hósdagur 2. apríl 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 FÓTBÓLTUR 2009
Hóast fleiri útskiftingar
halda teir á Toftum
vánir vera fyri betri
úrsliti enn í fjør, tá ið
B68 stóð seg betri, enn
uppflytarar ofta gera
Seinastu árini hevur tað verið nógv
upp og niður hjá B68. Eftir at hava
átt fast pláss í bestu deildini í tað
mesta av einari fjórðings øld, hevur
tað seinastu árini verið nógv upp
og niður. Í fjør eydnaðist tað at
halda tørn um plássið í bestu
deildini. B68 endaði á 6. plássi, og
harvið hilnaðist tað væl betur, enn
tað ofta hevur gjørt hjá upp flyt ar
um.
Bill Jacobsen, sum er annar av U
21 landsliðsvenjarunum, er ábyrgd
ar maður á Svangaskarði. Hann tel
ist millum fleiri evnaríkar og væl
útbúnar venjarar í nýggjum ættar
liði. Fleiri spælarar, sum í fjør áttu
heimavøll á Svangaskarði, eru ikki
longur partur av liðnum hjá tofta
monnum, og nýggir eru komnir í
teirra stað. Svarið hongur kanska
upp aftur meiri í vindinum, enn tað
ger hjá onkrum øðrum feløgum,
hvussu tað man fara at hilnast hjá
B68, men mótið sigst vera gott.Mill
um teir mest eyðsýndu, sum hava
biðið farvæl á Svangaskarði, eru
Jann Ingi Petersen, ið higartil bara
hevur umboðað barndómsfelagið,
og danski álopsspælarin Brian
Andresen. Arnbjørn Danielsen er
givin.
At liðið kanska hevur somu
styrki, sum tey hevði í fjør, ella
møguliga fer at standa seg betri
enn so, kemst millum annað av til
gongdini: Poul N. Poulsen og Bogi
Gregersen eru komnir av Skála og
yvir um fjørðin, og so er Nenad
Stankovic komin úr Runavík og út
til grannarnar. Í fjør hilnaðist tað
ikki so ógvuliga væl hjá serbanum,
sum í 2007 var krumptappurin á
FM liðnum hjá NSÍ, og sum árini
frammanundan var høvuðsstrategur
tey árini, tá ið tað gekk so væl á
Skála, at tað var um reppið, at teir
vunnu FM heitið.
Vlada Filipovic fer aftur at verja
B68 málið. Tá ið tað eftir summ ar
steðgin í fjør hilnaðist væl hjá B68,
vóru Pól Jóhannus Justinussen og
Jóhan Dávur Højgaard miðverjar.
Hvørgin teirra hevði royndir í hesum
ódnunum, og báðir stóðu teir seg
stak væl. 38 ára gamli Øssur Han
sen er framvegis á liðnum, og mill
um aðrar royndar spælarar eru
Kristian Anton Andreasen og Jóhan
Petur Poulsen, sum í fjør var illa
skaðaplágaður.
Í fjør vóru fýra senegalesar á
Toftum. Tveir hava ikki fingið boð
um at koma aftur. Ndende og Keita
hava víst, at teir kunnu vera við til
at styrkja liðið, og millum ungu
menninar, sum eru uppvaksnir á
Toftum, og sum stríðast fyri at
sleppa framat, eru sera evnaríku
Andre Olsen og Jóan Símun Ed
mundsson.
Tofta Ítrótta felag
B68
FO-650 Toftir
www.b68.fo
STOVNAÐ
21. desember 1962
FORMAÐUR
Jógvan Højgaard
MEISTARAR (3)
1984, 1985, 1992
STEYPAVINNARAR
ongantíð
GREIPUVINNARAR
ongantíð
Í BESTU DEILDINI
(2 ár)
1981-2004, 2006,
2008-
Í EUROPA (4)
Meistarakappingin
1993/94
Intertoto 1996/97,
2001/02, 2002/03
MÁLVERJAR
Vlada Filopovic (Áður spælt
Skála, VB/Sumba)
Petur Meinhard Magnussen
VERJUSPÆLARAR
Pól Jóhannus Justinussen
(NSÍ, GÍ)
Øssur Hansen (B36)
Poul N. Poulsen (VB/Sumba,
Skála)
Jóhan Petur Poulsen
(NSÍ, Esbjerg)
Oddur Højgaard
Jóhan Dávur Højgaard (GÍ)
Niklas Joensen
Niklas Poulsen
MIÐVALLARSPÆLARAR
Ndende Adama Gueye
Nenad Stankovic (NSÍ, Skála)
Kristian Anton Andreassen
Dánjal Pauli Højgaard (ÍF)
Emil Olsen
ÁLOPSSPÆLARAR
Jóan Símun Edmundsson
Jonleif Højgaard
Bogi Gregersen (Skála)
Ameth Keita
Debes Danielsen (NSÍ, Skála, ÍF)
Andre Olsen
TILGONGD
Poul N. Poulsen, Skála
Nenad Stankovic, NSÍ
Debes Danielsen, ÍF
Bogi Gregersen, Skála
FRÁGONGD
Alex Troleis, Givin
Pape Landing Sambou, Senegal
Arnbjørn Danielsen, givin
Remi Langgaar, av landinum
Jann Ingi Petersen, NSÍ
Badara Diedhiou, Spania
Jacob Bymar, Varde IF
VENJARI
Bill McLeod Jacobsen
HJÁLPARVENJARI
Oddmar Andreasen
Hópurin hjá B68:
Bjartskygni er
á Svangaskarði
Seinnu helvt
av kappingini
í prógvaði B68
so ruddiliga,
at teir eru
aftur í fremstu
deildini fyri at
verða verandi
Mynd: Álvur
Haraldsen