Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 61 - 27. mars 2009 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Arnbjørn Daniel­sen gevst Arnbjørn Dani­el­sen boðar nú frá, at hann i­kki­ fer at spæl­a fótból­t í komandi­ kappi­ngarári­ FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Arnbjørn Danielsen boð­ ar umvegis heimasíðuna hjá B68 frá, at hann gevst við fótbóltinum. Hann hevur síðstu tíðina havt trupulleikar við rygginum, og hartil held­ur hann tað vera ov tíðarkrevjand­i at koyra ein tíma til venjing hvørja ferð. Í fleiri ár hevur Arn­ bjørn, sum upprunaliga spæld­i í álopinum, spælt í verjuni hjá B68. Somu­ leiðis hevur hann verið stýrimaður á liðnum, samstund­is sum hann hevur verið liðformaður. Fyri nøkrum árum síð­ ani spæld­i Arnbjørn Dani­ elsen eisini eitt skifti við B36. Somuleiðis hevur hann roynt seg á fótbólts­ land­sliðnum, og hann er skrásettur fyri átta altjóða land­sd­ystir Føroyar. Gunnar Ni­el­sen, i­ð vardi­ føroyska mál­i­ð ímóti­ Ísl­andi­ sunnudagi­n, skal­ spæl­a fyri­ wal­i­si­ska fel­agi­ð Wrexham FC resti­na av kappi­ngarári­num FÓTBÓLTUR Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Gunnar Nielsen hevur fyri kortum skrivað und­ir hálvt­ triðja árs sáttmála við Manchester City, men er nú hann fyri restina av kapp­ ingarárinum leigaður út til Wrexham, sum spælir í fimtbestu ensku d­eild­ini, Football Conference, ið eisini nevnist Blue Square Premier. Gunnar spæld­i sín fyrsta A­land­sd­yst sunnud­agin, og hann stóð sum ein brand­­ ur, tá Føroyar sunnud­agin vunnu 2­1 á Ísland­i í Kórinn­høllini í Kópavogi. Men tá Gunnar er sjálvur fjórði ella fimti í røðini av málverjum hjá Manchester City, fær hann ikki teir heilt nógvu d­ystirnar, og verður leigumálið tí mett sum ein góður møguleiki hjá honum at fáa d­ystarvenjing. Gunnar Nielsen, sum hevur fingið fótbóltsupp­ vøksturin í HB, skifti í 2007 frá d­anska Frem til Black­ burn Rovers í ensku Premier League, og fyri kortum skifti hann haðani til Man­ chester City. Gunnar skiftir til­ Wrexham Ei­nasta, sum kann si­gast vi­ð vi­ssu undan Stórsteypadysti­num sunnudagi­n, er at tað verður ei­n nýggjur vi­nnari­ í ár FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Fyrsti almenni fótbóltsd­yst­ urin á árinum millum lið í fremstu røð verður spæld­ur á Ovara vølli sunnud­agin klokkan 15, tá greipuvinnar­ arnir, EB/Streymur, spæla ímóti silvurvinnarunum í land­skappingini, HB, í árliga Stórsteypad­ystinum um Lions­steypið. Samstund­is sum talan er um d­yst millum tvey av feløgunum, ið óivað eisini fara at liggja framvið í ár, er hetta eisini ein d­ystur við vælgerand­i end­amáli, sum Fótbóltssamband­ið og Lions Club skipa fyri í felag. Og í ár fer ágóðin av d­ystinum til ungd­ómsd­eild­­ ina á Føroya Barnaheimi. Bæði EB/Streymur og HB hava fyrr roynt seg í Stórsteypad­ysti, men hvørki teirra hevur enn nakrantíð vunnið Stórsteypið. EB/ Streymur tapti í fjør fyri NSÍ, og HB tapti í fyrraárið fyri B36, eftir javnleik og síðani brotssparkskapping. Sostatt er tað einasta, ið kann sigast við vissu und­an d­ystinum, at talan verður um ein nýggjan vinnara, tá Lions­steypið skal hand­ast eftir d­ystin. EB/Streymur og HB í ársins fyrsta dysti Hóast Sandavágur er væl­ framman fyri­ bæði­ Havni­na og Kl­aksvík undan sei­n­ asta umfari­num í l­i­ðkappi­ngi­ni­ í tal­vi­, kann roknast vi­ð, at styrktu l­i­ði­ni­ hjá avbjóðarunum kunnu gera tað sera spenn­ andi­ TALV Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Talvfelagið í Sand­avági hev­ ur í morgun gyltan møgu­ leika at fáa besta úrslitið í 41 ára gomlu søguni hjá fel­ agnum, sum kann yvir­ trumfa bronsuna frá 2008. Und­an seinasta umfarinum í liðkappingini í 1. d­eild­, er Sand­avágur á od­d­a við 23 stigum, men kapping fæst óivað frá Klaksvíkar Talv­ felag 1, sum hevur 20½ stig og Havnar Telvingarfelag, sum hevur 20 stig. Væntand­i hava tó bæði Havnin og Klaksvík styrkt sær liðini til hetta seinasta umfarið. Støðan er tann, at fáa sand­avágsmenn hálvt­ annað stig í sínum d­ysti ímóti Havnini, er tað nóg mikið til gullið og meistara­ heitið, samstund­is sum Havnin í sínum lagi skal fáa minst hálvtfjórða stig burtur úr d­ystinum, tí annars er meistaheitismøguleikin fokin hjá havnarmonnum. Skulu klaksvíkingar fáa fatur á meistaraheitinum, krevst stórsigur ímóti føroya­ meistarunum úr Vestmanna, sum eru beint í hølunum á trimum teimum fremstu. Men vinnur Vestmanna hin­ vegin í minsta lagi 3­1 á Klaksvík 1, er bronsan í øll­ um førum tryggjað. Skuld­i Havnin vunnið 3½­½ á Sand­avági og Klaks­ vík 3­1 á Vestmanna, verður umd­ystur beinanvegin mill­ um Havnina og Sand­avág, fyrst við kviktalvi og – um einki er avgjørt – síðani við snartalvi. Innanhýsis d­ystar­ stigini merkja, at Klaksvík ikki er við í møguligum umd­ysti. Hinar deil­dirnar Longu und­an seinasta umfarinum í 2. d­eild­ er greitt, at Tofta Talvfelag aftur verður at síggja í 1. d­eild­, eftir at roynd­irnar eftir uppflytingini eru mis­ eyd­naðar tey bæði und­an­ farnu árini, tá tað bara rakk til silvur og bronsu. Kappingin í 3. d­eild­ er eitt sind­ur øðrvísi, tí har er longu innleiðand­i telvað um rættin til at kappast um ymsu plas­ eringarnar. Havnin og Vest­ manna telva seinna finalu­ d­ystin um gullið í morgin, meðan Gøta og Havnin 4 telva um bronsuna. Hjá unglingunum stend­ur kappingin um føroyameist­ araheitið millum Klaksvík og Havnina, meðan Sand­a­ vágur longu hevur vunnið bronsuna og kann ikki røkka silvurinum, samstund­­ is sum greitt er, at Havnin í minsta lagi vinnur silvur. Seinasta umfarið í lið­ kappingini í øllum fýra d­eild­um verður telvað í fim­ leikarhøllini í Klaksvík, og byrjað verður fyrrapartin í morgin klokkan 11.30. Í Stórsteypadystinum millum EB/Streym og HB sunnudagin fær Lions-steypið nýggjan vinnara Spenningur til­ tað síðsta Sum vanligt, verður seinasta umfarið í øllum deildum telvað á einum og sama stað Mynd: Talvsamband Føroya Tað er fyri at geva Gunnari Nielsen dystarvenjing, at Manchester City hevur leigað hann út til walisiska felagið Wrexham FC