hósdagur 2. apríl 2009síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44 FÓTBÓLTUR 2009
Tað er munur á heim
sins ríkasta fótbólts
felag og walisiska
Wrexham. Men hjá
Gunnari Nielsen telja
royndirnar, sum hann
kann fáa her, mest
Tað vóru stórtíðindi í føroyska fót
bóltsheiminum, tá Gunnar Nielsen
skrivaði sáttmála við Manchester
City. Hóast steypaskápið hjá bláa
felagnum í Manchester ikki er eins
stúgvandi fult, sum tað er hjá reyðu
grannunum á Old Trafford, er Man
chester City í dag eitt av mest
spenn andi fótbóltsfeløgunum yvir
høvur.
Nýggja rákið, har ríkmenn í
milliardaflokkinum hava keypt seg
framat valdinum í Premier League
feløgunum er mest av øllum sjónligt
hjá Manchester City, og seinasta
árið er neyvan ein vika farin fram
við, uttan at søgur um metstór
keyps tilboð upp á størstu stjørn
urnar í heiminum hava verið á ymsu
breddunum. Og í hesum ljósinum er
keypið av einum føroyskum U21
landsliðsmálverja
serstakliga
áhuga vert. Ikki minst, tá talan er
um málverja, sum Cityvenjarin,
Mark Hughes, sjálvur hevði undir
sær, tá hann fram til í fjør summar
stóð á odda fyri Blackburn.
Í Manchester City er tó ikki bara
sum at siga tað at sleppa framat
besta liðnum. Og slettis ikki á mál
verjaplássinum, har Shay Given tyk
ist rimmarfastur framman fyri menn
sum Joe Hart og Kasper Schmeichel
í kappingini um einsamalla plássið
millum stólparnar.
Blekkið á sáttmálanum var held
ur ikki meira enn starnað, fyrr enn
tað stóð greitt, at Gunnar Nielsen
skrivaði undir leigusáttmála við
Wrexham í fimti bestu ensku deild
ini. Men hetta merkir tó ikki, at
ambi tiónirnar hjá føroyska skans
anum eru minkaðar.
– Tað hevur alla tíðina verið
ætlanin, at eg skuldi leigast út,
soleiðis at eg fái spælitíð. Sum so
skuldi hetta kanska ikki verða fyrr
enn eftir summarfrítíðina, men í
Wrex ham høvdu tey sæð meg
spælt, og har vilja tey fegin, at eg
verði partur av hópinum seinasta
partin av kappingarárinum, segði
Gunnar Nielsen, tá skiftið varð
veruleiki.
– Tað er betri at spæla við fyrsta
liðnum hjá einum felag, sum spælir
í lægri deild. Sjálvandi er støðið
eisini hampuliga høgt millum eyka
menninar hjá Manchester City, men
trýstið her er ikki tað sama, sum tá
tú spælir fyri besta liðið í einum
felag, og tí ivist eg ikki í, at hetta
eisini kann hjálpa mær í mínari
menning sum fótbóltsspælari, segði
Gunnar Nielsen í práti við Rás2.
Og so er tað sjálvandi eisini
lands liðið, sum dregur. Her hevur
Gunnar fingið spælitíð á U21lið
num, meðan bíðað hevur verið eftir
møguleikanu at loysa Jákup Mikkel
sen av sum Alandsliðsmálmann.
Rokið var ikki heilt einki, tá Gunnar
varð tikin framum, tá Føroyar fyri
stuttum spældu móti Íslandi. Og
hóast diskussiónin um Jákup ella
Gunnar helst fer at standa við
nakað afturat, so gjørdi Gunnar í
øllum førum sítt til, at føroyskir
lands liðsfjepparar eisini komandi
mongu árini kunnu kenna seg vísar
í, at málverjasessurin á fótbólts
lands liðnum verður væl og virðiliga
røktur.
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast hann hevur havt
ilt við at bíta seg
fastan millum teir
fyrstu ellivu á føroyska
fótbóltslandsliðnum,
hevur Símun Samuelsen
langt síðani sligið sítt
navn fast í íslendskum
fótbólti
Hóast ein avleggari varð gjørdur til
norska Notodden í fjør, var ongan
tíð nakar ivi um, at Keflavík vildi
hava føroyska Símun Samuelsen
aft ur í hópin.
Her hevur Símun verið fastur
part ur seinastu trý kappingarárini,
og eingin orsøk er til at halda, at
hann verður minni fastur maður í
ár.
Undanfarnu árini – og serliga í
fjør – hevur Keflavík av álvara bjóð
að av í íslendska fótbóltsoddinum,
og hóast fíggjarliga órógvin ikki
minst hevur gjørt um seg í íslandi,
so verður framvegis roknað við, at
Keflavík verður millum ovastu, tá
roknistykki verður gjørt upp seinast
í september mánaði.
Higar til hevur Símun verið við til
vinna íslendsku steypakappingina,
men tað er hann ikki einsamallur
føroyingur um. Meistaraheitið í
grannatjóð okkara er tó enn eingin
føroyingur, sum hevur vunnið, og
kann Símun halda støðið, sum hann
vísti í landsdystinum móti júst
Íslandi í mars mánaði, kann hann
væl verða ein av høvuðsaktørunum
hjá Keflavík í hesum stríðnum. Og
samstundis gjørdi hann í hesum
dystinum greitt, at fast pláss á
føroyska Alandsliðnum eisini er
væl og virðiliga í nánd.
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Símun Samuelsen og
liðfelagarnir í Keflavík lógu
leingi til gullið í fjør, men tað
glapp í evstu løtu. Nú verður
ein nýggj roynd gjørd
Mynd: Álvur Haraldsen
Símin millum
lykla spælararnar
Frá milliardunum
til tey fimtbestu
Hóast Shay Given er fastur maður millum
stólparnar á City of Manchester Stadium, er
tað álitisváttan av teimum heilt stóru, nú
heimsins ríkasta fótbóltsfelag hevur keypt sær
rættin til spæliloyvið hjá Gunnari Nielsen
Mynd: Álvur Haraldsen