Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 64 - 1. apríl 2009 Nýggj listabók til børn Listasavn Føroya gevur nú út listabókina »Myndir í myndum«, sum er ætlað børnum og ungum Nýggj bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað eru Ingeborg Bugge, listfrøðingur, og Lydia Didriksen, rithøvundur, sum hava skrivað hesa fyrstu bókina í eini røð sum er ætlað at kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri myndlistini. Bókin »Myndir í myndum« leggur dent á, at børn kunnu hugna sær við at hyggja at myndum og tosa um tær saman við vinum ella vaksnum. Myndirnar eru býttar sundur í 9 ymisk evni, og til hvørja mynd eru nakrir spurningar settir, sum børnini kunnu hugsa um. Kanska spurningarnir fáa børnini at kanna myndina nærri og at undrast, ella kanska spurningarnir fáa tey at seta nýggjar spurningar heldur enn at svara – og tað er júst tað, sum ætlanin er við bókini. Listasavn Føroya eigur ella hevur allar 18 myndirnar í bókini í varðveitslu. Innbundna bókin, telur telur 48 síður og er at fáa á før­ oysk um ella donsk­ um. Málningur eftir Frimod Joensen, sum er endurgivin í bókini Áskoðararnir fáa brúk fyri øll um sans­ um, tá fram sýning við 120 verk um hjá Tóroddi Poulsen letur upp á Skipasmiðjuni leygardagin. 20.000 fólk vitjaðu fram sýn­ ingina í Danmark List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eitt føroyskt flagg úr bomm um, kollagur, gøtu­ kust ar, tekningar, smáir pappírs bátar, 120 steinprent, túsundtals ørsmáar súkklur ... Allir sansar standa á tá í verkunum á øðrvísi fram­ sýningini »Steinsetingar« hjá Tóroddi Poulsen, sum letur upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni leygardagin. Á leið 130 verk eru við á framsýningini, sum fleiri enn 20.000 fólk sóu, tá hon var høvuðsframsýning á Kunstmuseum Sønder­ jylland tíðarskeiðið frá juni 2008 til januar 2009. Listarligt nýbrot Flestu av verkunum eru um rødd í bókini Sten sætn­ inger, sum er gjørd til fram­ sýn ingina. Í fororðinum lýs ir, leiðarin á Kunst muse­ um Sønderjylland, Ove Mog ensen, listina hjá Tór­ oddi Poulsen sum eitt ný ­ brot í føroyskari myndlist. Sum leiðari á savninum heldur hann tað tí hava týdn ing at varpa ljós á list­ arliga universið hjá Tóroddi Poulsen, ið er ein av teimum fáu sum hevur brotið út úr føroysku siðvenjuni, har landslagið sum myndevnið framvegis fyllir mest. Í bókin er eisini drúgvur tekstur, sum Kinna Poulsen, listaummælari hevur skriv­ að um listamannin, hansara verk og leiklut í føroyskari list. Millum annað vísir Kinna Poulsen á, at eftir bert 12 árum er ein so eksplosiv menning farin fram í myndlistini hjá Tóroddi Poul sen, sum bert tey fægstu náa eitt heilt lív. »Tað einasta, ið kann gera ein slíka menning møgu liga, er, at Tóroddur í veruleikanum hevur verið myndlistamaður altíð. Og soleiðis havi eg altíð fatað hann. Tí hann tosar sum ein myndlistamaður við høvd­ in um á tremur av hugskotum til installatiónir, lutir og myndir. Hann skrivar sum ein myndlistamaður. Hann hugsar sum ein mynd­ listamaður og nógv bendir á, at hann eisini droymir mynd list«, skrivar Kinna Poulsen. Hon leggur afturat, at sum myndlistamaður hevur Tóroddur Poulsen megnað at halda fast í at spontani­ tetinum og at síggja til tilvildarliga opinleikanum sum eyðkennir ótilvitaða og intuitiva skapan. Framsýningin Steinset­ ingar letur upp leygardagin 4.apríl kl. 16.00 í Lista høll­ ini á Skipasmiðjuni. Tað er leiðarin á Kunstmuseum Sønderjylland, Ove Mogen­ sen, sum letur framsýningina upp. Framsýningin er opin allar dagar frá kl. 14.00­ 18.00 fram til sunnnudagin 19.apríl. Tó er stongt langa fríggjadag og páskadag. undir Krákugjógv 19 · Tórshavn · tel 34 54 00 · fax 34 54 03 Støkk inn á gólvið og lat okkum fáa eitt bilprát. Okkum vantar bilar Vit hava góðar og lítið brúktar bilar at bjóða tykkum ístaðin. Úrvalið er stórt og vit bjóða góða fígging. Vegna øktan eftirspurning uppá brúktar bilar í prísleguni upp til Kr. 50.000,- vantar okkum bilar frá Kr. 5.000,- til 50.000,- Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Vit hava umboðað Ifö í meira enn 60 ár, og meira enn 80% av føroyingum nýta Ifö wc hvønn dag. Innbygt wc – fyrr 3.995,- NÚ 2.995,- DYGD FRÁ IFÖ Maria Poulsen Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Vit hava umboðað Ifö í meira enn 60 ár, og meira enn 80% av føroyingum nýta Ifö wc hvønn dag. Innbygt wc – fyrr 3.995,- NÚ 2.995,- Sansabrestir á Skipa­ smiðjuni Umframt nýggju verkini eru eisini nøkur av kendastu stein prentunum hjá Tóroddi Poulsen við á framsýningini »Steinsetingar«