týsdagur 7. apríl 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 68 - 7. apríl 2009
Rodmund Nielsen,
løgtingsmaður, og
Bjørn á Heygum,
løgfrøðingur, leggja nú
navn til eitt sakarmál,
sum kann fáa stóran
týdning fyri 2000-3000
bileigarar í Føroyum
SkráSetingargjald
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroya Rættur er nú um at
drukna av fólki, sum sein
astu tíðina hava latið inn
stevning ímóti TAKS.
Tað eru bileigarar, sum
stevna TAKS fyri at hava
kravt ólógligt mvg av skrá
setingargjaldinum av bilum,
sum vórðu keyptir í tíðar
skeiðnum frá 1. mai 1999
til 27. apríl 2005.
Fyribils hava einir 100 bil
eigarar stevnt TAKS og bila
sølunum fyri at fáa mvg av
skrásetingargjaldinum aftur.
Men hetta er bara topp
urin av ísfjallinum, tí tilsam
ans verður mett, at einir
20003000
nýggir
bilar
vóru keyptir í hesum tíðar
skeiðnum.
Og tað er nógv, sum
bendir á, at næstu tíðina
fara alt fleiri og fleiri bil
eigarar at lata inn stevning
hesa næstu tíðina.
Hetta hendir eftir at tað
fyri stuttum kom fram, at
øll sum keypti nýggjan bil
frá 1 mai 1999 til 27. apríl
2005, hava møguliga goldið
ov nógv í mvg.
Tað kemst av, at bileigar
arnir hava eisini goldið mvg
av skrásetingargjaldinum,
men nú er ført fram, at helst
er ólógligt at krevja mvg av
skrásetingargaldinum.
Og tað er hesin spurning
urin, sum rætturin nú skal
taka støðu til.
Tilsamans verður mett, at
talan er um yvir 100 milli
ónir krónur, sum TAKS
skal hava kravt ov nógv inn
í mvg frá bileigarum.
Kendar
royndarkaninur
Endar hetta við at einir 2000
3000 bileigarar stevna Taks
og føroysku bilasølunum fyri
at fáa mvg aftur, verður at
krevja óendaliga stóra arbeiðs
orku hjá Føroya Rætti. Spurn
ingurin varð umrøddur í
Føroya Rætti í morgun og har
var tað ført fram, at tað verður
so orkukrevjandi at føra øll
sakarmálini, at tað er mein
ingsleyst.
Men av tí at aðaltátturin í
teimum allarflestu málunum
líkist, er semja um, at taka
nøkur fá mál burtur úr rúgv
uni at brúka sum prinsipp
mál í Føroya Rætti.
Og tað kann ikki sigast ann
að enn, at talan er um rættiliga
kendar royndarkaninur, sum
bileigararnir, Føroya Rættur
og Taks hava fingið.
Tað vera nevniliga sakar
málini hjá teimum báðum,
Rodmundi Nielsen, løgtings
manni, og Birni á Heygum,
løgfrøðingi, sum skulu brúk
ast sum prinsippmál í hes
um føri.
Báðir hava teir keypt bil í
hesum føri og báðir hava teir
játtað at leggja navn til eitt
prinsippsakarmál í hesum
føri sum síðani kann brúkast
at viðgera tey allarflestu av
hinum málunum eftir.
Eru onkur frábrigdi í øðr
um málum, verða tey so
viðgjørd so hvørt.
Fleiri ár
Men talan verður helst um
drúgvt rættarmál, tí av tí, at
talan er um rættiliga grund
leggjandi spurningar, verð
ur mett, at málið uttan iva
endar í landsrættinum og
kanska eisini í hægstarætti.
So kann tað taka fleiri ár
at fáa málið avgreitt.
Í rættinum í morgun varð
eisini tosað um, hvør skuldi
rinda sakarmálskostnaðin.
Taks gjørdi púra greitt, at
stovnurin vildi ikki framm
anundan binda seg til at
betala sakarmálskostnaðin.
Men tað gjørdi ongan
mun, tí bæði Bjørn á Heyg
um og Rodmund Nielsen
eru sinnaðir at føra sakina
til tann bitra enda kortini.
TAKS vil heldur ikki víkja
frá fyrningarfreistini í hesum
máli, hóast stovnurin møgu
liga hevur kravt ov nógv mvg
inn frá bileigarum.
Fyrningarfreistin er fimm
ár. Men spurningurin er um
tey fimm árini skulu galda
frá 1999, tá ið fyrstu bilarnir
vórðu keyptir, ella um hon
skal galda frá 2005, tá ið
málið kom undan kavi.
Og so skal tað eisini leggj
ast afturat, at bæði sorin
skrivarin og ein annar
dómari í Føroya Rætti hava
somuleiðis keypt bil í sama
tíðarskeiði og tískil eru teir
ógegnigir at føra sakina.
Av tí sama skal landsrætt
urin nú tilnevna ein uttan
veltaðan dómara at viðgera
sakina og tað fer landsrætt
urin at gera nú.
Rodmund og Bjørn
verða royndarkaninir
Bíða nú
eftir
dóms
valdinum
Tað var í 2005, at tað kom
fram, at øll, sum hava
keypt nýggjan bil frá 1.
mai 1999 til 27. apríl 2005
hava møguliga goldið ov
nógv í mvg av bilinum.
Tað kemst av, at bileigarar
nir hava eisini goldið mvg
av skrásetingargjaldinum,
men nú er komið fram, at
tað møguliga ikki er lóg
ligt at krevja mvg av skrá
setingargjaldinum.
Málið er lagt fyri Skatta
og avgjaldskærunevndin,
sum er hægsti fyrisitingar
ligur
myndugleiki
hjá
TAKS og nevndin er kom
in til ta niðurstøðu, at tað
var ólógligt at krevja mvg
av skrásetingargjaldinum.
Men hesum er TAKS
ikki samt í og tískil er mál
ið lagt fyri Føroya Rætt.
Fær TAKS ikki viðhald
frá
dómsvaldinum,
er
greitt, at talan er um einar
20003000 bileigarar, sum
tilsamans
hava
goldið
einar 120 milliónir ov
nógv í mvg av bilum, teir
hava keypt hetta umrødda
tíðarskeið.
Sjálvstýrisflokkurin
royndi í fjørð at fáa Løg
tingið at samtykkja, at
kom dómsvaldið til ta
niðurstøðu, at TAKS hevði
borið seg ólógliga at,
skuldu øll fáa tað aftur,
tey høvdu goldið ov nógv.
Flokkurin nevndi eisini
møguleikan, at ein grund
til, at málið verður drigið
so langt út, kann vera ein
roynd at fáa tey allarflestu
at fella fyri fyrningarfreist
ini, so at TAKS sleppur
undan at gjalda pengarnar
aftur, hóast dómsvaldið
skuldi komið til ta niður
støðu, at ov nógv er kravt
inn í mvg
Men Løgtingið vildi
ikki samtykkja málið, men
legði tað upp í hendurnar
á hvørjum einstøkum bil
eigara at krevja pengarnar
inn umvegis dómsvaldið.
Bjørn á Heygum løgfrøðingur, vinstrumegin, og Rodmundur
Nielsen, løgtingsmaður, verða nú royndarkaninir í einum
sakarmáli, har einir 100 bileigarar higartil hava stevnt TAKS
Fogh úr Fólkatinginum
Fráfarni forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen hevur
gjørt av at gevast sum fólkatingslimur, so skjótt tað letur
seg gera, skrivar Ritzau. Hann skal eisini frá sum
formaður í Vinstra, og tí starvinum tekur Lars Løkke
Rasmussen við. Anders Fogh Rasmussen tekur ikki við
aðalskrivarastarvinum í NATO fyrr enn tann 1. august,
men hann ætlar sær ikki at sita so leingi í
Fólkatinginumn, sigur hann við Ritzau. Hann sigur tað
vera umráðandi, at hann gevst sum skjótast, so flokkurin
fær høvi til at fremja tær neyðugu broytingarnar.
Danska stjórnin umskipað
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur longu framt
tær fyrstu broytingarnar í donsku stjórnini. Sjálvur var hann
fíggjarmálaráðharri, og tað starvið fær Claus Hjort Frederik
sen, sum hevur umsitið arbeiðsmarknaðarmál. Karen Jesper
sen hevur biðið um at sleppa frá sum ráðharri í vælferðarmál
um, og tann ráðstovan verður nú býtt í tvey. Inger Støjberg,
sum hevur verið politiskt framsøgufólk hjá Vinstra, verður
ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum og javnstøðumálum. Hetta
seinna hevur verið undir vælferðarráðnum. Karen Ellemann
yvirtekur hin partin av vælferarráðnum og verður ráðharri í
innanríkis og almannamálum. Hon er dóttur fyrrverandi uttanríkisráðharran Uffe EllemannJensen.