hósdagur 2. apríl 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38 FÓTBÓLTUR 2009
Ongantíð áður hevur ÍF
Føroyar havt so gott
leikaragrundarlag, sum
felagið hevur í ár. Tað
metir leikandi venjarin,
Eyðun Hentze Højgaard,
ið saman við hinum
venjarum felagsins
hevur havt nærum
hálvthundrað mans til
venjing hvørja ferð,
vant hevur verið í ár
Kvalitetur og kvantitetur eru ikki
tveir faktorar, ið eru treytaðir av
hvørj um øðrum. Men í ÍF Føroyum
hava venjararnir bæði góðsku og
mongd, tá teir skulu seta tey trý
liðini, sum felagið hevur meldað til
kappingar í ár.
– Fyri fáum árum síðani høvdu
vit eitt lið, sum kappaðist í toppinum
á Keypmannahavnarseriuni. Liðið,
vit hava í dag, er á sama støði sum
tað liðið. Sjálvur hópurin er enn tá
breiðari nú, so leikaragrundarlagið
er tað besta nakrantíð. Men um lið
ið er tað besta nakrantíð, síggja vit
fyrst, tá tað kemur undir trýst og
sálarligi parturin eisini verður roynd
ur, sigur Eyðun Hentze Højgaard,
leikandi venjari hjá ÍF Føroyum.
Saman við Sigmundi Mikkelsen hev
ur hann, annað árið á rað, ábyrgdina
av besta mansliðnum hjá ÍF Før
oyum.
Tvey onnur lið manslið eru eisini,
sum Uni Leitisstein Hansen, Eirik
Hammer og Jón Henriksen taka sær
av í felag. Harumframt manna
kvinn urnar eisini eitt lið, og hesar
hava Andras K. Thomassen sum
venj ara.
Tilsamans hava umleið 60 mans
víst seg til venjing í ár, meðan kvinn
urnar hava akkurát nóg mikið av
fólki til at manna eitt lið.
Spennandi ár
Fótbóltsárið hjá føroyska ítróttar
felagnum í Keypmannahavn, verður
skjótt av álvara bríkslað í gongd. Í
hálvantriðja mánað hava menn
vant, og Eyðun Hentze Højgaard
gleðir seg til kappingarárið byrjar.
– Hetta verður eitt ógvuliga
spennandi ár. Vit vita, at okkara lið
er rættiliga gott samanborið við
undanfarin ár, men tað eru fleiri
sterk lið í okkara deild, so vit hava
ikki nakran málsetning, sum eitur,
at vit skulu flyta upp, ella at vit
skulu vera millum trý tey fremstu
liðini, greiðir Eyðun Hentze Høj
gaard frá.
Hann ivast í, um yvirskipaðir mál
setningar fyri sjálva kappingina
tæna hansara liði nakað.
– Tað er ikki optimali mátin at
fyrireika eitt lið til kappingárið. Vit
leggja fokus á sjálvar fyrireikingarnar
og tað arbeiðið, ið liggur í at fáa
eitt lið klárt, fortelur Eyðun Hentze
Højgaard.
Higartil hevur hesin leistur roynst
væl, og í venjingardystunum hevur
tað sæð heilt gott út hjá besta
mans liðnum hjá ÍF Føroyum.
– So um vit halda áfram við sama
spæli og somu úrslitum, skulu vit
nokk enda millum tey fremstu í
deild ini, sigur leikandi venjarin.
ÍF Føroyar hevur ikki
havt betri grundvøll
Nakrir av leikarunum hjá ÍF Føroyum undan venjingini ein kaldan várdag í umklæðingarrúminum á Kløvermarkini úti á Amager
Mynd: Rólant Waag Dam
Framhald á síðu 40