mánadagur 30. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 62 - 30. mars 2009
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hósdagin tók Sámal Petur í
Grund sæti á tingi fyri
Sjálvstýrisflokkin.
Hann
avloysir Kára á Rógvi, sum
er í farloyvi í sambandi við
PhD ritgerð
Sámal Petur er royndur
politikari og hevur fyrr
havt sæti á tingi. Eisini
hevur hann í tveimum um
førum røkt starvið sum
landsstýrismaður fyri Sjálv
stýrisflokkin, fyrst eitt val
skeið sum landstýrismaður
í vinnumálum og seinni eitt
styttri tíðarskeið sum al
manna og heilsumálaráð
harri.
Hann trein inn á politiska
pallin í 1994, tá hann
gjørdist landsstýrismaður í
samgonguni millum Sam
bandsflokkin,
Javnaðar
flokkin, Verkamannafylk
ingina og Sjálvstýrisflokk
in. Hann fekk eisini tann
ivasama heiður at verða
tann fyrsti landsstýrismað
urin, sum løgmaður koyrdi
frá. Hetta var í desember í
1997, tá Edmund Joensen
sum tann fyrsti løgmaður
nýtti hesa heimild, sum
løgmaður fekk við nýggju
stýrisskipanini.
Sámal Petur í Grund varð
valdur á ting í 1998 við 533
atkvøður – hann fekk tíggju
ferðir so nógvar atkvøður,
sum Kári P. Højgaard, sum
við hetta valið fekk 53
atkvøður. Men á valinum í
2002 var tað Kári P. Høj
gaard, sum dró longra
stráðið.
Á løgtingsvalinum 2008
fekk Sámal Petur fjórð
flestar atkvøður á lista
Sjálvstýrisfloksins, og situr
sum annar varamaður.
Nú Sámal Petur í Grund
hevur tikið sæti, hava fýra
varalimir fingið møguleik
an at taka sæti á tingi hetta
valskeiðið. Kári Petersen er
fyrsti eykamaður og hevur
verið inni nakrar ferðir.
Eisini Kristina Toftegaard
Larsen og Rúna Sivertsen
vóru inni eina viku í
februar.
Sjálvstýrisflokkin metir
tað vera eina styrki, at fleiri
røddir innan flokkin eru við
til mynda flokkin og seta
politisku dagskránna, sigur
flokkurin.
Sámal Petur í Grund á ting
Avensis 2.0 D-4D sol Diesel s/D
skrásetingarnr: RV 811
Km: 113.500
Árgangur: 03.12.2003
Útgjald: 42.000
Mðr. gjald: 4.100 (3 ár)
kr. 168.000,-
CorollA 1.6 5D H/B Aut.
skrásetingarnr: JH 264
Km: 117.878
Árgangur: 10.06.2002
Útgjald: 27.000
Mðr. gjald: 2.701 (3 ár)
kr. 108.000,-
toyotA yAris 1.4 D-4D Diesel
skrásetingarnr: KE 941
Km: 20.000
Árgangur: 11.05.2006
Útgjald: 34.500
Mðr. gjald: 2.250 (5 ár)
kr. 138.000,-
suBAru legACy 2.0 Aut.
skrásetingarnr: AD 873
Km: 100.000
Árgangur: 09.03.2006
Útgjald: 44.500
Mðr. gjald: 2.850 (5 ár)
kr. 178.000,-
toyotA CorollA 1.6 seDAn
skrásetingarnr: MN 261
Km: 12.000
Árgangur: 01.06.2007
Útgjald: 46.300
Mðr. gjald: 3.000 (5 ár)
kr. 185.000,-
BMW 525i
skrásetingarnr: LP 540
Km: 116.000
Árgangur: 14.08.2002
Útgjald: 49.500
Mðr. gjald: 4.830 (3 ár)
kr. 198.000,-
toyotA rAv 4 2.0 vvt-i 4x4
skrásetingarnr: JG 132
Km: 55.000
Árgangur: 03.02.2005
Útgjald: 52.000
Mðr. gjald: 3.310 (5 ár)
kr. 208.000,-
nissAn PAtrol 2.8 tD
skrásetingarnr: TN 397
Km: 147.000
Árgangur: 11.11.1998
Útgjald: 32.500
Mðr. gjald: 3.200 (3 ár)
kr. 130.000,-
Peugeot 1007
skrásetingarnr: UH 547
Km: 29.000
Árgangur: 09.03.2006
Útgjald: 27.000
Mðr. gjald: 1.750 (5 ár)
kr. 108.000,-
ForD FoCus gHiA 1.6 Bensin
skrásetingarnr: VP 011
Km: 35.000
Árgangur: 30.12.2004
Útgjald: 32.000
Mðr. gjald: 2.100 (5 ár)
kr. 128.000,-
Gøtu kabarettin
»Tá endin er góður«
hevur verið framførd
í Losjuni í Gøtu nú í
eina tíð. Undirtøkan
hevur verið sera góð,
áleið 1000 fólk hava
verið til sýningarnar
SJÓNLEIKUR
Steðgur hevur nú verið í
nakrar dagar, tí losjan og
kabarettin hava, í samstarv
við Gøtu skúla, knýtt 20
børn at kabarettini, har tey
fara at syngja og spæla
saman við hinum leikarun
um, hetta fyri at geva
børnum ein møguleika at
síggja, hvussu tað er at
syngja og framføra á palli
framman fyri eini størri
áskoðarafjøld og vónandi
kveikja teirra áhuga innan
leik listina.
Venjingarnar hava gingist
sera væl, og eru børn og
leikarar nú klár at upp
afturtaka sýningarnar.
Undanfarnu framførslur
hava verið útseldar nærum
hvørt kvøld, og fólk úr
øllum landinum eru eisini
komin at hyggja.
Evnini, ið tikin verða
upp, eru millum annað
politisk,
hendingar
vit
kenna frá almenna land
slagnum
og
spennandi
karakterir íspunnir av fríum
hugflogi.
Eyðun Hansen, formaður
í Losjuni Glotti, vónar og
væntar, at fólk, ið trína inn
um gátt í Losjuni í Gøtu
næstu dagarnar, fáa eina
góða og positiva heildar
uppliving av kabbarettini.
Tað er Klæmint H. Isak
sen, ið leikstjórnar.
20 børn knýtt at
Gøtukabarettini