hósdagur 2. apríl 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 FÓTBÓLTUR 2009
At fleiri markantir
spælarar eru komnir
aftrat ber við sær, at
fuglfirðingar ætla sær
meiri enn at stríðast
fyri at sleppa undan
niðurflyting
Endatalvan fyri 2008 sigur, at ÍF
end aði á sjeynda plássi. Kanska var
tað ikki so galið út frá tí, sum tað
frammanundan varð roknað við, og
heilt víst var tað ikki nóg gott sam
mett við avrikini, sum fuglfirðingar
av og á vístu á vøllinum.
ÍF avrikini vóru óstøðug. Viðhvørt
hugflogsríkt
og
undirhaldandi
álops spæl, og aðrar ferðir uttan
hugflog. Ivaleyst var tað ein bági, at
tað fleiri ferðir var neyðugt at skifta
venjara.
Nú er Jón Simonsen, sum upp
runaliga skuldi hava ábyrgdina av
liðnum í fjør, aftur við stýrisvølin, og
hann og ÍF miðja høgt. At teir gera
tað kemst av, at fleiri spælarar eru
komnir til felagið, og at hesir hava
verið roknaðir millum teir frægu.
Høgni Madsen, sum í fjør stóð seg
ógvuliga væl, fer nú at royna seg í
Runavík. Hinir, sum eru farnir úr
Fugla firði, vóru ikki millum stuðuls
spælararnar
Eingin ivi er um, at Hanus Eliasen
og Høgni Zachariasen, sum eru
komnir aftur úr Sundalagnum, fara
at styrkja um liðið. Hvussu vete
ranurin Poul Ennigarð, sum hevur
hildið frí frá fótbólti, fer at hilnast
fer tíðin at vísa. Mest áhugaverda
svarið verður, hvussu tað fer at
verða við Rógva Jacobsen. Um
hann verður væl fyri, so verður
hann stórt og hvast álopsvápn. Um
tað í spælkonseptinum verður rokn
að við Rógva, sum í vetur og í vár
hevur verið nógv skaddur, so verður
støðan ikki tann, sum tað verður
roknað við og vónað.
Í heyst verða tað 30 ár, síðani ÍF
fyri fyrstu og higartil einastu ferð
vann FM heitið. Síðani hava fugl
firðingar fyri tað mesta staðið í
skugg anum av oyggjafeløgunum í
Gøtu, á Toftum, í Runavík og
viðhvørt eisini á Skála. ÍF hevur fyri
tað mesta stíðst í botninum á bestu
og í toppinum á næstbestu deildini,
men nú tykjast fyritreytirnar at vera
øðrvísi, og hópurin er so mikið
breiður, at skaðar ikki fara at raka
so meint, sum teir undanfarnu árini
hava gjørt.
Spælararnir hava nógvar royndir,
og tað átti at borga fyri, at avrikini
verða støðugari, enn tey vóru í fjør:
Andras Gango er fínur málverji,
Bartal Eliasen kann bæði brúkast í
miðverjuni og í álopinum – tá ið
Rógvi Jacobsen ikki verður tøkur –
Høgni Zachariasen, sum í fjør var
nógv skaðaplágaður, verður lykla
spælari á miðvøllinum, og so eru
tað so nógvir aðrir – bæði yngri og
eldri – sum venja nógv og harvið
geva venjaranum Jón Simonsen
positivan trupulleika, sum teir ikki
hava kent so nógv til í Fuglafirði.
Ítróttafelag
Fuglafjarðar
Postrúm 94
FO-530 Fuglafjørður
www.if.fo
STOVNAÐ
25. mars 1946
FORMAÐUR
Dan Petersen
MEISTARAR (1)
1979
STEYPAVINNARAR
ongantíð
GREIPUVINNARAR
ongantíð
Í BESTU DEILDINI
(25 ár)
1971-82, 1985, 1988-
89, 1993-94, 1996-99,
2004-06, 2008-
Í EUROPA
ongantíð
MÁLVERJAR:
Andras Gango
VERJA:
Áki Petersen
Jan Ellingsgaard
Jonn Thomsen
Bartal Eliasen (Áður spælt við
GÍ)
Fritleif í Lambanum
Viggo Johannesen (NSÍ)
Hans Pauli Petersen (GÍ)
Poul Ennigarð (GÍ)
Uni R. Petersen
MIÐVØLLUR:
Nenad Saric
Aleksandar Jovevic (TB, NSÍ)
Frank Poulsen
Dánjal á Lakjuni
Balazs Sinko
Ari Ó. Ellingsgaard
Høgni Zachariassen (EB/S)
Andy Olsen (NSÍ)
ÁLOP:
Rógvi Jacobsen (KÍ, HB, KR,
SønderjyskE, Hødd)
Hanus Eliasen (EB/S)
Vincent Jacobsen
Atli Petersen
Hilmar Petersen
TILGONGD:
Rógvi Jacobsen (KÍ)
Hanus Eliasen (EB/S)
Viggo Johannesen (NSÍ)
Hans Pauli Petersen (Víkingur/
byrjaður aftur)
Poul Ennigarð (Víkingur/
byrjaður aftur)
Høgni Zachariassen (EB/S)
FRÁGONGD:
Rógvi Ryggshamar (Víkingur)
Knút Vesturtún (givin)
Tórstein Joensen (givin)
Høgni Madsen (NSÍ)
Debes Danielsen (B68)
Sasa Jovanovic (Serbia)
VENJARI:
Jón Simonsen
HJÀLPARVENJARI
Roy Róin
Hópurin hjá ÍF:
Fuglfirðingar
stíla hægri
Við monnum sum Bartali Eliasen, Rógva Jacobsen, Høgna Zachariasen og Poul Ennigarð í hópinum tykist ÍF hava eina óhugnaliga styrki í
loftrúminum
Mynd: Álvur Haraldsen