Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 65 - 2. apríl 2009 Tap upp á 65 millión­ ir krónur er met fyri Norðoya Spari­ kassa. Hetta er ein afturgongd á 94 milliónir sammet við 2007. – Vit hava funnið útav, at varni gamli spari kassa­ politikkurin er besta loysn in, sigur Eyðfinn Reyð berg, stjóri, sum ikki kennir seg heilt trygg an í sessinum RoknskapuR Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast bankin roknaði við ein um betri fyri 2008 enn úrs lit ið í 2007, so endaði 2008 sum ringasta árið í søg­ u n i hjá bankanum. ­ Tað eru serliga hend ing­ ar nar í septembur, oktobur og novembur, sum hava ávírk að úrslitið hjá okkum so øgiliga nógv, sigur Eyð­ finn Reyðberg, stjóri. Hann vísir somuleiðis á, at tað ser­ liga er innan fiski vinnu na, at útlánini hava givið min ni, enn hvat bankin hev ur goldið fyri lán úr øðrum bankum, at rentu margin a l ur in hevur verið ov lágur og at stór virðisminking hevur verið á partabrøvum, ið bankin eigur. Roknskapurin vísir somuleiðis, at bankin hevur eitt hall, sum svarar til um leið ein fimting av eginpeninginum, so fýra ár afturat á henda hátt høvdu gjørt bankan innsolventan. ­ Hetta er sjálvandi ikki nak að, sum fer at henda. Vit verða raktir av fiski vinnu ni, sum altíð er tað fyrst a, sum fer, og tí kann tað verða, at vit verða so hart raktir, sigur Eyðfinn Reyð berg. Kósin stórt útslag Kósin gav bankanum eitt tap á meira enn 15 milliónir krónur. Hetta er peningur, sum er mistur, og nú er Norð oya Sparikassi leysur av Kósini. Men hetta er bert ein lítil partur av teimum 48 millión um krónunum í tapi og burturleggingum. Hetta gevur eitt taps­ og burtur­ legg ing arprosent á 2,2 pro­ sent. Í 2008 var staðfesta tapið undir 10 milliónir krónur, men eftir hetta koma tær minst 15 milliónirnar í Kós­ ini. Men eitt stórt tap hevur eisini verið í partabrøvum í sep tem bur, oktobur og novem bur. Fiskaprísurin burtur Eitt annað, ið eisini hevur ávirkað Norðoya Spari­ kassa, er, at fiskaprísurin er í botni. Bankin hevur, sam­ bært stjóranum, roynt at minka um síni útlán í fiski­ vinnu, har vágin nú er komin niður á 100 milliónir krónur, men kortini hevur bankin mist nógvan pening har. Men í mun til undanfarnu tíðir er oljuprísurin lægri, og tað kann hjálpa fyri­ tøkuni. Tríggir fjórðingar av tí, sum bankin roknar við at missa í 2009 eru pengar í vinnuni. Lítil rentumarginalur Ein annar postur, sum sam­ bært stjóranum hevur havt sína ávirkan, er rentu marg i­ n al urin. Eyðfinn Reyð berg metir, at 10 milliónir krónur ikki eru komnar inn í mun til 2007, tí rentumarginalurin ikki bleiv, sum bankin æt laði. Nú er hesin hækkaður, so bankin vinnur meiri pen­ ing. Óheppin politikkur Sambært Eyðfinni Reyð­ berg hevur bankin nú funnið útav, at varni gamli spari­ kassa politikkurin við lítl­ um váða, er hátturin, ið er ein gongd leið. Spurdur um bankin hevur gjørt okkurt stórt mistak er stjór in skjótur at rýma frá ábyrgd ini. ­ Ongin visti, at hendan krepp an fór at koma. Hon kom óvart á okkum øll, men nú hava vit umskipað, so taka vit tað her frá og vóna, at tað gongur betur, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann vísir somuleiðis á, at ein partur á tí óhepna er, at bankin hevur lænt pening frá øðrum bankum, har bank in hevur latið meira í rentu til bankan teir læntu frá, enn teir fingu í rentu frá sínum lænarum. ­ Nú hava vit næstan ongi lán í øðrum bankum, sigur stjórin. Hann vísir somu­ leið is á, at útlánsprosentið er lækkað, so bankin hevur min ni váða. Í ár er talið 95,6 prosent í mun til 107,2 prosent í fjør. Ótryggur Tá so keðilig úrslit koma úr eini fyritøku, so er spurn­ ing ur in ofta, um stjórin slepp ur at halda fram, og eisini her, er Eyðfinn Reyð­ berg varin at úttala seg. ­ Mín egna sess vil eg ikki úttala meg um, men mín støða er undirorðna, og tá mann fær nakrar trupul­ leikar, so ger mann tað, ið krevst fyri at loysa teir, men beint nú týðir onki uppá annað, enn at tú eisini fært meg í hornið um eitt ár, um tú spyrt eftir stjóranum í Norðoya Sparikassa, sigur Eyð finn Reyðberg. Betri í ár Hóast Eyðfinn Reyðberg er sera varin við at úttala seg um, hvørji útlitini eru, tí teir vóru meira enn 90 millión ir við síðurnar av í ár. Men stjórin vísir á, at bank in hevur ætlanir um av lop í ár. Bankinsegði í fjør, at 2008 fór at gerast betri enn 2007, tá avlopið var um 30 milliónir krónur fyri skatt. Vaknaður til marru Eyðfinn Reyðberg kennir seg ikki heilt tryggan í sínum sessi eftir úrslitið, men hann roknar við, at hann verður verandi í sessinum Kanada ávarar USA og Russland Kanadisku myndugleikarnir halda, at amerikanarar og russar hava í so stóran áhuga í tí kanadiska partinum av póløkinum. Kanadiski uttan ríkis­ ráð harrin, Lawrence Cannon, sigur við fjølmiðlarnar, at landsins arktisku grannar eiga at virða kanadiska ræðisrættin, og at allur ivi skal leggjast fyri Arktiska Ráðið. Kanadisku myndugleikarnir eru í ferð við at byggja ein stóran ísbrótara sum lið í politikkinum at vísa, at landið tilskilar sær síni rættindi í póløkinum. USA og Russland hava boðað frá, at tey viðurkenna ikki tað markið, sum Kanada sigur vera sítt. Danmark fær útlendskar lærarar Gongst eftir ætlan, fara týskir og polskir lærarar at arbeiða í danska skúlaverkinum um nøkur fá ár. Eftir ætlanini skulu teir fáa útbúgving í Danmark við náttútu, tøkni ella støddfrøði sum sergrein. Tað er lærar a út­ búgv ingin í Suðurjyllandi, sum hevur lagt tiltakið til rættis, og nú verður bíðað eftir góðkenning frá kenslumálaráðnum í Keypmannahavn, skrivar JydskeVestkysten. Teir útlendsku lærararnir fáa neyvan ilt við at fáa arbeiði í Danmark. Ein framrokning vísir, at bara í Suðurjyllandi og á Fyn verður tørvur á 550 lærarum um fimm ár.