Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ] Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat Brian Kerr kann røkka sum landsliðsvenjari. Men á pappírinum tykist FSF veruliga hava skotið papageykin Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tók sína tíð, og upprunaliga tíðarætlanin var sprongd við tveimum mánaðum. Men tá tað í morgun stóð greitt, hvør verður føroyskur A-landsliðsvenjari í fótbólti, var talan veruliga um eitt spennandi navn, sum stóð á pakkanum. Í Brian Kerr hevur FSF ikki bara funnið ein mann, sum hevur røttu vangamyndina, sum longu í fjør varð teknað av venjaranum. Altjóða profilurin er sanniliga eisini sterkur, og hóast hesin í sjálvum sær ikki skapar nakað lið ella úrslit, so vísir hetta bæði inn- og úteftir, at føroyingar vilja nakað stórt við sínum landsliði. Fakliga tykist heldur ikki vera nakar sum helst ivi um, at talan er um ein kapasitet av teimum heilt stóru. Írland verður vanliga ikki roknað fyri nógv meira enn bleyt evropisk millumvøra, men við at leiða bæði U16- og U18-landsliðini til EM-gull, umframt at vinna HM-bronsu við U21-landsliðnum hevur nýggi føroyski landsiðsvenjarin langt síðani prógvað, hvørjum evni hann er gjørdur úr. Enn skulu sjálvandi dystir spælast, og í løtuni tykist nýggi landsliðsvenjarin at hava rættiliga avmarkaðan kunnleika til føroyskan fótbólt. Fyrsti landsdysturin er bara tveir mánaðir burturi, og einki er at ivast í, at Brian Kerr komandi vikurnar fær út at gera við at hyggja eftir dystum og spælarum, sum kunnu vera evni til landsliðið. Hvussu tann parturin fer at hilnast, síggja vit ikki her og nú. Men ein góð byrjan er ofta fortreytin fyri einum góðum úrsliti, og hóast hann enn ikki hevur heilsað upp á landsliðsspælarar okkara, so hevur Brian Kerr allar fortreytir at gerast ein sannur fongur hjá okkum. Hann hevur royndirnar, hann hevur úrslitini, hann hevur fakligu dygdirnar og hann hevur stóra virðing uttanlands. Og við einum einum skeivum smíli kundu vit so lagt afturat, at hann er ikki føroyingur. Nakað sum kanska var størsti trupulleikin hjá Jógvani Martin Olsen. Líkist eini gávu Sum venjari hjá írska fótbóltslandsliðnum vildi Brian Kerr flyta síðulinjurnar á Tórs­ vølli úteftir. – Tá var eg venjari hjá Írlandi. Nú eri eg venjari hjá Føroyum, so slapp eg at bestemma, gjørdi eg vøllin enn smalari, sigur Brian Kerr Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo So varð teppið loksins lyft. 56 ára gamli Brian Kerr úr Írlandi verður nýggjur føroyskur landsliðsvenjari. Sáttmáli við íran varð undirskrivaður í FSF-húsi­ num í morgun, og tað var ein væl upplagdur Brian Kerr, sum eftir hetta gav sær stundir at tosa við føroysku miðlarnar. Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Brian Kerr er í Føroyum. Í 2004 stóð hann á odda fyri írska landsliðnum, sum vann 2-0 móti Føroyum á Tórsvølli í einum dysti, ið av fleiri varð mettur sum ein tann besti hjá føroyska landsliðnum tey árini, sum Henrik Larsen var føroyskur landsliðsvenjari. Í upptaktini til dystin ta ferðina vann Brian Kerr sær ikki serliga nógv stig á popularitetsstiganum hjá føroyskum fótbólts­fjepp­ar­ um, tá hann førdi fram, at Tórsvøllur av røttum átti at verið nakrar metrar breiðari. Og ein áheitan varð eisini send til UEFA um at geva FSF kravboð um at breiðka vøllin. Sum føroyskur landsliðs­ venjari í dag hevur Kerr tó eina aðra áskoðan. - Tað veldst jú um, hvørj­ um sessi tú situr í. Tá var eg venjari hjá Írlandi, og vit høvdu nakrar sera góðar vengur, sum høvdu fingið fyrimun av einum slíkum stigi. Tað var nú ikki bara eg, men samlaða írska fót­ bóltssambandið, sum sendi áheitan til UEFA. Men í fjølmiðlunum sá tað kanska út til, at tað bara var eg. - Og lat meg bara siga beinanvegin, at eg skilji væl, at føroyingar ikki eftir­ líkaðu ynskinum. Var eg føroyskur landsliðs­venjari, hevði eg helst sett fram ynski um at gera vøllin enn smalari. Tað ræður jú um at vinna tær teir fyrimunir, sum tú kanst. Nú eri eg føroyskur landsliðsvenjari, og eg ætli mær at gera mítt til, at øll mótstøðulið skulu fáa tað trupult her á Tórsvølli, sigur Brian Kerr. Trupult at vinna Sum venjari hjá írska fótbóltssambandinum hevur Brian Kerr rokkið stórum málum. Hann hevur tvær ferðir vunnið EM við U- landsliðum, umframt at hann ta einu ferðina var við til at vinna HM-bronsu fyri U21-landslið. Sum A-landsliðsvenjari lyfti hann Írland upp á eitt 12. pláss á altjóða styrkis­ listanum hjá FIFA, og tí kann tað fyri fleiri tykjast sum eitt stórt afturstig, at hann nú er landsliðsvenjari hjá Føroyum. Nakað sum venjarin sjálvur tó als ikki er samdur í. - Eg gleði meg til avbjóð­ ingina. Tað, sum hevur havt stóran týdning fyri meg, er, at eg síggi, hvussu brenn­ andi føroying­ar sjálvir ynskja at fremja eina menn­ ing. Jógvan Martin Olsen hevur framt eitt sera gott arbeiði seinnu árini, og við teimum ætlan­um, sum nú eru um fótbólts­høll og kanska nýggjan altjóða leikvøll verður arbeitt hart fyri at betra um karmarnar hjá føroyskum fótbólti. - Fyrst og fremst verður tað A-landsliðið, sum eg skal taka mær av, men eg komi sjálvandi eisini at sam­ starva við venjararnar hjá yngru landsliðunum. Alt snýr seg um felags málið, sum er at fáa eitt sterkt landslið og at vinna nakrar dystir. Tað verður ikki lætt, og yvir høvur er tað serstakliga trupult at vinna nakran landsdyst. Men tað er so tað, sum vit fara at royna, segði nýggi føroyski landsliðsvenjarin millum annað í morgun. Tórsvøllur er ov breiður Brian Kerr er her avmyndaður á Tórsvølli mánadagin. Fyri fýra árum síðani hevði hann hug at breiðka vøllin, men nú sigur hann, at tað helst vildi verið best, um strikurnar verða fluttar inneftir Mynd: Álvur Haraldsen Brian Kerr, sum er føddur í Dublin í Írlandi, byrjaði sína yrk- isleið sum venjari í 1983. Í 1986 gjørdist hann venjari hjá St. Patrick’s Athletic, og har starvaðist hann í 10 ár, áðrenn hann fór í starv í írska fótbóltssambandinum. Brian Kerr hevði ábyrgdina av ungdómslandsliðum hjá Írlandi, og úrslitini vóru framúr góð. Bæði U16 og U18 vunnu EM, og tað er ongantíð hent áður ella síðani. Í 2003 fekk Brian Kerr ábyrgdina av A-landsliðnum hjá Írlandi, men sáttmálin varð ikki longdur, tá ið hann gekk út í 2005. Tað var Brian Kerr vónbrotin av. Síðani hevur Brian Kerr verið leiðari fyri Sport Against Rac- ism Ireland, hann hevur verið viðmerkjari í fjølmiðlum, og eitt skifti var hann upp á tal sum nýggjur landsliðsvenjari hjá India. Men hann tók ikki av tilboðnum. Í mars 2007 fór Brian Kerr aftur til St. Patrick’s Athletic, har hann verður mettur sum ein verulig hetja, men hann gavst aftur í starvinum í mai mánaði í fjør. FAKTA um Kerr Føroyskur sigur í Skive Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen spældu allar 90 minuttirnar, tá ið Frem spældi á útivølli ímóti Skive í gjár. Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði álopsspælarin Søren Weibel, tá ið 10 minuttir vóru eftir at spæla. Jón Rói Jacobsen, sum spældi í miðverjuni, fekk gult kort í dystinum. Frem er nú á 9. plássi í donsku 1. deild. Holst vann á Christian Høgna Hvørki Christian Lamhauge Holst ella Christian Høgni Jacobsen vóru á vøllinum frá byrjan, tá ið teirra feløg hittust í næstbestu donsku fótbólts­deild­ ini í gjár. Silkeborg vann heimadystin 2-0. Holst kom á vøllin, tá ið tað restaðu 7 minuttir, men hann náddi at fáa eitt gult kort. Christian Høgni varð settur inn, tá ið 20 minuttir vóru eftir at spæla.