Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 65 - 2. apríl 2009 Svenskir politikarar hóttir Fimti hvør kommunupolitikari í Svøríki hevur verið fyri harðskapi ella hóttan um harðskap tað seinasta árið orsakað av sínum politiska virksemi. Tað eru serliga politikararnir á høgravonginum, sum verða hóttir. Eitt nú er fjórði hvør kommunupolitikari hjá flokkinum Moderatarna hóttur við harðskapi, skrivar blaðið Dagens Samhælle. Blaðið vísir til eina kanning, sum umfataði 9.000 býráðslimir. Hon vísti, at tær flestu hóttaninar verða sendar í telduposti ella í telefon­ ini, men at tað eru bara tær heilt fáu, sum enda við veruligum harðskapi ella herverki. Dýrari at roykja í USA Við ávísing til heilsuvandan hevur stjórnin hjá Barrack Obama, forseta hækkað avgjaldið á tubbaki munandi. Broytingin kom í gildi í gjár og ber í sær, at avgjaldið á einum pakka við 10 sigarettum er hækkað seks krónur, skrivar Ritzau. Tað er tríggjar ferðir meiri, enn tað var. Pengarnir frá avgjaldshækkingini skulu brúkast til at bøta um sjúkratryggingina hjá børnum. Obama hevur sett sær fyri at brúka 185 milliardir krónur til at útvega fýra milliónum børnum afturat sjúkratrygging, og avgjaldshækkingin á tubbakinum fer at fíggja umleið helmingin av kostnaðinum.