hósdagur 2. apríl 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2009 25
spældu vit altíð 11 ímóti 11, tí tey
vaksnu vildu hava tað at vera so
leiðis. Men tað var meiningsleyst, tí
upp á tann máta vórðu so nógv sett
uttanfyri, sum nú høvdu sloppið
upp í part. Og í dag hava børnini
dupult so stóra gleði av fótbóltinum,
sum vit høvdu, sigur Per Ravn
Omdal og nevnir eitt ítøkiligt dømi
um, at smærri lið eru vegurin fram:
– Í amerikanskum gentufótbólti
hava tey spælt tríggjar ímóti trimum
í 20 ár. Í dag er USA á odda í heim
inum, tá tað kemur til kvinnufótbólt,
og har eru níggju milliónir spælarar.
Í longdini gevur tað eisini betri
fótbóltsspælarar, um tey byrja við
smærri umstøðum upp á henda
mátan.
Mugu fáa øll við
Í Norra er henda skipanin við
smærri liðum eisini nakað, ið verður
brúkt hjá teimum vaksnu. Har
spæla tey sjálvandi 11 ímóti 11,
men so eru alternativar deildir, har
vaksin spæla sjey ímóti sjey – ser
liga á smærru plássunum. Tað sama
er hjá unglingunum, og allar royndir
vísa, at slíkt spæl fostrar nógvar og
góðar spælarar.
– Eg vil seta tað so avgerandi
upp, at tekur tú hann ella hana á
liðið, bara fyri at vinna dystirnar,
heldur enn at lata øll sleppa at
spæla, so ert tú á skeivari planet, tí
tá gevst tann øgiliga skjótt, ið ikki
verður tikin út. Tað, sum veruliga
hev ur nakað at siga, er tað langt
røkkandi perspektivið, at vit fáa
børnini at spæla so leingi sum gjør
ligt, sigur Per Ravn Omdal.
– Vit uppliva hvørki vøkstur ella
framgongd, fyrr enn vit hava sett
okkum eitt hægri mál, enn at vit
fyri alt í verðini skulu vinna ein dyst
hjá teimum 11 ára gomlu. Tað snýr
seg um at fáa øll við.
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Per Ravn Omdal
Per Ravn Omdal er føddur í Stavanger í 1947. Hann er
fyrrverandi ítróttarleiðari og forseti í norska
fótbóltssam bandin um. Hóast hann ongantíð spældi
fótbólt á hægsta stigi, gjørdist hann skjótt ein leiðari
innan fótbóltin. Ikki minst er hann kendur fyri at
hava røkt fleiri álitissessir í europeisku fótbólts sam
gonguni, UEFA, og altjóða fótbólts samgonguni, FIFA.
Bæði í 1994 og 2003 var hann heiðraður við
»Kniksens Hederspris«, og í ár var hann heiðraður við
»Idrettsgallaens hederspris«.
F
A
K
T
A
– Tað, sum veruliga hevur nakað at siga, er tað langtrøkkandi
perspektivið, at vit fáa børnini at spæla so leingi sum gjørligt,
segði Per Ravn Omdal á fínum og hugvekjandi fyrilestri á
aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir