fyri undirvísingarverkið. Í 2009 starvast 12 fólk á for lagnum.
Skúlabókagrunnurin hevur ábyrgd av undirvísingarportalinum Snar. Ritstjórarnir eru við í arb -
eið inum at menna henda portal og at útvega eitt hóskandi úrval av talgildum miðlum.
Starvsfólkini arbeiða saman í toymum, og er skrivstovufólkið partur av fyrisitingar toym i num.
Nærri kunning um Skúlabókagrunnin er at finna á heimasíðuni: www.fsg.fo.
Umhvørvisvirðislønin 2009
Fyri fyrstu ferð fer Tórshavnar kommuna í ár at
lata eina serliga umhvørvisvirðisløn. Hetta verður
gjørt í Umhvørvisvikuni, sum er frá 4. til 10. mai
2009, og virðislønin verður latin onkrum, ið hevur
gjørt nakað serligt fyri umhvørvið.
Umhvørvisvirðislønin, sum er áljóðandi 10.000
krónur, kann latast einum stovni, virki, felagi,
bólki ella einstaklingi í Tórshavnar kommunu.
Veitst tú um onkran, sum við einum ella fleiri
átøkum hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri umhvørvið,
kanst tú venda tær til kommununa við tínari
innstilling. Eisini ber til at innstilla seg sjálvan.
Send tína innstilling til Tórshavnar kommunu í
seinasta lagi 17. apríl 2009, har tú fortelur eitt
sindur um, hvønn tú innstillar, hví viðkomandi
skal innstillast og hvønn kommunan kann venda
sær til fyri at frætta nærri.
Oyðublað til innstillingina kann takast niður á
www.torshavn.fo ella fáast í Snarskivuni, telefon
302010. Innstillingar skulu sendast til:
Tórshavnar kommuna
heilsu- og umhvørvisdeildin
Postboks 32 · 110 Tórshavn
torshavn@torshavn.fo
Tórshavnar kommuna
Eftir at Danmarks Nationalbank tann 6. mars 2009
hevur lækkað leiðandi renturnar, hevur sparikassin
avgjørt at tillaga rentuna við gildi frá mikudegnum
1. apríl 2009. Innlánsrentan lækkar við upp til
0,75% fyri flest allar innlánskontur. Tó lækkar
rentan á vanligari bók, fíggjarkontu, 1'aranum og
ekann við fastari rentu ikki. Við støði í framhaldandi
fíggjarligum órógvi á altjóða marknaðinum, verður
útlánsrentan ikki broytt hesuferð. Av somu orsøk
hækkar sparikassin marginalin við 0,75% á lánum,
kredittum og innlánum, ið vísa til pengamarknaðar-
rentuna.
Játtan av yvirdrátti (upphædd < 10.000 kr.)
Játtan av yvirdrátti (upphædd > 10.000 kr.)
Sparikassabók
Bústaðarkonta (2,25% + stuðul frá landsstýrinum 3%)
0,10%
0,10%
2,00%
3,00%
2,25%
3,25%
2,50%
3,50%
1,25%
2,50%
3,50%
5,25%
3,75%
3,25%
5,50%
frá 4,00% - 6,00%
frá 6,00%
7,50%
8,50%
10,00 kr.
Við gildi frá 1. juli 2009 hækka hesi ómaksgjøld:
100,00 kr.
250,00 kr.
25,00 kr.
Kontuavrit við posti
6,50%
Áminningargjald
100,00 kr.
er til til sølu. Er fyrstu ferð skrásettur í august
1973 og er í sera góðum standi. Hevur einans
koyrt 54.000 km. Hevur havt tveir eigarar, tann
fyrra fyrstu 28 árini. Til sølu fyri 22.000 kr
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
post@sosialurin.fo
Sosialurin
– blaðið øll lesa!
Hevur tú ein bil til sølu,
so er Sosialurin rætti
miðilin at lýsa í.
Tú kanst lýsa við og
uttan mynd.
Vit seta lýsingina upp
fyri teg ókeypis.
Ring og fá
ein prís!
Selja bilin?
– set hann í Sosialin!