fríggjadagur 3. apríl 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2009
33
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Náttarvakt til Heimatænastuna í Suðurstreymoy
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi/
heilsurøktara at arbeiða í náttarvakt í
Heimatænastuni. Starvsbrøkur verður
eftir nærri avtalu.
Arbeiðið umfatar røkt og umsorgan til
heimabúgvandi borgarar, og til búfólkini í
eldrasambýlunum í Hoydølum, í Mattalág
og í Kollafirði.
Førleiki
• útbúgving og autorisatión sum
sjúkrarrøktarfrøðingur/heilsurøktari
• sjúkrarøktarfakligar royndir
• evni til at arbeiða sjálvstøðugt við
ábyrgd
• før fyri at loysa bráðfeingis uppgávur
• góð samstarvs- og samskiftisevni
• koyrikort til persónbil
Vit bjóða
• eitt starv við møguleika at menna
starvsinnihaldið
• eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum
røktarfakligum uppgávum
• eitt gott arbeiðsumhvørvi
Setanarviðurskifti
• Starvið verður sett skjótast tilber. Lønin
verður ásett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Setanarøkið er Nærverkið, og
tænastustaðurin í løtuni er
Heimatænastan í Suðurstreymoy
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til Ceciliu
Vestureið, økisleiðara, á telefon 762100,
teldupostur: ceciliav@naerverk.fo
Umsókn
Send eina umsókn við prógvi,
autorisatión og møguligum viðmælum
og ynskjum um setanarbrøk til:
Heimatænastan
Skálatrøð 14
100 Tórshavn
Stílað: Cecilia Vestureið, Økisleiðari
Umsóknarfreist: 14. apríl 2009.
Les meira á www.naerverk.fo
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Heimatænastan
Jørð í Nólsoy
til sølu
8 gyllin innan- og uttangarðs til sølu, um
hóskandi boð verður givið.
Tlf. 31 51 05 / 22 34 40
Aðalfundur
Aðalfundur verður 16. apríl 2009 kl. 19:30 í hølunum
hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9.
Skrá smbr. lóg felagsins.
Nevndin
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Lesið
-so eru tit við!
Samfelagsmøtini
á páskum verða
á Tvøroyri í ár
Skírishósdag byrja vit við bønarmøti í Salem
KL 20
Langafríggjadag verða møtini í íttróttarhøllini
Kl 16 og 19
Leygarkvøldið, Páskaaftan í íttróttarhøllini
Kl 20
Páskadag breyðbróting í Salem
Kl 11
Páskadag verða møtini í íttróttarhøllini
kl 16 og 19
Aftaná møtini Páskaaftan og Páskakvøld verður
hugnaløta fyri tey ungu úti í Salem.
Ein góður møguleiki at koma saman at hoyra
tann góða boðskapin.
Eisini verður nógvur góður sangur og tonleikur
Øll eru hjartaliga vælkomin
Samkoman í Salem