Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 61 • 27. mars 2009 tey fáa bert súreplir og øl at eta og drekka, og tey verða mýkt við sake (japanskt rísvín, red.). Gud viti, hvat tann máltíðin má hava kostað, sigur hann og flennir. Klæðir á útsølu Tað materiella hevur ikki so stóran týdning fyri Niels Halm. Klæðini verða helst keypt á útsølu, og um tað er av onkrum serligum merki, hevur ikki nakran týdning fyri hann. - Eg havi eina systir, ið hevur ein klædnahandil í Keypmanna- havn, sum plagar at hjálpa mær við tí. Annars er tað konan, ið hjálpir til. Men fyri meg er tað av størri týdningi at klæðini kunnu brúkast til endamálið, og at tað er av góðsku, tá eg til dømis skal niðan í fjøllini at ganga. Eg vil helst vera casual, men eg syrgi eisini fyri at eiga eitt jakkasett, sum verður fornýggja umleið triðja hvørt ár, sigur Niels Halm. Bilurin, hann koyrir, er ein Saab hjá Norðurlandahúsinum, og í Danmark koyrir konan runt við bilinum hjá parinum, sum er av merkinum Volkswagen. - Fyri meg er tað bara ein arbeiðsbilur. Eg búgvi soleiðis fyri, at eg kann ganga hagar eg skal, so eg havi ikki tann stóra tørvin á bili. Tað er kortini ein útreiðsla, hann er glaður fyri at gjalda. Tað er fyri vaskikonuna. - Eg eri glaður fyri at hava eina vaskikonu. Eg arbeiði nógv, og haldi tað vera gott at sleppa undan at gera reint sjálvur, sigur Niels Halm. Ferðing og list Tað var nakað av einum skifti, tá Niels Halm flutti úr Keypmanna- havn, sum var hansara heim í 30 ár, og til Føroya. Kortini syrgir hann fyri at fáa sín mentanarliga tørv stillaðan við at luttaka í tiltøkum, Norðurlandahúsið skipar fyri, og við at ganga til framsýningar og sjónleikir hann kemur fram á í Føroyum. Onkrir keypsvanar hava broytt seg nakað, við tað at hann ger nógv við at ferðast runt í landinum, og hevur slept øðrum vanum, ið hoyrdu stórbýarlívinum til. Millum annað dámar honum væl at gera túrar við gongufelagnum í Havn, og svimjihøllin í Gundadali verður vitjað millum 3-4 ferðir um vikuna. - Eg berjist við hasi seinastu trý kilo’ini, sum bara ikki vilja fara av, sigur hann og flennir. - Tí dámar mær væl at fara í svimjihøllina her í Havn. Har er bara so deiligt, og mann fær altíð pláss har. Í mun til í svimjihøllini í Frederiksberg, har tað altíð er fult av fólki, er nógv pláss her. Hóast hann umvegis sítt arbeiði ferðast nógv, syrgja hann og konan eisini fyri at ferðast so nógv sum gjørligt saman. Á jólum vóru tey ein túr í Suðurafrika og vitjaðu familju í Cape Town, og sjálvur hevur hann stórt sæð ferðast klótuna runt. Og sum tann mentanarmaður hann er, hevur hann trupult við at sleppa einum keypsvana, sum hevur við hansara stóru passión at gera. - Av gomlum vana brúki eg pengar upp á list. Tað nýtist ikki at hava so stórt virði orsaka av navninum niðast í horninum, men eg keypi mær list, sum mær dámar, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum. Havhestur er lekkur matur – Eg Eri glaður fyri at hava Eina vaskikonu. Eg arbEiði nógv, og haldi tað vEra gott at slEppa undan at gEra rEint sjálvur - Skerpikjøt, haldi eg er útmerkað, og tað sama við grind. Eg trúgvi, at tað er bara sunt at eta grind 3-4 ferðir um árið