fríggjadagur 27. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 27. mars 2009
At gera mat er trupult, tað
dálkar og krevur nógva tíð,
stórar grýtur og eina rúgvu av
rávørum.
Matur kann ikki tilgerast
uppá 25 minuttir og kann
ikki gerast við 5 einføldum
rávørum. Og tað ber ikki til at
gera mat uttan at tíðin rennir.
Harafturímóti er matur
fantastiskur, ævintýrkendur
og skapar felagsskap millum
menniskju. Matur argar okkara
sansir. Vit lukta, smakka og
kenna herligan mat.
Hetta halda í hvussu so
er teir báðir danirnir Nikolai
Kirk og Mikkel Maarbjerg,
ið hava skrivað múrsteinin
”Grundkøkken”.
Báðir eru kokkar á ovast rók.
Dugnaligir og viðurkendir. Eisini
uttanfyri ríkis-landoddarnar.
Summi kenna kanska hin
garrvilla Nikolai Kirk frá
morgunsendingum á TV2.
Grundkøkken er ein dagførd
kókibók, ið leiðir lesaran inn
í allar smálutir, tá ið matur í
álvara og frá botninum skal
gerast. Høvundarnir greiða frá
rávørum, útgerð, tólum og
tøkniligum handalagi.
Harafturat eru 280 uppskriftir
í bókini. Bókin er sera snøgt
sett upp og Christian Stæhr,
fotografur, hevur tikið frálíku
myndirnar.
Á sløkum 600 blaðsíðum
verður greitt frá øllum, ið er
vert at vita um modernaða
danska/norðurlendska
grundkøkin.
Kjøt, fiskur, villini djór
umframt undurfullar dessertir
og bakstur fær køna viðgerð
frá Nikolai og Mikkel.
Ein frálík byrjanarbók til
matáhugaða ungdómin, ið
droymir stórt.
Grundkøkken, Mikkel
Maarbjerg og Nikolaj Kirk,
Politikens Forlag, 592 blaðsíðir,
innbundin, uml. kr. 321 í
føroysku bókhandlunum
21
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525
Vælvera
Vit standa eisini fyri
móttøkum, brúdleypum
og líknandi
www.Gourmet.fo
Toscana
31 11 09
Matur til einhvønn góma
KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM
Porta Via
32 11 03
Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum
Kókibókin til konfirmantin