mánadagur 6. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 67 - 6. apríl 2009
- Sjálv sølan um góðkenda
uppboðssøluskipan er ikki
hon, sum ger fiskin nakað
serligt dýrari. Hetta er ein
skipan, har fiskaseljarin
veit, at hann fær peningin at
kalla beinanvegin. Øðrvísi
kann ganga, tá selt verður til
útlendskar keyparar, sigur
Kári Hansen, sum gjøgnum
árini hevur selt nógvan fisk
uttanlands
Nógvir snýttir
Av royndum sigur Kári Han
sen, at tað eru ikki so fáir
fiskaseljarar og skip í Før
oyum, sum hava brent seg
við at selja ella landa
uttanlands.
- Feskur fiskur á eitt nú
skotska marknaðinum er
”day by day” søla, sum
hann rópar tað.
Hann vísir á, at tú kanst
koma á marknaðin við
fiskalast, tá marknaðurin er
góður, og tá kanst tú gera
eina góða sølu.
- Tú kanst koma, tá eitt
”opið hol” er, men tú kanst
saktanst eisini koma dagin
eftir ella nakrar dagar seinni
og gera eina bummsølu.
Kári sigur, at tað eru ikki
allir fiskakeyparar í útland
inum, sum eru líka erligir
– fyri at siga tað pent.
- Sum fiskaseljari í Føroy
um kanst tú saktans fáa
lovað ein góðan prís, men
tá samanum kemur, fært tú
væl minni fyri fiskin. Í
aðrar mátar kanst tú væl fáa
ein góðan prís fyrstu og
aðru ferð, men síðan fellir
prísurin.
Hann sigur, at tað ikki er
óvanligt, at keyparar hanga
seg í eitt ella annað fyri at
trýsta prísin.
- Tú fært kanska at vita,
at fiskurin er ov smáur –
ella at ein partur av veiðini
er ov vánaligur, sjálvt um
hann ikki er tað, leggur
hann aftrat.
Kári sigur seg einki petti
hava ímóti, at treytin við
teimum 25%, sum skip
kunnu landa uttanlands í
hvørjum
fjórðingsári,
verður broytt.
- Hetta er ein marknaður,
sum avmarkar seg sjálvan
– alt eftir marknaðarviður
skiftunum,
har
fiskurin
kemur.
Hann vísir á, at tað so
sanniliga hevur útreiðslur
við sær at selja uttanlands,
bæði
landingarútreiðslur,
siglingarútreiðslur og mista
fiskitíð.
- Sendir tú hinvegin fisk
heilan av landinum, hevur
hetta eisini sínar útreiðslur
við sær, og umframt vanligu
útreiðslurnar við landing,
kassaleigu
og
flutningi,
kanst tú heldur ikki vera
vísur í, at tú fært kassarnar
aftur. Tá hann hetta skjótt
gerast rættiliga kostnaðar
mikið, leggur hann aftrat.
Góð skipan
Kári Hansen heldur, at
Fiskamarknaður Føroya er
størsta frambrot í føroyskari
fiskivinnusøgu í nýggjari
tíð.
- Eg haldi, at vit hava
eina sera vælvirkandi skip
an, sum ei heldur er serliga
dýrkandi fyri tann, sum
selir – ella keypir og selir
heilan fisk.
Hann
sigur,
at
hava
útlendingar so stóran áhuga
fyri
heilum
føroyskum
fiski, hava teir júst sama
møguleika sum føroyskir
keyparar at bjóða upp á
fiskin, sum verður seldur á
netinum. Vilja teir ikki vera
við í kappingini um fiskin á
okkara marknaði, er tað
kanska tí, at teir hava okkurt
í kvittanum. Orsøkin kann
vera, at útlendsku keyparar
nir hava í kvittanum at
”lumpa” føroyskar fiskaselj
arar, sum vit ikki so sjáldan
hava upplivað.
- Eg dugi onga meining
at síggja í, at fiskimálaráð
harrin nú skal leggja upp til
at knúsa hesa skipan, ið
hevur havt so stóran týdning
fyri okkara fiskivinnu, bæði
á sjógvi og landi.
Kári heldur, at úttalilsini
hjá Jacobi Vestergaard eru
púrasta ørvitiskent.
- Hvat vil landsstýrismað
urin í veruleikanum við ætl
aðu broytingunum? Hetta
má vera onkur fólkafloks
ætlan av einum ella øðrum
slagi – og við eini ella aðr
ari ”hensikt”, heldur fyrr
verandi reiðarin og fiska
seljarin.
Smærri virkir
Við Fiskamarknaði Føroya
fingu eisini tey smáu fiska
virkini í Føroyum ein møgu
leika at virka á jøvnum føti
við tey stóru virkini.
- Hetta hevur havt stóran
týdning fyri fleiri fiskafram
leiðarar, sum hava vælrikin
virki, ið hava havt stóran
týdning fyri virksemi og
fyri føroyska fiskafram
leiðslu.
Kári Hansen heldur ikki,
at tað verður nakar vinnari
við avtøku av treytini um
sølu um góðkenda uppp
boðssølu,
tá
óvirkaður
fiskur verður útfluttur.
- Eg dugi soleiðis slett
ikki at síggja, at ætlanin hjá
Jacobi Vestergaard gevur
nakra sum helst meining,
og eg vóni ikki, at hann ger
álvara av sínum ætlanum,
ið kunnu fremjast bert við
eini kunngerð, sigur fyrrver
andi reiðarin og fiskaseljar
in.
Marknaðardagur í Gongugøtuni í Havn
Sunnudagin 24. mai frá kl. 13.00 – 17.00 skipar Margarinfabrikkin fyri marknaðardegi í Gongugøtuni í Havn. Endamálið
við hesum degi er at skapa lív og hugna í miðbýin. Borð verða uppsett omaneftir Gongugøtuni, har fólk hava møguleika
at selja t.d. gomul ting, brúktar bøkur, gomul klæðir, heimagjørdir prýðislutir o.a. Ætlanin er ikki at hava hoppiborg,
karrusell, elastikkspring og líknandi. Leigan fyri hvørt borð er 250 kr.. Hesar 250 krónurnar fara í eina pulju, sum skal
nýtast til spennandi upplivingar fyri børn og ung í Margarinfabrikkini. Peningurin, selt verður fyri, fær seljarin sjálvur. Í
hesum tíðarskeiði verður Gongugøtan stongd fyri ferðslu.- Um tú hevur okkurt at selja, skalt tú senda ein mail til:
fabrikkin@torshavn.fo Í mailinum skalt tú upplýsa, hvat tú ætlar tær at selja, og hvussu nógv borð tú hevur brúk fyri.
Freistin at senda inn mail er mikudagin 20.mai, siga tey á Margarinfabrikkini.