fríggjadagur 27. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 61 • 27. mars 2009
Aðalfundurin í Fornminnisfelag
num í Nes Kommunu varð hildin
leygardagin 28. februar 2009.
Nevndin hevur nú skipað seg, og
í nevndini sita hesi fólk: Regin
Debess, formaður, Petur Thomsen,
næstformaður, Josefina Jacobsen,
kassameistari, Mejnhardt Hansen
og Dagfinnur Højgaard; og sum
eykalimir: Kaj Højgaard og Judith
Johannessen.
Avgjørt var á aðalfundinum, at
sama nevnd eisini skuldi vera nevnd
í Bygdasavninum í Nes Kommunu.
Av málum, nevndin arbeiðir
við, kunnu nevnast: Gamla Gerði
verður sett í upprunastand innan
og uttan, Gaddhúsini eru um at
vera liðugt umvæld, Prestaneystið
á Neshamri skal hava eina stóra
umvæling, har tekja og skjøldrar
verða skift. Harumframt arbeiðir
dagligi leiðarin, Karin Kastalag við
framsýningini í Gamla Prestagarði
á Nesi. Har verður gjørt klárt at
taka móti vitjandi og ferðafólki
aftur í summar.
Fornminnisfelagið í Nes Kommunu
havt aðalfund
Musikkandakt
í Hoyvíkar kirkju
Mánakvøldið 30. mars klokkan 20.30 21 verður
musikkandakt í Hoyvíkar kirkju. Hetta er ein friðarligur
hálvur tími, har fólk eftir arbeiðstíð kunnu savnast til
andakt. Strúkiorkestur Tórshavnar musikkskúla spælir,
og Theodor Olsen, prestur hevur andaktina.
Tá Umhvørvisvikan 2009 verður
í mai mánaði, verður ein nýggj
umhvørvisvirðisløn fyri fyrstu
ferð latin einum stovni, virki,
felag, bólki ella einstaklingi í
Tórshavnar kommunu, sum hevur
gjørt nakað serligt fyri umhvørvið.
Umhvørvisvirðislønin er
áljóðandi 10.000 krónur, og fram
til 17. apríl ber til hjá øllum at
innstilla onkran til virðislønina, og
tá Umhvørvisvikan verður frá 4. til
9. mai, verður virðislønin handað.
Hugsanin er, at fólk skulu
innstilla onkran, tey halda hava
uppiborið eitt herðaklapp fyri
okkurt gott umhvørvisarbeiði ella
átak, og eisini ber til at innstilla
seg sjálvan til virðislønina.
Nógvar orsøkir kunnu vera til
eina innstilling, so sum orkuspar
andi tiltøk, varandi orka, skiljing av
burturkasti, endurnýtsla, kunning
um umhvørvisvernd, dálkingar
fyribyrgjandi átøk, vistfrøðilig
átøk, umhvørvisvinralig ferðsla og
mangt annað.
Bert hugflogið setur markið,
tí øll eru vælkomin at venda
sær til Tórshavnar kommunu
við innstillingum til Umhvørvis
virðislønina, tí jú fleiri eru at velja
ímillum, jú betur er.
Oyðublað til innstillingina kann
takast niður á www.torshavn.fo
ella fáast í Snarskivuni, telefon
302010. Innstillingarnar skulu
vera Tórshavnar kommunu í hendi
í seinasta lagi 17. apríl 2009.
Umhvørvislønin er 10.000 krónur og verður handað á umhvørvisvikuni 4. 9.
mai
Vípa er nýggjur búfuglur hjá
okkum. Bæði veðurlagsbroytingar
og tað, at stór øki verða velt
upp úr nýggjum, hevur gjørt tað
møguligt hjá vípuna at eiga her.
Náttúrugripasavnið skrivar,
at vípa hevur reiðrast í eina trý
ár á Velbastað, og er hon komin
aftur á búplássið aftur í ár. Eisini
hevur hon reiðrast í fleiri ár í
Sandoynni, bæði í Søltuvík og við
norðurendan á Sandsvatni. Hon
heldur til í góðum mýrilendi og í
vátum bø.
Vípa er sera eyðkend av topp
inum á nakkanum. Og tað er sera
várligt at hoyra vípuna láta og
síggja hennara vakra leik í lofti.
Vípa hevur vetrarvist í Vestur
evropa, og regluliga síggjast
minni flokkar av vípum um nýggj
arstíð. Hetta eru helst nakrar
av teimum, ið annars halda til
á sumri í skotsku oyggjunum.
Men tær hvørva aftur, áðrenn
tær venda aftur á búplássini
í marsmánaði nøkulunda sam
stundis, sum tjøldrini venda aftur
á grækarismessu.
Vípan nýggjur búfuglur í Føroyum
Dupultkonsert við tveim
um av Føroya mest spenn
andi bólkum verður á
Norðuratlantsbryggjuni í
morgin, leygardagin,
klokkan 21.00
Moby and the Pink Pilot spæla
framsóknan føroyskan garagu
rokk við einum dukandi hjarta
fullum av sterkum meiningum og
góðum tónum. Á pallinum rokkar
trioin við teirra tungu melodisku
riffum og erligu tekstum. Tá
Planet Awards varð hildið, bleiv
bólkurin skírdur ársins besti
nýggi bólkur í Føroyum. Hetta av
góðum orsøkum.
Men áðrenn Moby and the
Pink Pilot vera sleptir leysir á
palli, koma nýsprotnu Lady Fire.
Fýra góðir vinir mannaðu bólkin
í samband við altjóða Global
Battle of the Bands (GBOB) 2008
fyri at taka lut í kappingini um at
vinna 100.000 dollarar og world
wide promotion.
Lady Fire spældu seg trygt
víðari frá Føroyum í altjóða final
una í London, har teir fingu eitt
flot 5. pláss út av 26 bólkum úr
øllum heiminum. Síðan tá hava
Lady Fire spælt kring alt landið
og spæla millum annað eisini
á G! Festivalinum í summar.
Leygarkvøldið spælir bólkurin tó
í Keypmannahavn!
Norðuratlants Bryggjan er á
Strandgade 91 í Christianhavn
Atgongumerki kunna keypast
á wwwpolitikenbillet.dk/nord
atlanten ella á bryggen@
bryggen.dk.
Prísur: 110 kr. á forsølu, 150
kr. við hurðina.
Lesandi: 80 kr. við at vísa
lestrarkort.
Føroya besti
nýggi bólkur á
Norðuratlants Bryggjuni
Tórshavnar kommuna
letur »grøna virðisløn«