Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 39

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2009 39 lýsingar Tórshavnar kommuna Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 19. mars 2009 hevur samtykt uppskot til serstaka byggisamtykt fyri øki matr. nr. 1431 við Varðagøtu, Tórshavn. Serstaka byggisamtyktin snýr seg um skipan og bygging á ognini matr. nr. 1431 við Varðagøtu, Tórshavn. Uppskotið til serstaka byggisamtykt liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum frá 30. mars til og við 20. apríl 2009, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða send Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 30. juni 2009. Kunngerð