hósdagur 2. apríl 2009síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40 FÓTBÓLTUR 2009
Hetta sama er galdandi fyri næst
besta lið felagsins. Teir hava somu
leiðis víst góðar taktir í venj ing ar
dystunum higartil, og vónirnar til
kappingarárið hjá teimum eru
ógvuliga góðar.
Fyrsta floks leikarar
í felagnum
Av teimum 60 leikarunum, sum
hava víst seg til venjing higartil í ár,
eru fleiri leikarar, sum hava drúgvar
royndir í bestu føroysku fótbólts
deildini. Rókur av Fløtum Jespersen,
Niels Joensen, Emil Nolsøe Leifsson,
Jóhan V. Gunnarsson, Rúni Ras mus
sen, Ovi Brim og Erling Fles eru
nakrir teirra.
Hóast fyrsta floks leikarar, onkur
er enn tá skrásettur fyri onkran A
landsdyst, verður ikki vant meiri
enn tvær ferðir um vikuna. Venj ar
arnir virða, at felagið er mannað
við leikarum, sum fyrst og fremst
eru í Keypmannahavn fyri at fáa
eina útbúgving. Slíkt krevur tíð og
orku, og tað skulu leikararnir eisini
sleppa at raðfesta.
Savnandi samleiki fyri
føroyingar
Hóast hetta einans er annað árið,
at Eyðun Hentze Højgaard roynir
seg sum venjara í felagnum, so er
hann kortini gamal í garði í ÍF Før
oyum. Hann hevur roynt seg sum
leikara, nevndarlim og eisini sum
formann eitt skifti. Harumframt
spælir hann eisini hondbólt við
hond bóltsdeild felagsins.
Tískil ivast hann ikki, tá hann
verð ur spurdur, um týdningin av
einum felagi sum ÍF Føroyar.
– Tað hevur stóran týdning,
eingin ivi skal vera um tað. Føroy
ingar hava tørv á at vera føroyingar,
tá teir eru í Danmark. Og hjá teim
um, sum ikki búgva á Øresund
kollegiinum, er ÍF Føroyar einasta
føroyska íkasti í gerandisdegnum.
Tí søkja leikarar til felagið, metir
Eyðun Hentze Højgaard.
Harmast um føroyskt
flytingarvindeyga
Leikandi venjarin fegnast eisini um
mongu leikararnar, sum søkja til ÍF
Føroyar og hava vant við felagnum
í ár. Tað gera mongu feløgini heima
í Føroyum ivaleyst eisini, tí tey vita,
at um teirra leikarar eru partur av
besta liðnum hjá ÍF Føroyum, so eru
teir rímiliga væl fyri, um tey ætla at
brúka teir, tá hesir koma heim at
halda summarfrí frá lesnaðinum.
Men nú er ikki heilt so lætt hjá
leikarunum at flyta millum ÍF Før
oyar og føroyska felag teirra.
Eins og í Føroyum, so krevst eis
ini eitt leikaraloyvi fyri at spæla
fótbólt í Danmark. Um leikarin
ætlar at spæla við ÍF Føroyum, tá
hann kemur niður, krevst at leikara
loyvið verður flutt til ÍF Føroyar.
Men tá leikarin so kemur heim í
summarfrí, so kann nýggi flyting
argluggin í Føroyum spæla leik
arunum eitt puss. Hesin forðar
nevniliga fyri, at leikararnir kunnu
flyta leikaraloyvi heim, tá teir ynskja
tað. Flytingargluggin í Føroyum er
bara opin í fýra vikur í summar, og
tá kunnu leikarar koma í ta óhepnu
støðu, at teir ikki sleppa á vøllin
tann fyrsta mánaðin, teir eru í Før
oyum, tí eitt pappír forðar teimum í
hesum.
– Tað er serstakliga óheppið, tí
vit kunnu illa brúka leikarar, sum
ikki hava leikaraloyvi liggjandi hjá
okkum. Hinvegin skilja vit eisini væl
spælarar, sum vilja umboða sítt
felag í Føroyum í summarsteðginum,
so støðan er ógvuliga keðilig og
rakar okkum meint, harmast Eyðun
Hentze Højgaard.
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ovi Brim úr B68, Emil Nolsøe Leifsson, uppvaksin í HB og Heini S. Kristiansen frá Skála, allir á sama beinki í ÍF Føroyum
Mynd: Rólant Waag Dam
… ÍF Føroyar hevur ikki havt betri grundvøll