hósdagur 2. apríl 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 65 - 2. apríl 2009
- Fyrstu tríggjar
mánaðirnar í ár
hava vit skrásett
eitt líka so stórt tal
av fiskimonnum, ið
ikki hava galdandi
trygdarskeið, sum
vit skrásettu alt sein-
asta ár, sigur Jóhan
Simonsen, vakt-
havandi á Fiskiveiði-
eftirlitinum
Eftirlit
Orð: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Aksel á Botni
Tað er sjáldan, at vit síggja
myndir av einum veruligum
fiskiveiðieftirliti í bløðun
um, men í dag hava okkara
lesarar høvi at síggja nakrar
myndir av einum slíkum
tilvildarligum eftirliti, sum
Tjaldrið gjørdi í desember
mánaða í fjør.
3-4 fólk avstað
Tá vit soleiðis fara á
eftirlitsvitjan, fara vanliga
trý fólk í gummibátin. Ein
liggur við bátinum, meðan
tvey fólk fara umborð á
skipið. Um kanningarnar
eru meira umfatandi, og
nógv skal skrivast og skrá
setast, eitt nú fiskasløg og
fiskastøddir, fara fýra fólk
avstað,
harav
trý
fara
umborð á skipið.
Tað sigur Jóhan Simon
sen, vakthavandi á Fiski
veiðieftirlitinum.
Ein
slíkan
dag
sum
hendan, tá hesar myndirnar
eru tiknar umborð á einum
tilvildarligum
trolbáti,
verður eitt nú hugt ígjøgnum
ymisk skipsskjøl, meskar
verða mátaðar, og hugt
verður at, hvør veiðan er.
Vanlig meskastødd er
145 mm., men eru skip á
upsaveiði, og meira enn
helmingurin av veiðini er
upsi,
kunnu
meskarnir
verða 135 mm. Men tá skal
hetta fráboðast Fiskiveiði
eftirlitinum. Tað
er
tó
sjáldan, at skip á upsaveiði
hava smærri meskar enn
140 mm., sigur hann.
Í lagi – ella ei
Jóhan sigur, at ein vanlig
eftirlitsvitjan
umborð
á
fiskiskipi tekur einar tveir
tímar – alt eftir, hvørjar upp
gávurnar eru, sum eftirlitið
fevnir um.
Viðhvørt verður farið
umborð á skipini, beint
áðrenn hálað verður, men
skal eitt nú veiðan í lastini
kannast, kunnu vit fara
umborð, nær tað skal vera.
Hann sigur, at brot á
reglur um eitt nú veiðireið
skap, veiðisamanseting ella
reglur, sum fevna um skips
skjøl
og
siglingarloyvi,
verða
skrásett,
og
eru
viðurskiftini ikki í samsvari
við galdandi lóg og reglur,
verða málini latin fútanum.
Vit hava ongar heimildir
til at geva átalur ella áleggja
møguligar bøtur. Okkara
partur er eftirlitsarbeiði og
at skráseta, hvussu støðan
er. Í okkara verð er einki
sum eitur, at viðurskifti eru
næstan í lagi. Antin eru tey í
lagi, og reglurnar verða
fylgdar – ella eru tey tað
ikki, sigur Jóhan Simonsen.
Vantandi
trygdarskeið
Vakthavandi á Fiskiveiði
eftirlitinum sigur, at eitt,
sum eftirlitið serliga hevur
merkt sær í hesum árinum,
er, at nógv fleiri skrásetingar
eru, har menn ikki hava
galdandi trygdarskeið og
heilsuváttan sum er eitt
krav fyri at kunna mynstra.
Í fyrsta fjórðingsári í ár
hava vit skrásett líka so
nógvar tilburðir, har menn
ikki hava galdandi trygdar
skeið, sum vit skrásettu alt
seinasta ár.
Ein partur av eftirlitinum
er soleiðis eisini at kanna
eftir, um menn hava gald
andi
trygdarskeið
og
heilsuváttan.
Hesi viðurskifti skulu
verða í lagi, og tú eigur ikki
at sleppa at mynstra, um tey
ikki eru tað.
Jóhan vísir á, at tað er
uppgávan hjá skiparanum
at ansa eftir, at menn hava
galdandi váttanir.
Um trygdarskeið ella
heilsuváttan, sum menn
áður hava tikið, er útgingið
– ella um viðkomandi ong
antíð hava fingið hesi
viðurskifti upp á pláss – er
fyri eftirlitið ikki avgerandi.
Tað, sum er avgerandi, er,
at hesi viðurskifti eru í lagi.
Tað er júst sum við einum
koyrikorti. Antin hevur tú
koyrikort – ella hevur tú
ikki, leggur hann aftrat.
Fleiri vitjanir
Spurdur, hvør orsøkin man
vera til, at so nógvar skrá
setingar eru av monnum,
sum ikki hava galdandi
trygdarskeið og heilsuvátt
an, sigur vakthavandi á
Fiskiveiðieftirlitinum,
at
tað er eitt sindur ilt at siga.
Eitt er kanska, at vit
hava havt lutfalsliga nógvar
eftirlitsvitjanir í ár í mun til
seinasta ár.
Sum skilst, er tað ikki
bíðitíðin at fáa trygdarskeið,
sum er atvoldin til, at menn
– um man so kann siga –
sigla ólógliga.
Trygdarskeið kunnu
takast bæði í Klaksvík og í
Havn, og eg havi skilt, at
støðirnar hava orku til at
útbúgva
rættiliga
nógv
sjófólk millum ár og dag.
Tað er ikki her, havi eg
skilt, at trupulleikin liggur,
sigur Jóhan Simonsen.
Vakthavandi á Fiskiveiði
eftirlitinum leggur kortini
dent á, at tað eru nógvir
skiparar og skipaeigarar,
sum hava síni viðurskifti í
lagi.
Eg trúgvi, at ein stórur
partur veldst um hugburðin,
og tað er at vóna, at menn
fara at taka hesi viðurskifti
í uppaftur størri álvara.
Sum er, bendir mangt á, at
tendensurin í løtuni ikki
dregur rætta vegin, sigur
Jóhan Simonsen á Fiski
veiðieftirlitinum.
Fleiri og fleiri
mynstra uttan
trygdarskeið
Við 195 kanningum í 2008 staðfesti Fiskiveiðieftirlitið, at tilsamans 26 skip
brutu reglurnar um kravt trygdarskeið og heilsuváttan hjá manningini. Fram
til hálvan mars í ár vórðu tilsamans 60 kanningar gjørdar. Hesar staðfestu,
at ikki færri enn 30 skip brutu reglurnar um trygdarskeið og heilsuváttan.
Umborð á onkrum skipi luku heili 6 av 11 monnum ikki galdandi reglur.
Myndirnar eru tilvildarligar
Ikki semja í G20
Tá toppfundurin hjá ríkis og stjórnarleiðarunum í G20
londunum byrjaði í London í dag, var tað als ikki vist, at
fundurin fer at enda við nakrari veruligari semju. Í gjár
vórðu fleiri royndir gjørdar at finna eina semju millum
tey ymsu sjónarmiðini, sum londini hava, tá tað snýr seg
um at avmarka ta búskaparligu afturgongdina og at fáa
gongd aftur á heimsbúskapin. Í gjár vóru leiðararnir og
heilsaðu upp á Elizabeth drotning, og aftaná vóru teir til
døgurða í Downing Street, har Gordon Brown, forsætis
ráðharri, var vertur. Sum væntað vóru fleiri mótmælis
tiltøk í London í gjár, og 63 fólk vórðu tikin.
Ivi um NATO-møguleikarnar
hjá Fogh
Í seinastu løtu verður ivi sádur um amerikanska stuðulin til
Anders Fogh Rasmussen sum komandi NATOaðalskrivara.
Berlingske Tidende skrivar, at sambært diplomatiskum keldum í
NATO hevur stjórnin hjá Barrack Obama størri áhuga í at
tekkjast Turkalandi heldur enn danska forsætisráðharranum.
Turkaland er tað NATOlandið, sum hevur verið harðast ímóti
honum sum aðalskrivara. Fogh er tann, sum hevur bestu
møguleikarnar, men amerikanska avgerðin er ikki greið enn,
sigur ein amerikonsk kelda við tíðindastovuna AP.