Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 62 - 30. mars 2009 Tá Todi Jónsson eftir fyrra parts venjingina leygar dagin boðaði frá, at hann í dag fór at lýsa felag ið á húsagang, gjørdust leikarar frá sær sjálvum og soraðu og stjólu úr skifti rúm i­ num FC AmAger Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Minni enn eitt samdøgur eftir at Todi Jónsson boðaði al menn inginum frá, at han­ sara framsøkna FC Amager prosjekt fór at verða lýst á húsa gang, flokkaðust fólk um felagshúsið hjá Fremad Amag er. Tað veit Ekstra Blað ið at siga í dag. FC Amager hevur leikt í loyvi num hjá Fremad Amager, og tað 99 ára gamla felagið hevur tí verið høvuðs kvarter hjá teirri nú koll sigldu fótbólts sat sing­ ini, ið bert varð lív lagað í 9 mánaðir. Frá sær sjálvum í herverki ­ Eg eri komin fyri at heinta mína kaffimaskinu, sigur ein yngri maður, ið er møtt­ ur í felagshúsinum tíðliga sunnu dag fyrrapart. Hann fær loyvi at taka hana við sær, tá hann hevur sannført um, at kaffimaskinan er hansara privata ogn, og tí ikki skal við í konkurs­ búgv ið. Dagin áðrenn er tó ein nógv meira dramatisk hend­ ing farin fram í kjallaranum í felagshúsinum. Tá Todi Jónsson eftir fyrra partsvenjingina hevði kunn gjørt fyri leikarunum, at hann í dag fer at lýsa felagið á húsagang, reageraðu teir natúrliga nokk við frustreraðum út brotum, eiðum og for­ bannils um. Nakrir av spælarunum vóru tó ikki nøgdir við munn ligu útbrotini. Teir gjørdust púra frá sær sjálv­ um í einum rúsi av herverki og tjóvaríi í skiftingar rúmi­ num. Skáp vóru brotin upp, alt innan úr teimum, ítróttar­ klæði og onnur útgerð, stolin og skiftirúmið, so leið is sum myndin frá Ekstra Bladet eisini vísir, næst an lagt oyði. Serliga er tjóvaríið eitt álvarsmál, tá tað hvørki eru leikararnir ella FC Amager, ið eiga útgerðina, men klædna sponsorin hjá felagnum, Kelme. Umhugsa at melda Tjóvaríið og herverkið í skiftingarrúminum fekk í gjár formannin í Fremad Amag er, Erik Truelsen, og nevndarlimin í FC Amager, Karsten Østergaard, at ávara leikararnar um møgu­ ligar revsingar. ­ Eg hevði skilt tað, um teir sparkaðu beinkirnar og vóru súrir og ørir. Tað vildi verið ein natúrlig reaktión, men hetta, tað er sgu ikki natúrligt, sigur Karsten Østergaard við Ekstra Blaðið og peikar runt í herjaða rúminum. Erik Truelsen leggur aftur at, at teir umhugsa at mel da leikararnar til løg­ regluna, um teir ikki koma aftur við tingunum ella koma við nýggjum ístaðin fyri tað oyðilagda. ­ Vit fara at fyrihalda hetta fyri formanninum í leikara felagnum, tá leikara­ fundur verður í morgin seinna part (í dag, blm.). Hann má sum maðurin hjá leikar un um gera nakað í hesi støðuni, sigur for­ maðurin í Fremad Amager. Skylda limagjald Teir nú fyrrverandi leikar­ ar nir í FC Amager hava, um framt skiftirúmið, eisini onnur mál, ið skulu loysast við kassameistaran í felag­ num. Sambært sáttmálunum hava teir nevniliga verið bund nir til at gjalda lima­ gjald til Fremad Amager. Pengarnir, sum eru 825 krónur fyri høvdið, skuldu verið goldnir tann 1. januar, men eru enn ikki fluttir. Halda spæliloyvinum aftur Erik Troelsen er ikki sinnað ur at lata skuldina fara afturvið borðinum. ­ Teir eru sjálvir latið felag ið liggja, soleiðis sum tað liggur, og tí mugu vit fyri halda okkum til at vit skulu hava okkara lima­ gjald. Um teir ikki vísa størri ábyrgdarkenslu fyri felag num, so standa vit eisi ni fast við okkara krav um, at teir skylda okkum lima gjald síðan ársskiftið. Hann leggur afturat, at verður hetta ikki goldið, so halda teir spæliloyvinum aftur, soleiðis at teir ikki kun nu spæla fótbólt næsta hálva árið. Ekstra Blaðið fekk í gjár fatur á Toda Jónsson, sum var óvitandi um framferðina hjá leikarunum. ­ Prinsipielt skilji eg væl, at leikararnir vilja hava tær troyggjurnar, teir hava spælt í. Tað er eisini vanligur siður, tá mann steðgar í ein­ um fótbóltsfelagi. Men teir áttu sjálvandi at fingið fatur á manninum við lyklinum, heldur enn at bróta skápini upp, sigur Todi Jónsson við Ekstra Blaðið. Húsagangurin á Amager: Spælarar soraðu og stjólu frá Toda Leikararnir á fremsta liðinum hjá FC Amager, sum Todi Jónsson eigur, gjørdust frá sær sjálvum eftir at teir fingu boð um húsagangin, og soraðu skáp og stjólu úr skiftingarrúminum Mynd: Kenneth Meyer, Ekstra Bladet ES-fólkaatkvøða fyrr enn ætlað Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, sum um vikuskifti bleiv vald til formann í flokki sínum, Samfylkingini, segði á landsfundi floksins, at íslendingar eiga at sleppa á fólkaatkvøðu um møguligan ES­limaskap í næsta valskeiði. Hon segði, at um Samfylkingin og Vinstri Grønir fara at halda fram í stjórn aftan á komandi altingval, kann umsókn um limaskap sendast ES fyrr enn higartil ætlað, soleiðis at fólkaatkvøða kann haldast í næsta valskeiði. Jóhanna Sigurðardóttir segði, at spurningurin um ES­limaskap er eitt tað fyrsta málið, sum skal takast upp, um verandi flokkar halda fram í stjórn. Sjálfstæðisflokkurin, sum er ímóti ES­limaskapi, tekur nú undir við at hava fólkaatkvøðu um spurningin. Norðmenn høvdu valt borgarligt Var stórtingsval í Noregi nú, høvdu ikki­sosialistisku flokkarnir tikið stjórnarvaldið frá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra. Ein samanteljing av fleiri landsumfatandi meiningakanningum vísir, at verandi andstøðuflokkar høvdu fingið 88 umboð í Stórtingið, meðan verandi stjórnarflokkar høvdu fingið 81. Men kanningarnar vísa eisini, at tað er tann eini borgarligi flokkurin, sum fellir stjórnina. Framburðsflokkurin hevði fingið 27,4 prosent og seks tingmenn afturat teimum 43, sum hann hevur nú. Flokkurin hjá Stoltenberg, Arbeiðaraflokkurin, hevði framvegis verið landsins størsti við 32,4 prosentum.