fríggjadagur 27. mars 2009síða 48
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 61 - 27. mars 2009
Tá Danmarks Radio
í kvøld fer at senda
stóru finaluna í
X-Factor, sum øll
hava eina meining
um, so verður
Kringvarp Føroya
eisini ein partur av
hesum. Sigrún Brend
verður vertur, og hon
fer at atkvøða fyri
Lindu
Kapping
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í kvøld klokkan 19 byrjar
X-Factor finalan, har Linda
Andrews úr Havn fer at
royna at syngja seg til ovas-
ta sessin.
Men tað verður ikki bara
í DR-býnum og heima í
stovun um,
at
X-Factor
verð ur á skránni. Eisini hjá
Kring varpinum, sum hevur
leit að sær á Hvonn til enda-
málið verður Factor. Tí í
finaluni, hevur DR valt at
vitja ymisku býir nar, haðani
finalistarnir eru. Í Havn
verður Sigrún Brend vertur,
og Sosialurin hev ur tosað
við hana um til takið.
- Per Zachariassen ringdi
til mín, og so tók eg av, tí
hetta er ein sera spennandi
upp gáva,
sigur
Sigrún
Brend.
Onki tvætl
Vanliga kenna vit Sigrúna
Brend frá Degi og Viku hjá
Kring varpinum, har hon er
vertur in, sum fortelur okk-
um, hvussu politiska støðan
er og so framvegis. So er
spurn ingurin,
hvat
hon
heldur um at vera við í eini
send ing, sum løgtingsmaður
hevur kallað lág menta nar-
liga imperialsmu frá dønum
og onnur hava kallað eina
tvætli sending.
- Hetta er onki tvætl.
Hetta er ein stuttlig og glað
send ing, sum øll hava eina
meining um, so tað er als
ikki ein tvætlisending, sigur
før oyska vertinnan í X- Fac-
tor.
Fleiri umførð
Sendingin verður skipað á
tann hátt, at tað verður upp
til 10 ferðir, at DR sendir
bei n leiðis av Hvonn. Men
hetta veldst alt, hvussu
langt Linda kemur.
- Tað fer at ganga skjótt
fyri seg. Vit sleppa ígjøg-
num í stutt tíðarbil. Kanska
fimm sekund onkuntíð, og
20 sekund aðrar tíðir, so tað
verður heilt spennandi at
vera við í eini so stórari
pro duktión,
staðfestir
Sigrún
Brend,
X-Factor
vert inna.
Li til 1212
Hóast Sigrún Brend fer at
hava nógv um oyruni í
kvøld, so fer hon at a t-
kvøða.
- Eg fari at skriva Li inn á
tele fonina, tí so náði eg at
sen da tað til 1212, sigur
Sigr ún Brend, sum ongan
iva letur vera um, at hon fer
at atkvøða fyri føroysku
Lin du Andrews.
Hárið má gerast, um tú skalt verða vertur í X-Factor
Mynd: Jens Kristian Vang
X-Factor við Sigrún Brend
Skráin fyri Rás 2
Hvonn Live
Leygarkvøldið kl. 19.00
Hvonn Live hevur hesaferð vitjan av
Anniku Mittún, útvarpsstjóra,
songkvinnuni Eivør Pálsdóttir og Teimum
av Kamarinum.
Kristján Eiriksson
Bilradio
Leygardagin kl. 13.00
Í sendingini er samrøða við danska
kappkoyraran Jason Watt um hansara
karrieru og um álvarsligu ferðsluvan
lukkuna, tá hann breyt ryggin og gjørdist
avlamin. Eisini er prát við Eyðun Hansen
frá Bygma í Hoyvík um nýggja hand
verkarahandilin.
Prát er eisini við Kristján Eiriksson frá
Tórshavnar Sløkkiliði um ein brandbil,
sum verður sendur til Albania.
Leygardagur 28. mars
07:00 Tónleikur
10:00 HALLO ØLL børn (e)
10:45 Tónleikur
13:00 Bilradio (e )
14:00 Vinnurasin (e) – Jan Müller
leggur til rættis.
16:00 Vinstra Víkiskylda
Barbara Holm leggur til rættis
18:00 Finalan í Spurnarrásini (e)
19:00 HVONN LIVE – Sent verður
beinleiðis frá Hvonn í Havn.
22:00 Tónleikur
00:00 Liðugt
Fríggjadagur 27. mars
15:00 Tíðindi
15:10 Varpið – Nýggj sending
16:00 Tíðindi
16:05 Varpið
17:00 Tíðindi
17:15 Tónleikur
18:30 Tíðindi (e)
18:45 Tónleikur
19:00 Morgunendursending
21:00 Tónleikasending hjá
Heimamissiónini. Torfinn
Jacobsen leggur til rættis.
22:00 Tónleikur
00:00 Liðugt
VArPIð
Í dag kl. 16.10
Varpið er nýggj sending, sum verður
gjørd í samstarvi við Televarpið.
Gestur í rásarúminum verður Laila
Hentze, stjóri í Televarpinum.
Eisini verður Fokus sett á XFactor
finaluna.
Nýggj
seNdiNg
Sunnudagur 29. mars
07:00 Gospel tónleikur
10:00 Úr skjáttuni (e)
11:00 Tónleikur
13:00 Á Torginum (e)
14:30 Tónleikur
20:00 reflex (e) – Ungdómssending
hjá Heimamissiónini
21:00 Kelduvaðið
22:00 Tónleikur
00:00 Liðugt