mánadagur 6. apríl 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 6. apríl 2009
5
tíðindi
Øll líkini funnin
Kavarar hava nú funnið tey seinastu líkini av
teimum, sum doyðu, tá ein tyrla datt niður
eystan fyri skotsku strondina seinasta mikudag.
16 fólk vóru í tyrluni, og øll doyðu. Átta teirra
vórðu funnin stutt eftir vanlukkuna, og í gjár
vórðu líkini av hinum átta funnin, sigur bretska
løgreglan. Tey seinastu líkini vórðu funnin, eftir
at vrakið av tyrluni var funnið á umleið 60 favna
dýpi einar 10 fjórðingar úr býnum Peterhead.
Tyrlan, var á veg úr Aberdeen út á Miller-
oljuleiðina, tá vanlukkan hendi.
Tilflytarar skerdan atkvøðurætt
Í grønlandi heldur løntakarafelagsskapurin SIK, at fólk, sum flyta til Grønlands,
skulu búgva har í fimm ár, áðrenn tey kunnu fáa atkvøðurætt til landstings- og
kommunuval. Tað kom fram á landsfundi hjá felagsskapinum um vikuskiftið, og
fundurin samtykti eisini at royna at fáa landsstýrið at taka undir við hugsjónini,
sigur KNR. Eftir núverandi reglum fáa fólk, sum flyta til Grønlands, atkvøðurætt,
tá tey hava búð har í eitt hálvt ár. Formaðurin í SIK, Jens G. Berthelsen, sigur við
kringvarpið, at tað er neyðugt at endurskoða lógina, nú tað kann væntast, at nógv
fólk fara at koma til Grønlands í arbeiðsørindum í komandi árum.
drekkur vatn.
- Hetta ger hann longu
frammanundan, men press
an hevur givið eina mynd
aðra mynd av honum, sum
vit mugu arbeiða fyri at
broyta, sigur Sólrun.
Hóast hon hevur verið
ministarafrúa seinastu árini,
roknar hon við, at leikluturin
hjá forsætisfrúa verður nak
að øðrvísi. Eitt nú verða
fleiri uttanlandsferðir og
meiri umboðan. Hetta fer
sjálvandi eisini at ávirka
hennara borgarliga starv
sum lærari í lesiskúlanum á
Balletskúlanum á Kongaliga
Teatrinum í Keypmanna
havn.
- Men hetta tosaðu vit
longu um, tá eg varð sett í
starv. At eg komi at hava
nakað av fráveru, tí eg eri
kona Lars. Men sjálvandi
royni eg at vera so lítið
burtur sum til ber, sigur
Sólrun, sum kemur frá ein
ari av teimum mest tjóð
skaparsinnaðu familjunum
í Føroyum, sum abbadóttir
Sigurð Joensen, sála.
Elskar Føroyar
Sólrun
Jákupsdóttir
Rasmussen og Lars Løkke
Rasmussen eiga trý børn,
sum øll skilja føroyskt. 19
ára gamla Berg, sum er á
skótaleiðaraskeiði
í
Tunesien í páksaferiu, og
13 ára gomlu Lisu, sum
gongur í 7. flokki, umframt
Símun, 12 ár, sum gongur í
6. flokki. Børnini hava altíð
gingið í lokala kommunu
skúlanum.
- Vit ferðast vanliga heim
einaferð um árið. Mamma
mín, Bergljót av Skarði, er
ófør at halda teimum til
føroyska málið, eitt nú við
at senda teimum bøkur og
annað tilfar á føroyskum,
sigur Sólrun, sum tí við
gongur, at tað verður tosað
nógv danskt heima.
- Her eru so ofta onnur
fólk eisini, at tað tykist
ófólkaligt at tosa føroyskt,
sum hini ikki skilja, sigur
hon, og vísir til ungu au-pair
gentuna úr Russlandi, og
pápa Lars, Jeppe, sum
hjálpir væl til við at halda
havan hjá familjuni við
líka.
Tá Sólrun og Lars komu
saman, var hann ikki so
glaður fyri at ferðast við
henni heim til Føroyar. Men
síðan er hetta batnað. Ikki
minst eftir at tey fingu børn
saman.
- Nú dámar honum líka
væl at koma til Føroyar sum
eg. Har fær hann frið,
sleppur at súkla nakrar
góðar túrar og at vera úti í
náttúruni,
sigur
Sólrun,
sum eisini fegnast um, at
maðurin seinastu árini hev
ur bygt upp ein vinaskarða í
Føroyum, serliga við monn
um
úr
Sambandsflokk
inum.
- Nú er tað soleiðis, at tá
vit eru heima, fer hann sínar
egnu túrar við vinmonn
unum, til dømis til fótbólts
dyst í Gundadali, sigur
Sólrun, sum nú biður meg
bíða við, tí tað pikkar á
dyrnar. Afturkomin greiðir
hon frá, at tað var grannin,
sum kom við blómum og at
ynskja tilllukku við Lars.
- Hetta er eitt gott
grannalag. Ein lítil vegur
við fimm húsum, og so
eitur tað Solbakken, sigur
hon, og vit flenna, tí tað var
júst á vælumtókta kollegiin
um Solbakken í Enghave,
har nógvir føroyingar hava
búð, at Sólrun vaks upp
fyrstu sjey árini, áðrenn
hon flutti til Føroyar at
ganga í 2. flokki.
- Hóast vit hava rættiliga
langa leið inn til arbeiðis
um morgunin, so ætla vit
avgjørt at verða búgvandi
her, sigur Sólrun, sum lovar,
at
familjan
kemur
til
Føroyar at ferðast longu í
summar.
- Árligi summarfundurin
hjá Venstre verður hildin í
Føroyum
miðskeiðis
í
august. So tá koma vit heim
áðrenn, sigur Sólrun, sigur
Sólrun, sum hevur fleiri
støð at vitja í Føroyum.
Barndómsheimið hjá páp
anum í Dáli og húsini hjá
mammuni
og
systkjum
hennara við Gjógv. Og so
heima
hjá
pápanum
í
Klaksvík.
- Og vit gleða okkum
longu at koma heim.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsetisráðharri, í Mykinesi.
Mynd: Privat mynd
Lars Løkke Rasmussen og føroysk vinfólk undir Vestmannabjørgunum
Mynd: Privat mynd