hósdagur 2. apríl 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2009 29
Hanus Eliasen er komin
heimaftur til ÍF, aftaná
tvey ár í Sundalagnum.
Boðin er kortini ikki
líka hart spentur í
Fuglafirði, sum við
Margáir
Hanus Eliasen er komin heim í
dupult um týdningi. Hann er komin
aftur til ÍF, aftaná tvey kappingarár
í EB/Streymi, og hann hevur verið á
drúgvari og spennandi fjakkaraferð
vestan hav.
Úrtøkan hjá Hanusi í EB/Streymi
gjørdist góð. Hann hev ur nú á
tveimum sinnum roynt at verða
steypavinnari, og í fjør vann hann
FM-gull.
– Eg hevði eina sera spennandi
tíð í EB/Streymi. Í Streym nesi var
tað bara meistaraheitið, sum taldi,
og tað setti krøv til spæl arnar í
hópinum. Vit høvdu ein sterk an
hóp, og tað var ein spennandi tíð,
greiðir Hanus frá.
Royndirnir Hanus hevði frá tí
fyrru tíðini í ÍF, var at stríðast fyri at
sleppa undan niðurflyting, og var
niðurflytingin í 2006 ein avgerandi
orsøk til, at hann tá skifti felag.
Hanus fekk eis ini roynt seg í
UEFA Cup saman við EB/Streymi,
og gjørdist talan um eina ógloym-
andi uppliving, tá teir spældu ímóti
Manchester City í fjør.
Á fjakkaraferð
Aftaná tvey hørð kappingarár við
EB/Streymi, har nógv var lagt fyri,
trongdi Hanus til at uppliva okkurt
annað í lívinum. Liðið kom langt í
steypakappingini, og skuldi spæla í
Europa, og tí beyðst ikki høvi at
fara út at ferðast.
Saman við einum vinmanni fór
Hanus á eina longri fjakkaraferð.
Ferðin byrjaði í novemb er, við kapp-
ingarlok, og vardi til februar. Hanus
legði leiðina framvið Jamaika,
Kuba, Kanada og Meksiko. Hann er
sera fegin um at hava upplivað
aðrar mentannir, og dregur hann
Kuba fram, sum eina serliga, jaliga
uppliving.
Spennandi hópur
Hanus hevur aftur bundið seg til
barn dómsfelagið, har mamman
hev ur verið álitisfólk í nøkur
ártíggju.
– Vit hava ein spennandi hóp í ár.
ÍF kláraði at halda seg í deildini í
fjør, og teir spældu ofta góðan fót-
bólt, men vóru ikki nóg effektivir
framm an fyri málið, og fingu teir tí
ikki sigrarnir, sum høvdu hálað teir
longri upp eftir stiga talvuni.
Leiðsl an í ÍF meldaði út, at teir
ætlaðu at satsa uppá fólkið, sum
spældi í 2008, men at teir ætlaðu
kortini at styrkja hópin við nøkrum
spælarum.
– Og eg havi so valt at verða
partur av hesum hópinum, sigur
Hanus.
Enn hava teir í ÍF, tó til góðar at
síggja, hvussu Rógvi Jacobsen fer
at roynast í álop inum. Rógvi hevur
ver ið skadd ur, og hevur sín fyrsta
dyst til góðar.
– Trupuleikin hjá ÍF er tann sami,
sum hjá øðrum smáfeløgum. Byrj-
annaruppstillingin er kanska sterk,
men hópurin hevur ikki verið nóg
breiður, og nóg sterkur. Í ár tykist
tað, sum vit hava betri ráð til at
leikbann og skaðar. Vit hava ein
størri hóp, og tað er aðalmunurin,
mett saman við onnur kappingár,
eg havi spælt við ÍF, staðfestir
Hanus.
Betur enn í fjør
Hini árini hevur málsetningurin hjá
ÍF verið at halda sær í deildini.
– Ein skal sjálvandi ikki gera sær
ovur stórar vónir. ÍF var jú uppflytari
í fjør, og hevði nógvar ungar spæl-
arar, sum ikki høvdu so nógvar
royndir í bestu deildini. Men at gera
tað bet ur enn í fjør, tað fara vit
sjálv sagt eftir. At rokkið Topp-5
hevði verið ideelt, sigur Hanus
varisliga.
Spurd ur um tað ikki hevði verið
fantastiskt at rokkið einum euro-
peiskum plássi, gerst Hanus enn
meiri varin.
– Tað hevði sjálvsagt verið fan-
tastiskt, men vit mugu ikki gera
málini so høg, at vit missa mótið. ÍF
hevur enn einki kvinnukór, eins og
EB/Streymur, men fjepparafelagið
»Red Dragons« er komið á vøllin,
og Han us vónar, at teir og hini við-
halds fólkini hjá ÍF fáa nakað at
fegnast um, nú tað í ár eru liðin júst
30 ár, síðani ÍF gjørdist Føroya-
meist ari í bestu deildini.
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Heima aftur í Fuglafirði
Metingin
Fuglfirðingar hava
veruliga spílað seg út,
soleiðis at hópurin á
pappírinum er nógv
styrktur. Megnar felagið
at byggja víðari á góðu
avrikini, sum til tíðir
sóust í fjør, kunnu
fuglfirðingar væl fara at
arga tey stóru, hóast
talan neyvan verður um
stríð í
heiðursmerkjarøðini
Gull og heiður varð vunnið við Margáir, men Hanus Eliasen er nú aftur í Fuglafirði, har hann hevur sína fótbóltsuppaling
Mynd: Álvur Haraldsen