hósdagur 2. apríl 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 65 - 2. apríl 2009
Kjerligheit
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
- Tit mugu koma áðrenn klokkan
fimm, tí tá fara vit til arbeiðis,
sigur Emma Hansen blíð í
telefonini, tá vit avtala, nær vit
skulu koma at práta við hana og
Harry um tíðina, tá tey bæði
komu saman.
Hvørt einasta gerandiskvøld í
nærum trýati ár hava tey bæði
sitið vakt í svimjihylinum á
Toftum saman.
Hetta við at vera saman í
gerandisdegnum lærdu tey longu
sum smábørn á Toftum, har tey
vuksu upp við bert 100 metrum
millum barnaheimini.
- Vit spældu altíð úti saman
børnini í grannalagnum. Frá
morgni til myrkurs. Stuttlig spøl,
har vit runnu undan, fangaðu og
krógvaðu okkum. So við og við
bleiv tað kanska oftari tann sama
man royndi at fanga. So okkurt
hevur helst verið longu tá.
Emma smílist upp á mannin,
meðan hon forklárar. Hann situr
so spelkin undir liðuni á henni í
sofuni í hugnaligu stovuni á
Toftum. Og saman minna tey
hvønn annan á nøvnini á
spølunum tey spældu saman sum
børn: ”Sakna tríggjar menn”,
”heysa flagg” og ”plukke rose”,
og so hetta serliga við at krógva
seg saman.
- Ja, tað var hugnaligt, tað er
púra vist, minnist Emma, sum
eisini gekk í Tofta skúla saman
við honum, sum hon seinni fekk
borð og børn við.
Kvinnan í lívinum
Tey minnast ikki akkurát, nær tað
hendi. Men Harry hevur verið
um tey 14 og hon um tey 13
árini. Í fyrstani var tað bara at
leiðast. Og at ganga túr. Altíð úti.
Og ofta saman við øðrum
ungdómum í bygdini.
- Eg veit væl, hvat eg fall fyri
hjá Emmu. Hon var pen og hevði
vakrar krúllur. Og so var
hon so kát, at láturin
hoyrdist
allastaðni,
sigur Harry.
- Og eg vildi hava Harry, tí
hann var so fittur og nemmur og
líkatil, sigur Emma.
Harry misti mammuna um
sama mundið, longu sum 14 ára
gamal. Og við eitt var hann meir
og minni einsamallur í húsi, tí
pápin og brøðurnir vóru
sjómenn.
- So har hevur heilt vist verið
saknur í einari kvinnu í lívinum,
heldur Harry, ið nýfermdur fór til
skips. Millum túrarnar, sum ofta
vóru fleiri mánaðir, hittust tey og
hugnaðu sær saman. Men
framvegis altíð úti. Ella í kirkjuni
og í missiónshúsinum, har tey
hava gingið øll árini.
Eins og í dag var nógvur
ítróttur og har hava tey altíð fylgt
væl við. Harry bæði sparkaði og
róði kapp, tá hann var heima. Og
Emma spældi eitt skifti hondbólt.
Men seinastu árini hevur
renningin havt stóra áhugan. Ikki
minst gjøgnum sonin Absalon
Hansen, ið sum kunnugt er ein
hin frægasti rennarin í landinum.
Men hóast Harry er farin um tey
70, er hann eisini raskur, tí hvør
minnist ikki, tá hann rann millum
allar kirkjunar av Toftum og líka
til Klaksvíkar, tá
Norðoyatunnilin lat upp?
Gjørdi sær útstýr
Harry hevði ongantíð verið inni
hjá Emmu og teimum, tá tey tóku
ring upp á í 1956. Tá var hon 16
og hann nærkaðist teimum 18.
Hann minnist enn fyrstu ferð
hann hitti mammu Emmu. Tað
var ikki tespiligt. Hann var júst
heimkomin av sildafiskiskapi og
rann niðan til unnustuna. Men
hann tordi ikki at banka á dyrnar,
og fór at kasta smásteinar upp á
rútin. Tá hon kom út á trappuna
var mamman í hølunum.
- Eg bleiv so kløkkur, at tað
rann mær kalt niður eftir
rygginum, og eg vildi bara renna
avstað aftur. Men mamman rópti
meg inn, og vit bæði fullu
beinanvegin fyri hvørjum øðrum,
sigur Harry og smílist, tí
vermamman tók hann til sín sum
sín egna allar sínar dagar.
- Tá var tað soleiðis, at
vart tú forlovað, var
onki við at ganga úti
og mala, sigur
Emma, sum var í
húsplássi, meðan
Harry sigldi úti. Og
um kvøldarnar
sat hon heima
og gjørdi
handarbeiði,
bant upp á
Harry og
savnaði útstýr
til komandi
heimið.
- Eg minnist
enn kassarnir,
sum stóðu klárir fullir av tingum.
Har varð seymað og bundið og
bestilt frá Dealls Varehus..
koppar, tallerkar, skeiðir, dúkar,
seingjarklæðir…alt nýtt og
vakurt, forklárar hon.
Harry droymdi eisini um eitt
heim til sín og Emmu. So skjótt
hann fekk ráð, keypti hann
teimum grundstykki at byggja á.
Tað kostaði 928 krónur og er
hetta sama grund, sum tey búgva
á denna dag.
Árið eftir fóru tey bæði ungu,
sum framvegis vóru ógift, eins
og hundrað- ella -túsundatals
aðrir føroyingar, til Íslands á
Verftið at arbeiða fisk. Hann í
Akranesi og hon í Keflavík. Tá
hittust tey eisini viðhvørt.
- Tað var ordiliga spennandi og
hugnaligt at møtast har. Vit hava
ongantíð gingið í dansi og
sovorit, so vit gingu túrar og
prátaðu og fóru í biograf,
forklárar Harry. Emma kom yvir
í februar og fór heim aftur í mai,
tá Harry fekk kjans við einum
trolara. So restina av árinum
samskiftu tey við brøvum og
telegrammum millum Føroyar og
New Foundland.
Á fríggjaraferð
Av natúrligum orsøkum fingu
Emma og Harry knappliga
skund. Tí mátti Harry venda sær
til pápa Emmu at biðja um hond
hennara. Hon var tá 18 og hann
20.
- Sjálvandi mátti eg biða um
Longu sum smábørn spældu Harry og Emma Hansen
saman í grannalagnum á Toftum, har tey seinni bygdu
sær hús og nú hava livað saman sum hjún í 50 ár
Barndómsparið hev