fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Rákið – vár '09
Aveda, 20 g.
189 kr/9,45 kr.pr.g.
fæst hjá Monroe við Norðskála
__________________
Lagt til rættis:
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
__________________
Miniralputur –
undurverk fyri húðina
Miniralputur hevur eftir
fáum árum avloyst øll
onnur sløg av putri og
foundation.
Javnari, reinari, natúrligari og betri
fyri húðina. Hesi eru lovorðini,
sum standa at lesa allastaðni, har
miniralputur verður umrøtt.
Miniralputur er eitt fantastiskt og
slóðbrótandi slag av foundation, sum
er eitt fínt og lætt putur, tú verður
púra bitin av. Tað virkar næstan sum
eitt nýtt og fínt lag av perfektari húð,
sum sær púra ósmikað og natúrlig út
á tær.
Næstan øll make-up merki hava
sína egnu røð av miniralssminku við
eygnaskuggum, kinnareyðum og
puturi, ið er nógv tann best umtókta
vøran.
Tey flestu, sum brúka miniral-
sminku, eru samd um, at tað er sera
gott og lætt at brúka. Men tað krevur
eitt lítið sindur av venjing at leggja
javnt á húðina. Tí skalt tú brúka eina
serliga tætta og stutthærda bust,
og leggja putrið á við masserandi
rundum rørslum.
Natúrlig miniralir
Ektað miniralsminka inniheldur bara
reinar natúrligar miniralar, og onki
silikon ella talk er blandað í.
Vanligastu miniralini eru bismuth
oxyklorid, titaniumdioxid, zinkoxid
og mica, sum hava hvør sín
eginleika.
Titaniumdioxid og zinkoxid verja
húðina móti sólini, og zinkoxid er
eisini gott fyri viðbrekna húð.
Bismuth oxyklorid ger, at putrið
heldur sær leingi á húðini og mica
gevur vakra litin.
Ein stórur fyrimunur við miniral-
sminku er, at hon inniheldur ikki
so nógv ymisk sløg av tilfari, ið
sum kunnugt økja um vandan fyri
ovurviðkvæmi.
Í meiri enn 30 ár hevur miniralsminka verið partur av
loynidóminum hjá stóru stjørnunum og gimsteinurin í
beauty-boxini hjá víðagitnum stylistum. Men nú kunnu
vit vanligu deyðiligu tíbetur eisini keypa miniralsminku.
Jane Iredale, 10.5 g.
350 kr/33,30 kr.pr.g.
fæst hjá Athena, Vágur
Max Factor, 10 g.
139 kr/13,90 kr.pr.g.
Fæst hjá Matas, SMS
Youngblood, 10 g.
370 kr/37,00 kr.pr.g.
fæst hjá Cosmeto, Havn