mikudagur 1. apríl 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 64 - 1. apríl 2009
tíðindi
Kári við Stein greiðir dag
fyri dag frá fiskivinnu
tíðindum úr Grønlandi
2. mars
Í dag eru – 19 stig og stilli. Polar
Qaassiut kom inn at landa í morg
un. Teir hava knappa fulla last,
og teir hava ligið fyri tað mesta
her í Dýpinum saman vid Polar
Amaroq. Lómur er inni og landar
í dag.
6. mars
Í dag eru – 26 stig stilli. Her er
aftur ísur so langt sum eyguni
røkka. Hann liggur heilt suður
ímóti Manitsoq. Lómur og aðrir
smærri bátar liggja inni fyri ís.
Rækjunar eru so smáar, sum teir
hava fingið seinastu tíðina, so tað
lønar seg ikki at fara og bróta seg
út í gjøgnum ísin.
Steffan C .liggur uppi í kassan
um út fyri Kangatsiaq. Teir royna
bert við einum troli fyri tíðina.
Polar Aassik kom inn til Nuuk at
landa í dag. Teir hava roynt á
Fylla Banka.
8. mars
Í dag er – 15 stig og stilli. Frætt er
frá Atlantic Enterprice, at teir
mangla 60 tons í last, so aftur til
Pamiut at landa. Aftaná fara teir
til Harbour Grace at bunkra og
skifta fólk. Natarnaq er á veg til
Reykjavíkar at landa, so teir hava
teir fulla last. Annunguaq II og
Lómur og fleiri av teimun smærru
bátunum hava ikki loyst aftur
orsakað av ísi og lítlari veiðu.
10. mars
Í dag eru – 13 stig og stilli inni
á, men tað er norðan uttanfyri.
Lómur og aðrir bátar loystu í gjár
nýggjan túr, og Polar Amaroq er
á veg til Nuuk at landa við fullari
last. Teir skulla skifta fólk, og síð
ani skullu teir til Eysturgrønlands
at royna.
11. mars
Í dag er – 19 stig og stilli. Atlantic
Enterprice kom til Pamiut í gjár
vid 750 tonsum av rækjum, sum
teir skulla leggja upp har.
Polar Qaasiut kom inn at landa
tað, sum var umborð og at skifta
manning. Síðani fara teir til
Eysturgrønland at royna.
12. mars
Í dag eru 1819 stig og stilli.
Her er opið suðureftir, men at
hyggja norðuryvir er ísur so
langt, sum eygað røkkur. Akamal
ik kom til Nuuk at landa í morg
un og at skifta fólk. Teir hava
roynt har suðuri á ymiskum leið
um. Akamalik skal royna einar
tríggjar vikur afturat, so skal
skipið á Skipasmiðju í Danmark.
Polar Assik kom inn til Nuuk í
morgun vid fullari last av rækjum.
Teir royna út fyri Nuukleiðina.
14. mars
Í dag eru – 12 stig stilli inni á, men
stormur av norði til havs. Ísurin er
farin í sor í nátt, og tá lýsti fyri
degi, vóru fýra jollur riknar til
havs. Ein av teimun smáu rækju
trolarunum fann tær og kom inn
við teimun øllum fýra. So lagið var
frálíkt niðri á kajuni. Lómur kom
inn at landa í morgun. Ikki veit eg,
hvat teir høvdu, men eg hoyrdi í
morgun, at rækjufiskaríið her um
okkara leiðir er syndarligt. Ein
segði, at sjey av teimun smærru
trolbátunum høvdi fingið um 40
tons tilsamans í fýra samdøgur.
16. mars
Í dag er stilli og 14 stig. Qaq
qatsiaq hevur verið inni í Nuuk og
landað knappa fulla last eftir
trimum vikum. So onkur fær rækj
ur í Vesturgrønlandi. Teir fóru út
aftur í kvøld. Teir skulla inn at
skifta fólk tann 23 mars. Frætt er
frá Ocean Prawns, at teir hava 480
tons inni. Har hevur verið keðiligt
veður og kalt og lítið at fáa, men
nú var líggjari og betri veður. Tað
sá út, sum um tað fór at bragda
við fiskarínum. Inuksuk er inni og
landar í Kanada knapt 400 tons.
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Hetta er ein sjáldsom sjón at síggja her um okkara leiðir. Ongatíð hava æðu
ligið so nær inni í havnini í Sisimiut áður og ongin ampi er á teimun. Siglir
tú onkran túr við báti tínum og tú sær æður, so fara tær á flog minst 10
byrsumál frá tær, so her er broyting komin í. Fyri nøkrum árum síðani var
tað bara skarvur, sum lá og fiskaði inni í havnini. So svongd er onkustaðni ...
Grønlandstíðindi:
Lítið av rækjum hjá smærru bátunum
Skráin fyri Rás 2
Jógvan Hans
Bilradio
Hósdagin kl. 16.05
Samrøða er við Geir Wardum frá Nord
jysk Lift, um tað sum fyritøkan hevur at
bjóða. Teir hava spesialiserað seg í
útleigu av so at siga øllum amboðum.
Eisini er prát við Jógvan Hans Joensen í
Miðvági í sambandi við at 50 ár eru liðin
síðan hann keypti sín fyrsta hýruvogn
og byrjaði sítt virksemi. Jógvan Hans
hevur verið í bilbransjuni í mong ár og
verið ein pionérur innan motortesting
av bilum. Hann hevur t.d. havt sínar
egnu Bosch testmiðstøðir í Havn og í
Miðvági.
Mikudagur 1. apríl
15:00 Tíðindi
15:10 Seinnapartsending – Mirjam
Pætursdóttir og Barbara Holm
16:00 Tíðindi
16:10 Seinnapartsending
17:00
Tíðindi
17:15
HALLO ØLL børn – Undirhildið
við upplestri, sangi og práti. Vertur
er Annika Steintórsdóttir.
17:45
Tónleikur
18:30 Tíðindi
18:45 Tónlekur
21:00 Úr skjáttuni
22:00 Tónleikur
00:00 Liðugt
Hósdagur 2. apríl
07:00 Tónleikur
09:00 Morgunsending
– Úr Bakkastovu Við Ljósá
10:00 Lýsingar
10:05 Morgunsending
– Úr Bakkastovu Við Ljósá
11:00 Tíðindi
11:05 Morgunsending
– Úr Bakkastovu Við Ljósá
12:00 Tíðindi
12:15 Hitttónleikur
13:00 Úr Bakkastovu Við Ljósá
14:05 Úr Bakkastovu Við Ljósá
15:00 Tíðindi
15:10 Rockballadir
16:00 Tíðindi
16:05 Bilradio – Magnus
Gunnarsson er vertur
17:00
Tíðindi
17:15
Tónleikur
18:30 Tíðindi
18:45 Tónleikur
21:00 Orð á leiðini
21:30 Tónleikur
00:00 Liðugt
Fríggjadagur 3. apríl
07:00 Tónleikur
08:00 Bilradio (e)
09:00 Morgunsending
09:30 Morgunsending
10:05 Morgunsending
11:00 Tíðindi
11:05 Morgunsending
12:00 Tíðindi
12:15 Hittónleikur
13:00 Ynskiløtan – Send eina
heilsan umvegis www.ras2.fo
15:00 Tíðindi
15:10 Varpið – Nýggj sending, sum
verður gjørd í samstarvi við
Televarpið.
16:00 Tíðindi
16:05 Varpið
17:00
Tíðindi
17:15
Tónleikur
18:30 Tíðindi (e)
18:45 Tónleikur
21:00 Tónleikasending hjá
Heimamissiónini. Torfinn
Jacobsen leggur til rættis.
22:00 Tónleikur
00:00 Liðugt