Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Rákið – vár '09 Las um eina kanning sum vísti, at vit kvinnur brúka í miðal trý korter um dagin at leita eftir tingum, sum vit hava lagt frá okkum. Einaferð, tá eg var nógv yngri og eitt sindur lekrari, men eitt forferdiligt órudd, lá eg langt oman fyri hesi miðalkortérini. Nú, eina milliard ting og trý børn ríkari, hava fleiri av tingunum fingið sítt fasta pláss heima í raðhúsinum: Billykilin skal liggja á borðinum í vaskikjallaranum, húgvur og handskar í kurvunum við navni á úti í gongini, og hárbustin býr í kurvini undir liðini á speglinum við úthurðina. Hetta havi eg í øllum førum avgjørt – einaferð. Men, kann onkur so svara mær, hví eg á alíkavæl brúki fleiri kortér hvønn einasta dag upp á at leita eftir millum annað billyklum, handskum og hárbust? Nei, tað veit Gud, her má og skal koma betri skil á. Og eg uggi meg við, at við várinum kemur hitin og ljósið, og vónandi eisini orkan til at vaska upp og niður, og at fáa skil á øllum óruddinum, sum hevur hópað seg upp her heima myrku vetrarmánaðirnar Eg sigi bara: Ver vælkomið, Harrans vár.. nú fari eg í gongd! Men fyrst fari eg líííka at fáa mær ein kaffi­ munn og lesa Rákið, tí tað kann ikki bíða... • • • RÁKIÐ – VÁR 2009 Postbox 76, 110 Tórshavn Post@sosialurin.fo REDAKTØRUR Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo BLAÐFÓLK Eydna Skaale Inna Tornroos Rógvi Nybo Eilen Antoniussen Anna V. Ellingsgaard Rigmor Dam MYNDIR Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen LÝSINGAR Tróndur Skaalum lysing@sosialurin.fo ÚTGEVARI Sp/f Sosialurin PERMUMYND Jenny Maria Vestergaard Hár & smyrsl: Karinsa Troyggja: Guðrun og Guðrun Hárprýði: Elvira Thomsen, www.elvirat.com Fæst hjá Events, SMS Vakurleiki: Bládýpið í tínum eygum ………… S. 4 Prát: Tí eru boppur so fantastiskar ………… S. 6–8 Vælvera: Klár til várið …………………… S. 10–11 Prát: Góður stílur osar av sjálvsáliti ……… S. 12–14 Móti: Fýra síður catwalk ………………… S. 20–23 Heimið: Hvør býr í stovunum? ………… S. 26–28 Hús og heim: Boheme til heimið ……… S. 30–31 Vakurleiki: Miniralputur ……………… S. 32–33 Móti: Feminina – hugkot og tips ………… S. 36–37 Netið: Vilt tú hoyra eitt loyndarmál? ………… S. 39 Móti: Fyrsti føroyski mótaportalurin ……… S. 42–43 Móti: Tað nýggjasta …………………………… S. 45 Innihald Ver vælkomið, Harrans vár … S. 12 S. 20 S. 10 S. 22 S. 4 S. 6 S. 36 S. 32 Rigmor