Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 64 - 1. apríl 2009 ] Kvinnudystir í kvøld Upprunaliga var ætlanin, at fyrsta umfar í lands­ kappingini í 1. deild hjá kvinnum skuldi spælast leygardagin, men av tí at kavi var á summum vallum, vóru allir tríggir dystirnir útsettir. Nú hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum so gjørt av, at teir verða spældir í dag í staðin. Dystir­ nir eru KÍ­EB/Streymur í Klaksvík, AB­Skála á Argjum og Víkingur­B68/NSÍ í Gøtu. Buha av landinum Blagoje Buha, sum síðstu seks árini hevur spælt við Neistanum, fer í summar aftur til Serbia, og tí verður hann ikki við í hópinum hjá Neistanum, sum í summar fer undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. 38 ára gamli serbin fer nú heimaftur eftir seks ár í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Neistanum. Alt bendir á, at Alan Shearer tekur yvir sum fyribils manager í Newcastle. Tað kann so eisini merkja, at Colin Calderwood av nýggjum er tøkur sum landsliðsvenjari hjá Føroyum, eftir at hann fyrst í februar mánaði bara var undirskriftina frá starvinum FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eftir frálíka úrslitið hjá fótbóltslandsliðnum í Ís ­ landi fyri hálvariaðru viku síðani hava gitingar verið um, at Fótbóltssambandið fór at seta Heðin Askham sum nýggjan A­lands liðs­ venjara. Hann skuldi bara taka sær av tí eina dystinum ímóti Íslandi, og hevur júst longt sáttmálan sum venjari hjá U21­landsliðnum. Higartil hevur eingin í Fótbóltssambandinum vátt­ að, at ætlanin var at lata Heðin hava ábyrgdina av A­landsliðnum meira enn henda eina dystin, og FSF­ forsetin, Høgni í Stórustovu, hevur áður sagt, at farið er undir alla tilgongdina við landsliðsvenjarastarvinum av nýggjum. – Vit endurmeta tilgongd­ ina og hava fyribils lagt eina ostaklokku út yvir alt málið. Vit fara at halda kort ini tættari at kroppinum nú, og tá sáttmáli skal gerast við komandi landsliðs venj­ ara, skal hann koma sum ketta upp úr høvdatrogi, segði Høgni í Stórustovu fyri einum góðum mánaði síðani. Orsøkin til tað er ivaleyst, at Sosialurin í januar mán­ aði avdúkaði, at Fótbólts­ sam bandið hevði tríggjar venjarar í at velja: Dansk­ aran Flemming Serritslev, íslendska serban Luka Kostic og skotan Colin Cald erwood, harav tann síðsti helst var »heitasta« evnið. Kanska tøkur aftur Fótbóltssambandið ætlaði at seta starvið fyrst í febru­ ar, men brádliga steðgaði alt upp, hóast bara undir­ skriftin segðist resta í. Nógv bendi tá á, at tað var und­ irskriftina hjá Colin Cald­ erwood, talan var um. Calderwood var beint frammanundan komin til Newcastle, har hann stutt eftir tók við besta liðnum saman við Chris Houghton, eftir at Joe Kinnear varð sjúkrameldaður við hjarta­ trupulleikum. Gongdin hev ur tó ikki verið nakað serlig, og nú sær út til, at Calderwood og Houghton ikki longur varðveita ábyrgd ina av Premier League­liðnum hjá New ­ castle. Nú ljóðar fyri vist, at Alan Shearer, sum helst er størsta lokala hetjan hjá Newcastle í nýggjari tíð, skal halda manager­stólin heitan, til Joe Kinnear er komin fyri seg aftur. At tilknýtið hjá Colin Calderwood til Newcastle tí kann væntast at gerast munandi leysari, enn tað hevur verið, kann lata upp fyri, at Fótbóltssambandið aftur hyggur nærri at »skotsku loysnini«. – Skal eg røkka mín­ um málum, eru um ­ støðurnar fyri víð ­ ari menning ikki til staðar í Føroyum. Tí eri eg noyddur at taka av tilboðnum um at svimja fyri Dan mark, sigur 18 ára gamli svimjarin úr Vági, sum vil fylgja dreym­ inum um OL­gull í London í 2012 SVIMJING Hilmar Jan Hansen fyrsti@apríl.fo Nú danska svimjisambandið hevur valt at strikað øll donsk met, sum Pál Joensen hevur sett, fær tað ikki ta stóru ávirkanina á víðari svimjileiðina hjá unga vág­ binginum. Longu í næstu viku skal hann til Danish Open­kappingina í Esbjerg, har hann lættliga kann seta øll metini av nýggjum. Orsøkin er, at nú lýkur Pál Joensen tær treytir, danska svimjisambandið hev ur sett, um hansara met skulu verða góðkend sum donsk met. Pál hevur nevni­ liga tikið eina tunga, men leingi umhugsaða, avgerð: Hann fer nú at umboða Dan mark í altjóða kapp ing­ um og svimja á danska landsliðnum. – Eg havi onkuntíð fyrr sagt, at eg eri ikki danskari, men føroyingur, og tað er framvegis galdandi, fyri tað um tað stendur Danmark aftan fyri mítt navn á met­ og úrslitalistunum. Tað ger tað longu allíkavæl, so fyri meg kann tað gera tað sama, sigur 18 ára gamli Pál Joensen. – Nú danska svimji sam­ bandið hevur spurt meg, um eg vil svimja fyri Dan­ mark, fái eg ikki sagt nei, tí tað stendur mær greitt, at skal eg røkka mínum mál­ um, eru umstøðurnar fyri víð ari menning ikki til staðar í Føroyum. Eg kann ikki blíva við at venja í ein­ um stuttum hyli í Vági, tá allar tær stóru kappingarnar eru í 50 metra longum hylj­ um úti í Europa. Samstundis letur Pál skilja á lagnum, at hann er sera vónbrotin av føroysku politikarunum, ið ikki geva svimjingini ans, tí einki røkist fyri, at ein føroyskur hylur, ið kann brúkast til venjing og altjóða kapping, er í ljósmála næstu mongu árini. Endar í Esbjerg Í gjár bóru vit tey tíðindi, at føroyskir og grønlendskir svimjarar ikki longur kunnu fáa síni met skrásett sum donsk met, uttan so at teir gevast at svimja fyri ávika­ vist føroyska og grønlendska svimjilandsliðið, men í stað in svimja á danska landsliðnum og umboða Dan mark í altjóða kapp ing­ um. – Míni fremstu mál hava higartil verið EM­ og HM­ kappingar, men sum allir teir, eg kappist við í altjóða kappingum, droymi eg eis­ ini um OL. Tá olympisku leikirnir eru í London í 2012, havi eg sum danskur landsliðssvimjari møgu­ leika at kappast við teir har eisini, og eg vil fegin fylgja dreyminum um at vinna olympiskt gull, sigur Pál Joensen, sum samstundis gevst við samstarvinum, hann í fleiri ár hevur havt við Jón Bjarnason, høvuðs­ venjara hjá Suðuroyar Svimjifelag. – Tað liggur einki per­ són ligt í tí, tí Jón hevur verið mín størsti stuðul og er ein fantastiskur venjari, og hann stuðlar mær eisini í avgerðini um at taka av til­ boðnum um at koma á danska svimjilandsliðið. Men av tí at eg skal til Es ­ bjerg at svimja við sama felag sum Elspa Mørkøre, West Swim, verður tað Bo Jacobsen, sum verður nýggj ur venjari hjá mær. Hesin Bo Jacobsen er ikki hvør sum helst, tí hann er beiggi fleirfaldað europa­ og heimsmeistaran, Mette Jacobsen, sum hann vandi øll árini. Felagið í Esbjerg fær í dag, sum er evstamark fyri flyting, fyribils váttan um svimjiloyvið hjá Pál Joen sen, sum tó ikki um boðar West Swim í kapp ing fyrr enn um ein mánað. – Í næstu og aðru viku fari eg at umboða Aalborg Svømmeklub, og eftir tað kemur so svimjiloyvið hjá mær til felagið í Esbjerg, sum eg komi at umboða nakrar ferðir fram til síðst í juni, tá skúlin er liðugur og eg kann flyta til Danmarkar, sigur Pál Joensen, sum sostatt avskrivar møguleik­ an fyri at umboða Føroyar á komandi Oyggjaleikunum á Álandi. Calderwood aftur tøkur hjá Føroyum Pál Joensen velur danska landsliðið Colin Calderwood er møguliga tøkur aftur sum landsliðsvenjari hjá Føroyum, nú alt bendir á, at Alan Shearer yvirtekur uppgávur hansara í sambandi við Premier League-liðið hjá Newcastle – Eg eri framvegis føroyingur og ikki danskari, sjálvt um eg í framtíðini skal umboða Danmark í altjóða kappingum, heldur enn Føroyar, sigur 18 ára gamli svimjarin úr Vági, Pál Joensen, ið her er avmyndaður í sambandi við venjing í Danmark fyri trimum vikum síðani