Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 FÓTBÓLTUR 2009 Á aðalfundinum hjá Fótbólts sam­ bandinum, sum var á Hotel Hafnia í Havn leygardagin 21. februar, var 61 ára gamli norðmaðurin, Per Ravn Omdal, serligur heiðursgestur. Hann hevur bæði í norskum, europe­ iskum og altjóða fótbólti røkt álitis­ sessir á hægsta stigi, og er tí veru­ liga eitt stórt navn í fótbólts heim­ inum. Har hevði hann ein fínan og hug­ vekjandi fyrilestur um, hvussu tey í Norra hava borið seg at við barna­ fótbóltinum, so tey í dag eru fremst í gentufótbólti og saman við Hollandi fremst í dreingjafótbólti, tá talan er um talið á íðkandi, sam­ anborið við fólkatalið. Per Ravn Omdal vísti á, hvussu stórur vøksturin í Norra hevur verið. Frá í 1971 at hava havt 3.100 fót­ bóltslið eru tey í 2008 komin so langt, at tey nú hava yvir 27.500 lið. Hann fortaldi, at tá tey í 1976 góvu gentum loyvi til at spæla við, vóru bara 50 íðkandi gentur, men at í 2008 spældu 112.500 gentur fótbólt í Norra. Spurdu børnini – Onnur orsøkin til samlaða vøkst­ urin er sjálvandi, at vit lótu gent­ urnar sleppa uppí. Hin orsøkin botn­ ar í teimum broytingum, vit tóku stig til, eftir at vit í 1983 gjørdu eina kanning millum 4.000 norsk skúlabørn, har vit spurdu tey, hví tey spældu fótbólt og hví tey góvust við at spæla, segði Per Ravn Om ­ dal. – Tey, sum ikki sluppu upp í part, men sótu á bonkinum, góvust skjótt. Hetta var ikki tað, vit ynsktu at hoyra, men hetta var veruleikin. Um tveir vinmenn vóru á sama liði, har annar slapp at spæla og hin sat á bonkinum, so góvust báðir, tí vin­ ar lagið var sterkari enn sjálvi aktivi­ teturin. At vinir vildu heldur vera saman við sínum vinum, enn at spæla fót­ bólt saman, segði Omdal vera sum eina útpurring, ið gjørdi, at tey fóru í holt við at lata børnini spæla sjey ímóti sjey, tí tá sluppu øll at spæla og tað slapst undan, at summi alla tíðina máttu sita á bonkinum og hyggja at, meðan hini spældu. – Samstundis settu vit forboð ímóti bara at lata tey bestu spæla og hini sita á bonkinum, tí vit vildu hava, at øll skuldu sleppa at spæla líka nógv. Nógvastaðni eru tað venj arar og foreldur, ið tvinga gomlu skipanina ígjøgnum, tí tey bara vilja vinna, sjálvt um børnini fyrst og fremst vilja vera saman – og har næst vilja spæla fótbólt saman, segði hann. Uppalandi arbeiði Per Ravn Omdal heldur fótbóltin hava ein fyrimun, bæði í Norra og úti í heimi, tá roynt verður at gera vart við seg í politisku skipanini, tí nakað verður gjørt fyri børn og ung. Tað virðismeta politikarar virðis­ meta og geva nakað fyri, tí hvussu besta mansliðið klárar seg, vigar einki aftur ímóti uppalandi arbeið ­ inum. – Í seks ár hevði eg ábyrgd av politisku viðurskiftunum hjá UEFA mótvegis ES, og eg var í Brüssel tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Allir politikarar og embætismenn, eg tosaði við, høvdu børn ella onkr­ an í familjuni, sum spældi fótbólt, og tí kendu tey til sosiala og upp­ dragandi arbeiði, fótbólturin ger, sigur hann. – Sjálvur vaks eg upp í 50­unum og 60­unum, og var altíð við pápa mínum til fótbólt, meðan mamma mín tók tær báðar systrarnar hjá mær við til fimleik. Í dag er so nógv broytt, at í øllum førum onnur systir mín hevði spælt fótbólt. Fótbólturin er ikki longur nakað, sum líkasum er millum faðir og son, men meira nakað, sum er fyri alla familjuna. Børnini glaðari í dag Omdal er ikki í iva um, hvat ger munin, so fótbólturin kann verða nakað fyri øll. Tað er, at farið verður burtur frá, at tað altíð skulu vera 11 á hvørjum liði, tí við skipanum, har børnini spæla sjey ímóti sjey, fimm ímóti fimm og enntá trý ímóti trim­ um, gevast nógv fleiri møguleikar og pláss fyri øllum. – Tá eg var átta ára gamal, Soleiðis sleppa øll at spæla við – Í amerikanskum gentufótbólti hava tey spælt tríggjar ímóti trimum í 20 ár, og í dag er USA á odda í heiminum, tá tað kemur til kvinnufótbólt. Allar royndir vísa, at slíkt spæl fostrar nógvar og góðar spælarar, sigur Per Ravn Omdal, norskur og europeiskur fótbóltsleiðari, sum var heiðursgestur á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum í ár Per Ravn Omdal brúkti eina talvu, har hann við talandi tølum vísti, hvussu stórur vøksturin í norskum fótbólti hevur verið síðstu 30-40 árini Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir