hósdagur 2. apríl 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 2. apríl 2009
13
hana. Eg kundi jú ikki stjala
hana. Soleiðis var tað tá. Tað var
seint á kvøldi. Eg bankaði á
dyrnar og stóð har so reyður og
smæðin í gongini, tá gamli kom
oman trappurnar. Men hann var
so sjelablíður og bjóðaði mær
inn, og so var alt í lagi, sigur
Harry.
Men lógin segði, at maðurin
skuldi vera 21 og førur fyri at
forsyrgja einari familju, skuldi
hann sleppa at giftast.
- Men eg forvann góðar pengar
í fiskiskapi og vit høvdu sum
sagt skund. Tí fekk eg skiparin at
skriva undir upp á, at eg kundi
forsyrgja einari familju. Og so
sluppu vit at giftast.
5. apríl 1959 var brúdleyp á
Toftum. Og 1. november sama ár
kom fyrsta barnið, og eftir
trimum árum vóru húsini longu
niðurgoldin.
Tilsamans komu fýra ungar í
reiðrið hjá Emmu og Harry.
Tríggir dreingir og ein lítil didda,
sum tey tíverri mistu, tá hon var
bara fáar mánaðar gomul. Tað
var størsta sorgin í samlívinum
hjá teimum báðum, sum í ár hava
verið gift í fimti ár.
Men soleiðis er lívið sjálvandi,
tá vit koma upp í árini saman,
eins og Emma og Harry: Ein
felags ferð, við góðum og minni
góðum upplivingum.
Tí kunnu tey eisini sita her so
hugagóð í sofuni í dag, og
minnast aftur á eydnuríku
ungdómsdagarnar, tá tey bæði
funnu saman.
Forelskilsi er sum várið - áðrenn
tú tað varnast, stendur tú mitt í tí
og skilir ikki, at tað nakrantíð fer
at enda. Fyri summi endar várið
ongantíð. Á Sosialinum fara vit at
fortelja søgurnar um, hvat tað var,
sum hendi, tá ið nøkur pør fyrstu
ferð upplivdu várið saman.
Nú leygarkvøldið 4.
apríl hátíðarhalda
Emma og Harry
Hansen gullbrúdleyp
fyri 250 fólkum á
Svangaskarði
vur gullbrúdleyp