týsdagur 31. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 63 - 31. mars 2009
Ongin ivi er um,
at ein rúgva av
føroyingum vóru
við at gera Lindu
Andrews til X-Factor
vinnara. Men talið
av atkvøðum úr Før-
oyum fáa vit aldrin at
vita. Bæði Vodafone
og Føroya Tele siga
seg ikki kunna upp-
lýsa talið, tí DR
hevur givið teimum
munnkurv
X-Factor
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað er longu næstan langt
síðani, at X-Factor kapping-
in varð liðug. Men vit fáa
ongantíð at vita, hvussu
nógv, hvør hevur vunnið
burtur úr, at føroyska Linda
Andrews vann kappingina.
- Eg kann bara siga, at tað
var trýst á netinum hjá
okkum, sigur Bjarni Bjarna-
son á Vodafone. Hann dylir
heldur ikki fyri, at hetta var
nakað tey roknaðu við, men
hann vil ikki upplýsa, hvussu
nógv Vodafone hevur vunnið
burturúr X-Factor.
- Hetta er nakað, sum
bara hendir einaferð, so tal-
an er ikki um so øgiliga
nógvan pening, sigur hann.
Pípan letur á sama hátt
hjá Føroya Tele.
- Tað stendur í avtaluni,
at vit ikki skulu upplýsa
nakað, og DR sigur tað
sama við okkum, sum teir
hava sagt við allar aðrar
telefyritøkur, og tað er, at
vit ikki skulu siga nakað,
staðfestir Jan Mortensen á
Føroya Tele. Men hann vísir
eisini á, at teir vinna meira
pening úr øðrum tiltøkum.
Halda avtalu
Bæði Vodafone og Føroya
Tele vilja vera við, at tær
fegnar vildu upplýst, hvussu
nógvar atkvøður komu yvir
netið hjá sær, men teir kunnu
ikki lata hesi tøl, tí tað er ein
partur av kontraktini.
- Tú mást tosa við DR um
hetta. Vit hava eina avtalu
við ein danskt felag, sum
hevur eina avtalu við DR,
so vit lata í veruleikanum
bara eina tænastu til danir,
soleiðis at føroyingar hava
møguleika at atkvøða, sigur
Bjarni Bjarnason á Voda-
fone.
Í avtalunum, ið eru gjørd-
ar millum føroysku veitarar-
nar og donsku fyritøkuna
stendur millum annað, hvør
kann úttala seg um hvat, og
hvussu peningaliga býtið er
millum partarnar, men hetta
er ikki nakað, ið føroysku
fyritøkurnar úttala seg um,
tí avtalan gevur teimum
munnkurv.
Hóast vit vita, at ein rúgva av smsum vóru send úr Føroyum fríggjakvøldið, so fáa vit helst ongantíð at vita, hvussu nógv tey vóru
Loyniligir
X-Factor
pengar
Rákið vár ’09
– í Sosialinum fríggjadagin
Gleð teg!
Tríggir kendir føroyingar:
Tí eru boppur so deiligar
Vármóti:
Alt um nýggjasta vármótan
Bergtóra Ó. Poulsen:
Góður stílur osar av sjálvsáliti
Vælvera og vakurleiki:
Mjúk og klár til várið
Boheme til heimið:
vit dyrka stílin
48 síður – Ókeypis í Sosialinum