fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Rákið – vár '09
Tá vit hyggja at mótanum fyri vár/summar
09, slepst ikki uttanum bláu sminkuna. Hon er
eitt mást. Fleiri av Hollywood stjørnunum hava
longu tikið tráðin upp, og eru sæddar við
bláari sminku.
Men tað er ikki bara sum at siga tað at
nýta bláa sminku, tí tað er nevniliga ikki
líkamikið, hvussu tú smyrt tær. Ein sterkt bláur
litur dregur nógv uppmerksemi, og má tí vera
perfekt smurdur.
Her eru sjey góð ráð bæði til
hvussu tú skalt, og hvussu tú
ikki skalt gera.
#1: Bláur
eygnaskuggi klæðir
ikki øllum. Vanliga
verður sagt,
at ljóshærdar,
bláoygdar damur
helst ikki skulu
hava bláan
eygnaskugga.
Men í ár – eftirsum
tað er so inn– ber
tað til.
Minst bert til, at tú
ikki skalt smyrja tær sama
bláa lit sum eyguni hava.
Eygnaskuggin skal bróta frá
tínum eygnaliti, annars hvørva
eyguni, og fólk leggja bara
merki til smyrslið.
Heldur tú, at tað er ov nógv
av tí góða við so eyðsýndari
sminku, ber til at nýta ein bláan
eyelinara ella eina bláa mascara
ístaðin.
#2: Hvussu tú smyrt er altavgerandi. Nýt
einans góðar penslar og blenda sminkuna
væl inn í húðina, so eingir skarpir kantar eru
at síggja. Tú kanst eisini spæla við ymsar
bláar litir.
Royn at leggja ein myrkari bláan lit niður
ímóti vippunum og so sterkari blátt longur úti.
Minst til, at tað nýtist ikki at vera elektriskt
blátt fyri at rigga væl. Ein heilt ljósabláur tóni
á eygnalokunum saman við einum skyggjandi
highlitara undir eygnabrúnum kann fáa teg at
síggja fantastiska út.
#3: Nýt tveir litir av bláum, ein myrkan og
ein ljósan. Vel ein mildan, ljósabláan lit til alt
eygnalokið – upp til eygnabeinið- og legg so
ein myrkari bláan lit rundanum eygað sjálvt.
Blenda altíð litirnar væl, tá tú nýtir tveir litir, so
eingir skarpir kantar síggjast.
#4: Far ikki ov høgt upp. Myrkir litir gera
eyguni smærri, og smyr tí aldrin sterkar litir
omanfyri eygnabeinið.
#5: Lat tín svarta eyelinara
liggja og royn ístaðin ein
myrkabláan ella sterkt
bláan eyelinara. Bláu
litirnir geva eina heilt
aðra effekt, og eru
ikki so markantir og
harðir, sum svarti
liturin.
Eru eyguni reyð,
hjálpir væl við bláum
eyelinara, tí hann
upphevjar reyða litin.
#6: Minst til,
at tá tú smyrt
eyguni blá,
skal restin
av sminkuni
vera neutral.
Hav bert
ljóst, neutralt
kinnareytt
og minst til
ALDRIN at
smyrja varrarnar
við sterkum liti, tá
eyguni eru nógv smurd.
Klárt lipgloss er eitt mást, tá tú
hevur bláa sminku um eyguni.
#7: Tað er fullkomiliga bannað at smyrja
sær eygnaskuggar í sama liti sum klæðini!
______________________
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
______________________
Bládýpið í tínum eygum…
Blátt, bláari, bláast… Blá sminka um eyguni er eitt
mást í vár og í summar. Antin bláur eyelinari, blá
mascara ella bláir eygnaskuggar. Allir teir stóru make-
up artistarnir nýttu bláa sminku um eyguni til várfram-
sýningarnar – og tað sama gjørdu fleiri av snið-
gevunum
Fleiri av Hollywoodstjørnunum hava tikið mótan við bláum
eygnaskuggum, til sín. Her er tað sangstjørnan Eve við
sterkum bláum liti um eyguni
Á alheims catwalkum hava bláir eygnaskuggar eisini verið
nógv at sæð. Her eru tað myndir frá vármótasýningini hjá
ávikavist Givenchy og Gucci