fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Rákið – vár '09
Fyri umleið einum
mánað síðani kom
Hennes & Mauritz
Home á marknaðin. Spenningurin hevur verið
stórur, tí fyritøkan hevur leingi arbeitt við einum
internethandli við tingum til heimið.
Hóast H&M Home bara fæst á netinum, eru
tey, sum vit hava prátað við, sera væl nøgd við
vørurnar, sum eru av rættiliga høgari góðsku,
hóast tær eru bíligar. Litirnir eru næstan klárari í
veruleikanum enn á myndunum á netinum.
Hvítt við grafiskum mynstrum, tøl og sentimeturmál
ganga aftur, og kendi teknarin Liselotte Watkins
hevur myndprýtt litfagra partin av kollektiónini,
sum skiftir fýra ferðir árliga. Tíverri sendir H&M
ikki vørur til Føroyar, men so er bara at gera
sum vit á Rákinum: Bílegg til onkran, sum býr
uttanlands, og bið tey taka vørurnar heim við
ella senda tær upp við postinum.
Lat vill-
djórið
vakna
H&M
Home
hittar
Boss Orange Kids
Collection eitur
nýggja kollektiónin
til børn millum 4
og 15 ár. Klæðini,
sum eru inspirerað
úr Afrika, eru
rættiliga øðrvísi,
í ljósum litum og
úr besta tilfari.
Les meira á www.
hugoboss.com
Fitt klæði til børn
frá Hugo Boss
Hugo Boss til børn
Um konan framman fyri
teg sær út til at sveima, er
hon helst í einum MBT-skóm
ella stivlum. MBT stendur fyri
Masai Barefoot Technology,
sum er ein skógvur við rundum
sóli. Umframt at bøta um
kropsburðin, venur hann eisini
rumpuna og beinini og styrkir
liðirnar. Bílegg frá www.
ergo.fo, sum sendir til alt
landið.
MBT-skógvar
styrkir
vøddarnar
í rumpuni,
meðan tú
gongur
Sveima
á
gøtuni
»Staycation» er tað nýggjasta nýggja í USA.
Vegna fíggjarkreppuna hava fólk ikki ráð at
ferðast. Tí er enska orðið vacation skift út við
staycation. Sum orðið sigur, verður frítíðin
brúkt heima í staðin fyri burturi.
Nei, vit sluppu ikki við
skrekkinum. Leopard-
mynstrið fra 80-unum er
enn einaferð heitari enn
heitt.
Í vár kagar leopard-
mynstrið fram alla staðni,
líka frá klæðum til prýði.
So nú er bara at leita villu
síðuna fram.. grrr...
Alt er frá
Hennes &
Mauritz
_____________________
Lagt til rættis: Inna Tärnroos
_____________________