Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Nr. 68 - 7. apríl 2009 Tann fiskivinnupolitikkur, sum hevur verið førdur seinastu árini, hevur havt eina galloperandi kapitali­ sering við sær, sum neyvan er sædd í aðrari fiskivinnu­ tjóð í heiminum. Hvørja ferð skip eru handlað, so eru somu skip minkað í virði, meðan teir sum hava ognað sær skip­ ini, hava verið noyddir at gjalda meira og meira fyri fiskiloyvið. Hettar veit ein og hvør. Og harafturat hevur tað verið ein góð forætning, at eigarar av gomlun skipum, ístaðin fyri at loysa frá bryggju, hava selt fiski­ dagarnir til aðrar. Hetta tyngir sjálvsagt uppaftur meira um raksturin hjá teimun, sum er í vinnu. Eg skal garantera fyri, at um tað vóru greiðar reglur ídag, har tað ikki var loyvt at selja sjálvt fiskiloyvið, so hevði trolarin Vesturvón framvegis verið heimahoyr­ andi í Sørvági. Hinvegin so skilir ein sera væl, at støðan sanniliga ikki er hugalig hjá teimum monnum, sum hava goldið fyri ikki bara skipið, men eisini fiskiloyvi. Og sjálvsagt er tað eingin polit­ ikkari, sum er áhugaður í at gera støðuna verri hjá teimun. Annars má tað sigast at vera lagnunar speisemi, at meginparturin av hotelvirk­ seminum her á landi hevur tilknýti til fiskivinnuna, og tað havi eg sum so einki ímóti. Sambært fjølmiðlunum so er ein av stóru partaeig­ arnum í Atlantic Airways og Atlantic Petroleum eisini nær knýttur at okkara fiski­ vinnu, og tað havi eg sum so heldur einki ímóti. Tað, sum er eitt sindur marghátt­ ligt, er, at hvørja ferð orða­ skifti stingur seg upp um, at landskassin skal kunna fáa eitt lítið avgjald fyri tað fiskiloyvi, sum er fólksins ogn, so eru altíð røddir frammi um, at eitt avgjald vil beina fyri okkara fiskivinnu. Sjálvsagt er tað politiskt eingin sum helst meining í at taka avgjald frá einum skipabólki, sum gevur hall, tí tá er einki at taka av. Men tað eru hóast alt skipabólk­ ar, sum seinastu nógvu árini tíbetur hava havt eina rími­ liga úrtøku, bæði fyri mann­ ing og skip. Avleiðingarnar av førda fiskivinnupolitikki­ num og lækkandi fiskaprís­ um verða tíverri at fleiri skip ikki hóðra undan, men fara undir tvingsilssølu. Spurningurin er so, um landskassin saman við fíggingarstovnunum kundi funnið eina loysn, soleiðis at tey skip og loyvir, sum fara undir eina tvangssølu, verða niðurkapitaliserað, soleiðis at komandi eigarar, ella fyri tann skuld somu eigararnir, fáa skipini aftur við tí treyt, at fiskiloyvið er ogn Landsins. Annika Olsen hevur fyri ABC­samgonguna lagt uppskot fram á ting um broytingar og dagføringar í donsku revsilógini, ið sum kunnugt er galdandi í Føroyum. Uppskotið er ógvuliga umfatandi, og tað eru serliga tvær greinar sum vekja ans. Jaliga og neiliga. Hálvttriðja ár eftir at Finnur Helmsdal, sáli og Annita á Fríðriksmørk løgdu fram á ting uppskot um broytingar í grein 266b, er slíkt hamskifti farið fram í politisku skip­ anini, at m.a. menn, sum tóku seg úr táverandi ABC­ samgonguni, orsakað av andstøðuuppskotinum hjá floksfeløgum mínum, nú hava stuðlað landsstýris­ kvinnuni í at herða hesa somu grein, og verður hetta gjørt við at seta eitt stk. 2 í greinina. Tað eru Guðs børn, ið batna. Jógv­ an á Lakjuni mutaði eitt sindur ímóti undir fyrstu viðgerð, hótti mjúkliga við at taka seg úr samgonguni, um uppskotið ikki varð tikið aftur tað kvøldið, men tað flutti onki, hann bleiv fullkomuliga ignoreraður, og var annars somikið einsamallur í sínum and­ róðri, at roknast má við, at ómælandi formaðurin í rættarnevndini er ein av eiðsvornu bakkunum hjá Anniku, og hon hevði vall­ að lagt uppskotið fram, um samgongulimirnir í rættar­ nevndini ikki høvdu givið henni carte blanche til at leggja uppskotið fram. Herðingin í greinini er: ”Ved straffens udmåling skal det betragtes som en særligt skærpende om­ stændighed, at forholdet har karakter af propaganda­ virksomhed.” Øll greinin sær annars soleiðis út, nú hon liggur í viðgerð í løgtingsins rættarnevnd: § 266 b. Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år. Stk. 2. Ved straffens udmåling skal det betragt­ es som en særligt skærp­ ende omstændighed, at forholdet har karakter af propagandavirksomhed. Onnur grein í uppskoti­ num hjá Anniku Olsen er §98, og hendan hevur ein meira dramatiskan sub­ stans. Stórthundrað ár eftir at tjóðskaparstríð føroyinga veruliga tók dik á seg, meira enn seksti ár eftir fólkatkvøðuna, har før­ oyska fólkið tók avgerð um, at skipa sín egna stat og meira enn 10 ár eftir, at eitt fullveldislandsstýri á fyrsta sinni proklameraði í sínum samgonguskjali, at nú skuldi føroyski staturin umsíður skipast, kemur núverandi innlendismála­ ráðharrin hjá Fólkaflokki­ num (radikalt sjálvstýri) fram á Løgting við soljóð­ andi uppskoti: § 98. Den, som fore­ tager en handling, der sigter til ved udenlandsk bistand, ved magtanvend­ else eller ved trussel derom at bringe den danske stat eller nogen del af denne under fremmed herredømme eller at løsrive nogen del af staten, straffes med fængsel indtil på livstid. Stk. 2. Efter bestemmel­ sen i stk. 1 straffes også den, som med det nævnte formål iværksæt­ ter mere omfattende sabotage, produktions­ eller trafikstandsning, samt den, der deltager i sådan foranstaltning vidende om, hvortil handlingen sigter. Samanumtikið ger hetta øll tjóðveldis­ og loysing­ arfólk til potentiellar fangar í donskum geglum. Greinin ásetir, at tú verður búraður inni fyri lívstíð, um tú bara hóttir við ætlanum um, at skekla partar av danska statinum úr ríkiseindini. Flokkurin hjá uppskotsstillaranum, sum einaferð var flokkurin hjá Jóannes Bónda og Thorstein Petersen, man ikki halda, at hann longur er innanvert rimamarkið, somikið er hann hvokkin í tjóðskaparstríðnum, men haðani og viljað at seta danskar revsiásetingar í gildið í Føroyum, ið hava til endamáls, at búra tey inni í donskum fongsulsk­ livum, sum framvegis stríðast fyri yvirskipaðum føroyskum tjóðskaparmál­ um, fyri at seta national­ statin sum politiskan karm um tjóðina, tað man vera heimsmet í undanstøkking. Borgarligi fiskivinnupolitikkurin spælt fallitt Sørvágur Frank DaviDsen §98 – endar tjóðskaparstríðið í donskum fongsulsklivum? Tórbjørn jacobsen Páskaheilsan Livandi vón »Tað er fullgjørt!« Og hann boygdi høvdið og gav upp andan. Jóhs. 19,30. Teir, sum vóru við til at taka Jesus av lívi, hildu at nú vóru teir slopnir av við Jesus, teir hildu seg hava vunnið sigur á Jesusi, men teir vórðu gjørdir so dyggiliga til skammar. Gud hevði eina ávísa ætlan við Jesusi og gerningi hansara her á fold. Sum øllum kunnugt vóru menniskjuni rikin út úr Edens aldingarði aftan á syndafallið á sinni, og hurðin var afturlatin og var opnað aftur við Jesusi, tí páska­ morgun reis Jesus úr grøvini og er nú ein livandi frelsari okkara millum. Hetta kunnu so mong av okkum vitna um, sum hava upplivað Jesu uppreisnarkraft í lívi okkara. Hetta er ein veruleiki, hetta er nakað vit hava upplivað sjálv, tann dagin Jesus sjálvur møtti okkum og vísti okkum á seg sjálvan sum frelsara frá synd og ævigum deyða við tað at hann reis upp úr grøvini aftur og er ljóslivandi okkara millum enn í dag. Hetta hevur skapað eina livandi vón í hjørtum okkara, at soleiðis sum Jesus uppstóð, skulu vit eisini rísa upp ein dag saman við honum. Tí kunnu vit av sonnum heilsa hvør øðru eisini hesar páskirnar við hesum orðum: At Jesus livir og vit skulu við trúnni á hann og hansara fullgjørda verk á Golgata fyri okkum. Hvør ein gleði at eiga hesa livandi vónina í hjartanum. Hetta ger at lívið saman við Jesusi ikki er vónleyst, hóast deyða og grøv, ein dag skuu vit rísa upp og vera saman við honum, sum er tann stóri sigurharrin Jesus Kristus. So vil eg ynskja øllum einar gleðiligar páskir í Jesu navni og vil eg enda við einum páskasálmi, sum eg havi yrkt fyri 10 árum síðan, altso til páskirnar 1999. Vónin aldri doyggja kann, Jesus livandi man vera; stóran sigur hann mær vann, eina hann kann undur gera; Jesus livir, eg skal liva, er í orði Guðs alt skrivað. Vónin livandi mær er, birtir lív á hesum foldum, og at hvørt sum tíðin fer, um eg hvíli undir moldum, ævigt lívsins sól man rísa, Jesusi eg tí kann prísa. Vónin ævinlig mær er, tí at Jesus upp er staðin; gleðiboð um heimin fer, um tann sæla páskadagin, tá ið eingil boð man bera, at ei hann í grøv man vera. Vónin birtir lovsagt í mínum hjarta, sál og sinni; undrandi um alla tíð, Jesus mær í hjarta inni; hann mær veitti størstu náði, aldri takka nokk eg fái. Vónin ei til skammar ger, bert eg á Guðs náði líti; undur Guðs alt lív mítt er, ei um nakað annað býti, tí mítt navn í Himli skrivað er, tí Jesus hann man liva. Vónin, páskamorgunstund, tá ið Jesus reis av deyðum, gav hann gleði mær í lund; loysti meg úr synd og neyðum, ævigt lívsins sól man roða, og eg skal mín Jesus skoða. Kjartan Stakksund Páskasálmur Lag: Grøvin sterka rivnað er. Bf. 219 Dk. 160. Fyri tíð síðan skrivaði Sosialurin eina grein, um nakrar russar í Kollafirði. Yvirskriftin á greinini var »Okkara Topaz í Kollafirði« Mistakið var, henda orðing. Leif Erik Niclasen, gullsmiður, hevur somu­ leiðis givið monnunum mat, so teir ikki skulu líða neyð, so leingi teir eru í Føroyum. Men hetta hevur bert verið seinastu tíðina, tí í summar var púra galið umborð. Tí tað er ikki rætt, at Leif Erik Niclasen bara hevur veitt monnunum mat seinastu tíðina. Tað hevur hann gjørt alla tíðina, meðan skipið hevur ligið í Føroyum, men teir manglaðu aðrar lutir. blaðm. Fingu mat frá Leif Eriki www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo