hósdagur 2. apríl 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2009 27
Ungi glyvramaðurin á
B68-liðnum væntar
gott úrslit í ár
Millum tey mongu nøvnini á mál
skjútt um í føroysku kappingini í
fyrra árið, stakk eitt nýtt navn seg
brádliga fram úr rúgvuni. Og tað
var sanniliga eisini gjørt við manér,
tá ungi glyvramaðurin á liðnum hjá
GÍ gjørdi ikki mætari enn at skora
fimm ferðir á rað fyri lið sítt í For
muladeildini.
Pól Jóhannus Justinussen var við
eitt ikki longur ókendur, men eitt
navn, mótstøðuliðini í teimum fylgj
andi dystunum noyddust at seta
sær á blokkin, tí honum mátti ans
ast eftir. Og kanska ansaðu tey eis
ini betur eftir, tí hann fekk bara tað
eina málið aftrat kappingarárið
2007.
Í fjør var Pól Jóhannus so aftur at
síggja í barndómsfelagnum, NSÍ,
men har fingu tey ikki í nóg stóran
mun eyguni upp fyri, hvussu best
og mest fekst burtur úr honum.
Spælitíðin var eisini so lítil á besta
liðnum hjá NSÍ, at hann tók av, tá
B68 í summarsteðginum lá framvið
– og har er hann enn.
Trívist á Toftum
– Eg havi fingið eina góða móttøku
í B68 og trívist væl saman við spæl
arunum og teimum, sum eru rundan
um liðið. Her sleppi eg eisini at
spæla á mínum favorittplássi, sum
er í miðverjuni, so hetta passar mær
í allar mátar sera væl, sigur Pól Jó
hannus, sum letur væl at manningini
hjá B68 í ár.
– Her er nógv gott fólk, og eg
haldi, at hópurin hjá okkum er betri
enn í fjør. Tað hevur gingið hampu
ligt í venjingardystunum, har vit
hava roynt so nógv ymiskt, at eg
haldi ikki, at vit enn hava spælt
nakran dyst við besta liðnum inni í
senn.
Í miðverjuni hjá B68 spæla Pól
Jóhannus, sum fylti 20 ár í januar,
og 26 ára gamli Jóhan Dávur Høj
gaard, og samstarvið teirra millum
hevur riggað væl higartil.
– Vit eru nokk so líkir og tað er
ikki soleiðis, at annar okkara er
stýrimaður, tí vit skiftast væl um at
stýra verjuni, sigur Pól Jóhannus,
sum væntar, at B68 kann skifta
sættaplássið í fjør út við eitt av
hægru plássunum í ár.
– Eg vænti, at tað fer at ganga
rættiliga væl hjá okkum, so um vit
megna at spæla alt árið, sum vit
gjørdu í seinnu hálvu av kappingini
í fjør, trúgvi eg upp á eitt fjórðapláss
ella okkurt oman fyri tað.
Ætlar sær uttanlands
Fyribils tekur Pól Jóhannus Justinus
sen hetta árið í B68, men so kundi
hann hugsað sær at farið uttanlands
at roynt seg. Um tað ber til, ætlar
hann sær í næsta ár í fyrsta umfari
til Danmarkar, og so fæst at síggja,
hvussu langt tað kann røkka.
– Eg var í Brøndby og royndar
vandi í páskafrítíðini í fjør, men tá
gekst einki serligt. Nú veit eg tó eitt
sindur meira um, hvussu tað er at
koma inn í ein nýggjan hóp í einum
øðrum landi. Tað krevur í øllum før
um gott tol, skalt tú røkka málin
um, sigur Pól Jóhannus.
Síðstu trý árini hevur hann verið á
ungdómslandsliðunum, sum eru ein
góður sýnisgluggi hjá ungum og vón
ríkum spælarum. Í tvey ár var hann á
U19landsliðnum, og í fjør kom hann
á U21landsliðið, har hann kom inn í
11 javnleikinum ímóti Aserbadjan
og spældi allan dyst in í 01 tapinum
ímóti Grikka landi.
– At spæla á U21landsliðnum
og fáa royndir í Vodafonedeildini
skuldi givið mær góða barlast, eg
kann taka við mær. Eg kann so altíð
vóna, at onkur fær eyga á meg í
onkrum av landsdystunum, so ein
góður møguleiki stingur seg upp
fyrr ella seinni, sigur Pól Jóhannus
Justinussen, ið tó fyrst ætlar sær at
taka eitt tak fyri B68 hetta kapp
ingarárið.
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Metingin
Eftir nøkur trupul ár, sær B68 út til aftur at hava fótað
sær á ovastu rók. Spælararnir eru nú eitt ár eldri og
royndari, og megna teir at halda fast í góðu taktunum frá
seinnu kappingarhelvt í fjør, kann roknast við, at liðið á
Toftum aftur í heyst er at finna millum liðini, ið enda
miðskeiðis á stigatalvuni. B68 sær styrkt út, men vantandi
royndir eru helst størsti veikleikin hjá liðnum.
Stórtrívist á Toftum
Poul Jóhannus Justinussen er upprunaliga úr NSÍ, men tað er fyrst og fremst í Gøtu og á Toftum, at hann hevur gjørt vart við síni fótbóltsevni
Mynd: Álvur Haraldsen