mánadagur 30. mars 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Nr. 62 - 30. mars 2009
var, vóru nógvir føroyingar
komnir saman á Hvonn, til
tess at vísa teirra stuðul til
Lindu Andrews. DR sendi
beinleiðis frá Hvonn, og
myndirnar hagani fingu
kenslurnar hjá Lindu at
kóka.
- Beint áðrenn eg skuldi
á pallin sá eg familju mína
á Hvonn, mínir gomlu
floksfelagar
og ikki minst mínar vinir. Tá
eg so trein á pallin, og sá
mína vøkru dóttir sita har
saman við sínum vinum
gjørdist tað ov nógv, og
tárini pressaðu seg fram.
Men eg megnaði at steðga
tí í síðstu løtu, sigur Linda.
Hóast eftirspurningurin
eftir Lindu er øgiligur, og
nógv er á skránni hjá henni,
so gleðir hon seg hóast alt
til at sleppa til Føroya aftur.
- Eg gleði meg at sleppa
at takka føroyingum
persónliga, sigur Linda
Andrews, ið mikudagin
kemur aftur á klettarnar.
Linda hevur mest
X-Factor
Fríggjakvøldið vann Linda Andrews finaluna í X-Factor.
Á Hvonn í Havn vóru nógv fólk samankomin til tess at
stuðla Lindu. DR sendi beinleiðis frá Hvonn, og myn-
dirnar frá Hvonn gjørdu Lindu heldur kensluborna fyrstu
ferð hon trein á finalupallin.
Spurd um, hvussu tað kendist at vakna leygarmorgun,
og verða vinnarin av X-Factor 2009 sigur Linda soleiðis.
- Altso, eg havi slett ikki fatað tað enn. Eg eri ótrúliga
glað fyri at eg vann, sigur hon.
Linda takkar Blachman
Hóast Blachman ikki hevur hildið nógv av Lindu, so
mátti hann at enda viðganga, at hon hevði uppborið
sigurin.
Um ein skuldi tikið vísdómsorðini hjá Blachman fyri fult
– bæði finalukvøldið og ikki minst til undanumførini – so
hevði Linda als ikki verið vinnarin av X-Factor 2009.
Men Linda er fegin um, at tann hárleysi dómarin gav
henni eitt spark í afturpartin. Tað sama sigur dómarin hjá
Lindu, Lina.
- Eg haldi, at tað, at Blachman var so harður við Lindu
var tað besta sum kundi henda fyri okkum. So fekk Linda
okkurt annað fram úr sær, enn bert sína fantastisku rødd.
Fram kom skemt, sjarma og drívmegi, segði Lina við
ekstrabladet.dk eftir finaluna.
- Kritikkurin frá Blachman gjørdi, at eg fekk eyka
drívmegi. Hann fekk meg til at verða enn betri, segði
Linda.
Blachman mátti viðganga eftir finaluna, at Linda hevði
uppiborið sigurin. Men eins og vit kenna Blachman, so
var tað ikki bert sagt í einum jaligum tóna.
- Sendingin er fullkomiliga “mainstream”, og tá skal tað
eisini verða ein slíkur sangari sum vinnur. Hon var í øllum
førum tann rætti vinnarin av teimum sum vóru eftir til
finaluna, segði Blachman, ið sipaði til Alien Beat Club.
Spurd um, hvørt hon gjørdist kedd av orðunum hjá
Blachman í finaluni, sigur Linda soleiðis.
- Eg haldi, at tá ið ein sigur neilig ting um onnur, so
kemur tað altíð aftur til ein sjálvan. Men sjálvandi bleiv
eg eitt sindur kedd av hansara hugburði um mínar
trupulleikar. Eg havi greitt frá mínari støðu, og teimum
óhepnu hendingunum í mínum lívi, tí eg helt, at tað
kanska kundi hjálpa onkrum. Tað var ikki fyri at fáa
samkenslu, sigur hon við Planet.
ya mikudagin