hósdagur 2. apríl 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2009 31
Mestsum allir spæl arar
nir hjá KÍ í ár eru úr
Norðoyggjum
Fyrstu ferð Jan Andreasen stóð á
einum dómaraseðli hjá KÍ í bestu
mansdeildini, var afturi í 1988, tá
hann sum 15 ára gamal var einasti
útskiftarin hjá 3. deildarliðnum,
sum brádliga mátti traðka til í 1.
deild, har tað eydnaðist at basa VB.
Trý ár seinni var hann fastur
maður á besta mansliðnum og hev
ur verið tað síðani. Tað var í 1991,
tá Petur Mohr var komin til Klaks
víkar sum venjari og tók nógvar
ung ar inn á liðið, og tað árið roynd
ist so mikið væl, at KÍ vann sítt
fyrsta føroyameistaraheiti í 19 ár.
Nú telist 36 ára gamli Jan Andre
asen millum veteranarnar í hópinum
hjá KÍ, sum fyri tað nógva er mann
aður við ungum spælarum. Umframt
Jan eru so nakrir eldri við, sum allir
eru í 30unum – Allan Joensen, Arn
old Joensen og Jákup Mikkelsen,
sum bæði spælir sjálvur og venur
liðið saman við Alexander Djordje
vic.
Tekur ábyrgd
– Tað er slett ikki so galið at vera
millum allar hesar ungu. Teir eru
ágrýtnir og óførir, umframt at teir
eru lættir at vera saman við. At eg
eri í eldra endanum, merkir sjálv
andi, at eitt sindur av ábyrgd fylgir
við, men tí kann eg saktans liva við,
sigur Jan Andreasen.
– Tó er tað so, at eg framman
undan havi bæði arbeiði og familju
at hugsa um, so eg má bara royna
at venja so nógv, sum eg klári, og
so royni eg at bjóða teimum yngru
av í kappingini um eitt pláss í verj
uni. Skjótleikin er sjálvandi ikki hin
sami, men so má eg bara leggja
størri dent á aðrar dygdir.
Jan letur væl at uppmøtingini til
venjing, tí at byrja við var nóg mikið
av fólki til tvey lið, men nú eru teir
einir 1820 mans, sum fyri tað
mesta eru ungir og lokalir spælarar.
Erland Berg Danielsen er komin av
Skála og Adrian Stauss úr Leirvík,
men allir hinir eru heimahoyrandi
eystan fyri Leirvíksfjørð.
Strævið í fjør
Kappingarárið í fjør var eitt av teim
um minni góðu, og tað eydnaðist at
skava 28 stig saman, so liðið endaði
júst røttu megin niður flytingar strik
una. Fleiri ferð var talan um av
gerandi botnumfør, men KÍ yvirlivdi
og er framvegis við í fremstu røð,
har felagið uttan slit hevur verið
síðani 1942.
– Tað var tungt at koma ígjøgnum
árið í fjør, tí vit alla tíðina lógu so
niðarlaga. Torført var at vinna dyst
irnar, og hvørja ferð vit hildu, at nú
vóru vit á veg uppeftir, stóð aftur
fast hjá okkum, sigur Jan Andreasen,
sum tó er bjartskygdur, nú eitt kapp
ingarár aftur stendur fyri framman.
– Vit skulu sjálvandi spæla eitt
spildurnýtt lið saman, men eg haldi,
at tað sær ikki so galið út hjá okk
um. Tá so nógvir ungir eru við, so
kann tað vera so skjótt, at einir
tveir ella tríggir av teimum sláa
ígjøgnum, og tað kann eisini gera
tað lættari hjá hinum. Í ár mugu vit
royna at hyggja uppeftir og bara
geva tol.
Mást vísa nakað
Gjøgnum árini hevur KÍ vunnið
næst flest meistaraheiti av øllum
feløgunum, og tí er tað ikki sørt
krevjandi at vera fótbóltsspælari í
Klaksvík.
– Skalt tú spæla við KÍ, mást tú
vísa nakað. Her verður alla tíðina
tosað um fótbólt og fólk ganga
sera høgt upp í tað, men eg haldi,
at prátið í ár er sera jaligt. Tað tekur
tíð at spæla liðið saman, so vit
kunnu vænta, at tað verður eitt
sindur upp og niður. Men tað sær
rímiligt út, so eg rokni við, at vit
enda onkrastaðni í miðjuni og helst
í ovaru helvt á stigatalvuni, sigur
Jan Andreasen.
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Spæla nýtt lið saman
Metingin
Í visjónsárinum 2009 er KÍ ikki nakar favorittur, men
hinvegin er meira visjón yvir KÍ, enn tað hevur verið
leingi. Blandingurin av nógvum ungum og nøkrum eldri
sær spennandi út, og eydnast at sigla millum skerini, er
eingin ivi um, at KÍ hevur eitt mestsum framtíðartryggjað
lið at byggja víðari á. Í ár snýr tað seg helst mest um at
yvirliva – men tað plagar KÍ at gera, tá mest stendur á.
21 ár eru liðin, síðani Jan Andreasen fyri fyrstu
ferð spældi dyst fyri besta KÍliðið. Í dag er
hann ein av teimum royndu spælarunum, sum
skulu stuðla upp undir arbeiðinum at byggja
eitt nýtt ættarlið upp
Mynd: Álvur Haraldsen