Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 FÓTBÓLTUR 2009 Í Klaksvík fara teir at dúva upp á nógvar unglingar, sum verða stuðlaðir av nøkrum fáum ógvuliga roynd­ um og álítandi veteranum Nítjan ár vóru tað frá síðsta FM heit inum hjá 66 liðnum – í 1972 – og til klaksvíkingar vunnu meist araskapin í 1991. So runnu átta ár, áðrenn FM steypið aftur varð vunn ið til Klaks víkar. Nú eru tíggju ár síð ani KÍ síðst var á topp in um. Norðoyingum leingist eft ir meistara heit in um, men tað verð ur ikki rokn að við, at tað fer at eydn ast í ár. Fyritreytirnar sigast ikki vera til tað. Sum so manga aðra staðni er tað slunkið í penga pung inum, og tað er ein part ur av or søkini til, at Rógvi Jacobsen, Rodrigo og Milan Culic ikki vera at síggja í bláa búnan um. Í fjør vórðu teir rokn aðir at vera stjørnu spælarar í Klaks vík, men nógvu skað arnir vóru mill um orsøk­ irnar til, at tað hjá Rógva og Rodrigo ikki hiln aðist soleiðis, sum tað varð rokn að við. Nú hevur KÍ saðlað um. Evnagóðu ung lingarnir áttu kanska at bíðað í eitt ár afturat, men tað verður longu nú roknað nógv við teimum, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast. Kristoffur Jakobsen, John Hamm­ er, Eli Simonsen, Álvur F. Christiansen og Stefan Kalsø hava longu spælt nógvar dystir á besta liðnum. Nú fara fleiri aðrir 16­20 ára gamlir dreing ir at fáa møguleikan. Setn­ ingurin er at mynda nýtt lið, sum skal standa seg í ár, og sum hevur møguleika næstu árini at mennast. Í venjingardystunum hevur tað fleiri ferðir verið á góðari leið. Hvussu langt hetta kann fara at røkka er ein heilt annar spurningur. Eitt er at standa seg væl í venjing ardystum, nakað heilt ann að er tað, tá ið tað verður álvari. Hjá ungum monnum er tað ofta eitt sindur upp og niður. Umframt evn ini og venjing ar støð­ una hevur førleikin at tackla spentar og strongdar støður nógv at siga. Saman við Alexand er Djordjevic hevur Ják up Mikkelsen ábyrgd ina av liðnum. Super veteranurin fer at verja málið, og aftr at sær hev ur hann vete ranar, sum ungu menn inir skulu hella sær aftrat. Tað fer ikki at vera minst týdn ing ar mikið, hvussu Jan Andreasen, Allan Joen sen og Heðin á Lakjuni fara at standa seg. Jákup Mikkelsen er einsamallur eftir FM í 1991. Ta ferðina ment ust ungu menn inir nógv. Um menningin verður tann sama hjá teimum nú, so áttu tað at verið vánir fyri, at KÍ – hóast skýgg ini hava kenst myrk – eisini næstu árini fer at verða partur av bestu deildini og kanska fer at blanda seg uppí, har tað er huga ligast at kappast. Klaksvíkar Ítróttafelag FO-700 Klaksvík www.ki-klaksvik.fo STOVNAÐ 24.08.1904 FORMAÐUR Nichels Lützen MEISTARAR (17) 1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991, 1999 STEYPAVINNARAR (5) 1966, 1967, 1990, 1994, 1999 GREIPUVINNARAR (3) 1966, 1967, 1999 Í BESTU DEILDINI (66 ár) 1942-1943, 1945- Í EUROPA (8) Meistarakappingin 1992/93, 2000/01 Steypavinnar 1995/96 UEFA Cup 1997/98, 1999/00, 2002/03, 2003/04 Intertoto 2007/08 MÁLVERJAR Jákup Mikkelsen (Áður spælt við Herfølge, Molde, Partick Thistle, B36) Eilif Arge Rói Egholm VERJA Jan Andreasen Jógvan Isaksen Rudolf Eliassen Sørmund Kalsø Steffan Kalsø Oddmar á Lakjuni Sigmund Jacobsen Ári Samson MIÐVØLLUR Allan Joensen (LÍF) Bjarki Vágstún Kristoffur Jacobsen Erland Berg Danielsen (Skála) Heðin á Lakjuni (B36, HB) John Hammer Eli Simonsen Álvur Zachariassen Arnold Joensen (B68, ÍF) Niels Pauli Danielsen (EB/S) Kristian á Lakjuni Ivan Joensen ÁLOP Adrian S. Joensen (Víkingur) Tórður Lervig (ÍF) Ove Nysted (LÍF, B36) TILGONGD Erland Berg Danielsen, Skála Adrian Stauss Joensen, Víkingur Niels Pauli Danielsen, EB/S FRÁGONGD Rodrigo Silva, Kasakhstan Milic Curci, Serbia Joe Zewe, USA Rógvi Jacobsen, ÍF Harley Bertholdsen, givin Símun Joensen, givin Bjarni Jørgensen, HB Emil Leifsson, Av landinum VENJARI Alexander Djordjevic HJÁLPARVENJARI Jákup Mikkelsen Hópurin hjá KÍ: Unglingar skulu lyfta arvin KBI sp/f · KlIngrugarður 2 · fO-700 KlaKsvíK · Tel: 470 200 · fax 470 201 · KBI@KBI.fO · www.KBI.fO KBI Vit stuðla KÍ S ø l a | u m b o ð a n | r á ð g e v i n g | t æ n a S t a Hitapumpur neyðstreymsanlegg olja amboð termografering gass & sveisiútgerð Útleigan teknisk útgerð Saman við HB er KÍ nógv mest sigursvanda felagið í landinum, og tað ger tað til eina eyka krevjandi uppgávu at umboða KÍ í fremstu mansdeildini í fótbóltiMynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen