fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Rákið – vár '09
Vit eru seldar!
Vit á Rákinum hava roynt ymisk sløg av miniralputri, sum fáast til
keyps her í Føroyum, og vit eru púra seldar!
Putrið gevur eitt lekkurt, natúrligt og matt teint, sum heldur allan
dagin. Tað er sera drúgt, og tú sært slett ikki sminka út upp á
tann keðiliga mátan. Sum so er lítil munur á merkjunum, men vit
á Rákinum hava kortini fylt sminkupungin við putri frá The Body
Shop og Tromborg. Vert er at leggja til merkis, at stórur munur er
á, hvussu nógv putur, tú fært fyri pengarnar. Tí upplýsa vit eisini
prísin fyri grammið.
3 spurningar um miniralsminku
Hví verður miniralsminka oftast selt sum putur?
Vit hava bara brúk fyri miniralunum, og ikki olju ella haldevni
Hvussu brúki eg miniralputur?
Vanligar langhærdar bustir leggja putrið ójavnt á. Keyp eina stutthærda bust, serliga
framleidd til miniralsminku. Koyr eitt sindur av putri á bustina og massera tað inn í
húðina við rundum rørslum. Kemur ov nógv á kustin, skalt tú heldur busta av niður í
vaskið enn at koyra ov nógv á!
Hvat er tað negativa við miniralsminku?
Krevur eitt lítið sindur av venjing at leggja pent á
Reklamurnar siga:
So reint, at tú kanst sova við tí á!
Í dag er miniralputur so vælumtókt, at vit finna
tað í einum og hvørjum sminkupungi við respekt
fyri sær sjálvum
Dior, 8 g.
299 kr/37,37 kr.pr.g.
fæst hjá Matas, SMS
The Body Shop, 5 g.
235 kr/47,00 kr.pr.g.
fæst hjá The Body Shop, SMS
Tromborg*, 10 g.
399 kr/39,50 kr.pr.g.
fæst hjá Klivanum, Havn
* Varð kosið ársins make-up í Danmark í fjør