Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 FÓTBÓLTUR 2009 Christian Høgni verður brúktur allastaðni Tað er tíverri sum innskiftari, at hann verður brúktur í AB. – Eg eri ótolin eftir regluligari spælitíð, men eg má bara taka til takkar við kjansunum, eg fái, og so gera tað besta líkamikið hvat plássið er, sigur Christian Høgni Jacobsen Hann hevur roynt tað so ofta áður. Lands­ liðsleikarin Christian Høgni Jacobsen hevur spælt við fimm ymiskum feløgum, men á uppaftur fleiri plássum. – Faktiskt vantar mær bara at spæla sum miðverji, so havi eg verið á øllum plássum á vøllinum, heldur Christian Høgni Jacobsen skemtandi fyri. Tað er tó nakað av álvara handan skemtiliga tónan. Gjøgnum alla yrkisleið sína, hevur Christian Høgni Jacobsen verið brúktur á skiftandi plássum. – Tað er eitt sindur harmiligt, tí sum spælari kemur tú ikki at kenna teg heima nakrastaðni á vøllinum. Men venjarar mínir hava altíð verið glaðir fyri tað, sigur Christian Høgni Jacobsen. Sjálvur metir hann seg vera áleypara ella álopssinnaðan miðvallarleikara. – Men í løtuni verði eg brúktur á fleiri plássum, alt eftir hvønn eg komi inn fyri, greiðir Christian Høgni Jacobsen frá. Leikluturin sum innskiftari er eingin ynskistøða hjá nøkrum leikara. Heldur ikki hjá Christian Høgna, sum kortini letur hampi­ liga væl at tilveruni í AB. – Fyrsta hálva árið dámdi mær væl, men tá spældi eg eisini meira. Nú eri eg ótolin eftir regluligari spælitíð, sigur hann. SAS-liga í 2010 Hóast Christian Høgni Jacobsen fegin vildi verið meira á vøllinum, so hava úrslitini hjá sjálv um liðnum ikki verið av leið. Málsetn­ ingurin er at liggja millum fimm tey fremstu, tá kappingarárið kemur at enda, og higartil sær hetta út til at hepnast. Men felagið hevur eisini ætlanir longur fram í tíðina. – AB er eisini eitt felag við stórum mál­ setningum og góðum umstøðum. Málið er, at felagið er í bestu deildini í 2010, og sum tað sær út í løtuni, er góður møguleiki fyri, at tað fer at bera til, sigur Christian Høgni Jacob­ sen. Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Peikaði aftur hjá Frem Bæði ítróttarligu og fíggjarligu lampurnar hava lýst reytt fleiri ferðir hetta kappingarárið hjá Frem. – Fíggjarliga er tamarhald á støðuni nú, og ítróttarliga ræður bara um at yvirliva í deildini, sigur Atli Danielsen Hetta kappingarárið hevur Frem í stóran mun siglt í tungum sjógvi. Ítróttarliga hepnaðist tað ógvuliga illa, og vánaliga fíggjarliga stýr­ ingin av felagnum hevur skapt fleiri yvirskriftir í litríku donsku ítróttarpressuni. Hópurin letur seg tó ikki nerva av hesum, staðfestir Atli Danielsen við einari speiskari við merking, tá hann verður spurdur um, hvussu støðan er í Frem. – Spyrt tú til fíggjarliga partin ella tann ítróttar liga, ljóðar skemtiliga svar hansara. Sær ljósari út Tá felagið fór í vetrarsteðg sá tað ikki serliga ljóst út hjá felagnum. Á ítróttarliga økinum lá liðið eitt stig omanfyri niðurflytingarmarkið. – Tað samsvaraði ikki heilt við ætlanirnar hjá felagnum, tá kappingarárið byrjaði, ásann­ ar Atli Danielsen. Tískil ræður nú fyrst og fremst um at varðveita sætið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. – Men sjálvandi halda vit eisini fast í ætl­ anirnar, um at enda árið í ovaru helvt av deild­ ini, ger Atli Danielsen greitt. Vónirnar verða millum annað grundaðar á, at felagið í vetrarsteðginum hevur fingið styrk. Fimm spælarar eru komnir aftrat hópin­ um, meðan tríggir eru falnir frá, so hópurin er breiðkaður nakað. Sambært Atla Danielsen er talan um spæl­ arar, ið økja um kappingina í hópinum. – Og hesa kapping merkja Jón Rói og eg eisini, sigur Atli Danielsen. Jón Rói er varaliðformaður Men hóast økta kapping, so hevur venjarin stórt álit á føroysku leikarunum. Hvørja ferð teljast føroyingarnir millum teirra, ið byrja dyst in á vøllinum. Harumframt er Jón Rói Ja ­ cob sen fyri kortum valdur at vera varaliðskipari hjá liðnum. Eisini Atli Danielsen hevur onkran dystin havt liðformansbindið um armin, tá liðformaðurin ella varalið for maðurin er farin av vøllinum. Ein álitisváttan til Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen, sum báðir trívast væl í Frem, har teir eisini hava tíð til at passa lesnaðin, samstundis sum fótbólturin fer við nógvari tíð. Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Holst spældi betur í bestu deildini Christian Lamhauge Holst heldur sjálvur, at hann spældi betri í Lyngby, enn hann ger fyri Silke­ borg í løtuni, har kappingar­ neytarnir millum annað eru fyrrverandi leikarar í Premier League Hóast fleiri tilboð frá feløgum í SAS­liguni, valdi Christian Høgni Jacobsen at skifta frá Lyngby, sum flutti niður í næstbestu donsku fótbóltsdeildina, til eitt annað felag í somu deild, Silkeborg, eftir farna kappingarár. – Her gongur tað ikki heilt eftir vild. Eg byrji ikki inni á liðnum, so tað er ikki júst tað, eg hevði ætlað, sigur Christian Lamhauge Holst. Hóast støðið burdi verið lægri, eru kapp­ ingarneytar hansara til sessin í álopinum á ongan hátt verri enn teir, hann kappaðist við í Lyngby. Rajko Lekic og Fyrrverandi Bolton­ áleyparin og danski landsliðsleikarin Henrik »Tømrer« Pedersen eru teir báðir, ið eru fremsta væl til álopssessirnar á liðnum, sum vanliga spælir við skipanini 4­4­2. Tað merkir aftur, at tað heldur ikki heilt er pláss fyri Christian Lamhauge Holst sum álops sinnaðan miðvallarleikara í hesari skip­ an – eitt pláss, hann ofta spældi í Lyngby, sum vanliga spældi 4­3­3. Stórur munur Hóast Christian Lamhauge Holst ynskir seg á vøllin nakað oftari, so trívist annars væl í Silke borg. – Størsta broytingin er at skula flyta, venja seg við ein nýggjan bý, eitt nýtt lið og eina nýggja spælskipan. Men hvat støðinum við­ víkur haldi eg sjálvur, at eg spældi betri í Lyngby enn eg geri her, heldur hann. Spentur upp á landsliðið Meðan Christian Lamhauge Holst spælir í Dan mark, so hugsar hann eisini javnan um føroyska landsliðið. – Eg gleði meg at hoyra, hvør nýggi lands­ liðsvenjarin verður. Ja, í roynd og veru undrar tað meg eitt sindur, at eingin er funnin enn. Eg haldi okkurt burdi hent nú, so eg eri spent­ ur upp á tað, og síggi eisini fram til næsta landsdyst. Ikki minst nú tað gekk so væl í Íslandi, har eg tíverri ikki var við, sigur Christ­ ian Lamhauge Holst. Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo