fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Rákið – vár '09
Vilt tú hoyra eitt loyndarmál?
Hvønn mánað vitja 3 milliónir fólk heimasíðuna postsecret.com, har
postkort við loyndarmálum hjá fólki verða almannakunngjørd hvønn
mánað.
Heimasíðan byrjaði sum ein listaverkætlan, har heitt varð á fólk
um at prýða eitt postkort og skriva eitt loyndarmál, sum tey ongantíð
høvdu fortalt øðrum.
Higartil hava 180.000 fólk sent loyndarmál til: PostSecret, 13345
Copper Ridge Rd., Germantown, Maryland, 20874, USA. Tú kanst
eisini senda tín loynidóm inn
Dømi um loyndarmál, sum vit kunnu
lesa um á heimasíðuni:
• Tá eg eri súr, koyri eg hár í matin hjá manninum
• Eg gangi altíð í skitnum undirklæðum
• Eg tekni naknar damur í hotel-bíbliur
• Eg viðgangi ikki, at eg eri bøssi, tí eg vil vera forseti
• Brúðarkjólin hjá mammu var mega-ljótur
Mamma mín hevur
eina tatovering á
reyvini.
Hon segði, at eg
aldrin í verðini mátti
siga tað fyri nøkrum.
Ljót er hon eisini
Hvørja ferð, eg koyri við
Cue leiðini, seti eg meg við
vilja við síðuna av løgnasta
persóninum í bussinum í
vón um, at hann ger okkurt
skítsvakt, so eg fái eina søgu
at fortelja vinum mínum
Onkuntíð noyði eg meg at gráta, meðan eg koyri
heim, fyri at síggja reaktiónirnar hjá teimum, sum koyra
framvið
Eg fái
bara
ikki meg
sjálva til
at gera
tað, sum
er rætt
Eg onaneraði við einum løddum
revolvara. Sjeikurin, eg hevði tá, fekk
meg ikki at koma - tað gjørdi løddi
revolvarin
Hendan St. Patricksdagin eru tað trý ár síðani, tú tók
mín moydóm. Eg haldi, at tað var neyðtøka ...
Eg leggi pressað
blomstur inn í
bókasavnsbøkur,
tá eg lati tær inn
aftur
Tess snøggari
tín handskrift er,
tess betri taki eg
mær av tínum
tryggingarskjølum
Eg vildi ynskt,
eg hevði
onkran at tosa
við, sum kundi
sissa meg og
sagt, at tað skal
nokk ganga -
heldur enn at
leypa yvir til
medisinskápið
eftir eini Xanax
Lagt til rættis: Rigmor Dam