mánadagur 6. apríl 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
apríl 2009
lýsingartilfar
Summarfrí í Danmark
Ferðin byrjar
umborð á Norrönu
Tað hevur týdning fyri Smyril
Line, at kundin verður settur í
hásætið, og at fólk veruliga
merkja at ferðin byrjar, tá ið
Norrøna leggur frá landi.
Í 2009 hevur Smyril Line valt at
gera meira burturúr at lýsa teir
møguleikar, sum eru umborð á
Norrønu, tá ið føroyingar ferðast
til onnur lond í egnum bili.
Fyri at gera umstøðurnar
umborð á Norrønu so góðar
sum møguligt, hevur Norröna
fingið nýggjar góðar
stabilisatorar og tráðleyst
internet til ferðafólkini. Harumframt er taxfree handilin útbygdur,
partar av matstovunum eru umbygdir. Teir nýggjastu filmarnir vera
vístir í biografinum, og undirhald er til børn og vaksin o.s.fr.
Danmark tvær ferðir um vikuna um summarið
Í sambandi við nýggju ferðaætlanina hjá Smyril Line siglir Norröna
tvær ferðir um vikuna ímillum Føroyar og Danmark í summar. Hetta
ger, at føroyingar sum skulu ferðast til Danmarkar og Europa í
egnum bili hava nógv betur møguleikar ferðast, tá ið tað liggur best
fyri hjá teimum.
Siglingarætlanin er einfaldari enn áður, og prísirnir eru júst teir sum
lýst verður við. Vit á Smyril Line hava roynt at gjørt tað so
ómakaleyst sum møguligt at bíleggja frá Smyril Line, ella einari av
ferðaskrivstovunum; 62N, Fonn Flog og Faroe Travel selja nevnliga
eisini ferðaseðlar við Norrønu.
Smyril Line hevur hópin av tilboðum í serliga Danmark, men eisini í
Norðurtýsklandi og Svøríki. Smyril Line hevur serliga lagt seg eftir
at selja familjuvinarligar frítíðardeplar. Frítíðardeplar so sum
Danland, Danparcs og Lalandia. Harumframt hevur Smyril Line
merkt ein vaksandi áhuga ímillum føroyingar at leiga sær eitt
summarhús, m.a. gjøgnum Dansommer.
Tað er upplagt at njóta frælsið, ið ein fær við at ferðast í egnum
bili – og njóta at sleppa undan at draga viðføri, barnavogn og lutir
aftur og fram úr Føroyum. Tað er bara at pakka bilin í túninum,
koyra umborð á Norrönu – hugna sær umborð, og taka viðføri og
aðrar lutir úr bilinum, tá ið tit eru komin til frítíðardepilin ella
summarhúsið.
Vegna Smyril Line vil eg gjarna enda við at siga, at vit gleða
okkum til at síggja nógvar føroyingar umborð á Norrönu í summar -
vælkomin umborð á Norrönu!
Jákup Sverri Kass,
sølu- & marknaðarstjóri
Summarfrí í Danmark
Blaðið »Summarfrí í Danmark« er gjørt til føroyingar, sum ætlar sær til
Danmarkar at ferðast í summarfrí – og er gjørt í samstarvi við Smyril Line. Blaðið
verður borið út saman við Sosialinum og verður eisini at fáa á skrivstovuni hjá
Smyril Line og umborð á Norrønu.