Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 69 - 8. apríl 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag, 8. apríl, eru liðin 100 ár síðani V. U. Hammershaimb doyði. V. U. Hammershaimb er kendur sum faðir­ in hjá skftmáli føroyinga. Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Vit hoyra ofta sagt, at tað var V. U. Hammershaimb, sum gav okkum bókstavin ð, og rætt er tað. Við íblástri frá vinmanni sínum, Jón Sigurðsson, professara og málfrøðingi úr Íslandi, kom hann við hugskotinum um etymo­ logiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva málið soleiðis, sum tað verður framborið. Hammershaimbsættin er gomul í Føroyum. Fyrstur í Føroyum av hesi ætt var langabbi V. U. Hammershaimb, Jørgen Frants de Hammershaimb, sum var føddur í Keypmannahavn 31. okto­ ber í 1688. Hann starvaðist hjá Gablunum, og kom soleiðis til Føroya at verða fúti í 1723. Hann giftist sama ár við danskari konu, og fingu tey tvey børn. Konan doyði tíðliga, og tá giftist Jørgen Frants de Hammershaimb upp­ aftur við Elisabeth Christine Samuels­ datter, dóttir Samuel Pedersen Lam­ hauge, løgmann, í Nýggjustovu í Havn. Tey fingu 13 børn – og eitt teirra var V. U. Hammershaimb, sum eisini var fúti. Hann fekk sonin Jørgen Frants Hammershaimb, sum var Før­ oya síðsti løgmaður, áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816. Jørgen Frants giftist eisini í Nýggju­ stovu í Havn, eins og abbin – við Arm­ gard Mariu Egholm, og fingu tey bæði sonin Venselslaus Ulricus Hammers­ haimb, og dótrina Marie Louise Hamm­ ershaimb, sum var ógift. V. U. Hammershaimb var prestur og próstur í Føroyum. Hann flutti í 1878 til Danmarkar, har hann doyði 8. apríl í 1909, júst fyltur 90 ár. 100 ár síðani V. U. Hammershaimb doyði Á forsíðuni á Sosialinum týsdagin 3. apríl 1984 er ein grein við yvirskrtftini “So fingu vit kelduskattin, og Sjónvarp Føroya var á staðnum”. Í greinini stendur at í gjár (mánadagin 2. apríl), trýsti Torbjørn Poulsen, landsstýris­ maður, á ein knøtt á einum tóli hjá P/F Elektron, og vit fingu samtíðarskatt. Starvsfólkini hjá Elektron høvdu arbeitt hart fyri at fáa skipanina klára til 1. apríl. Undir hátíðarhaldinum hildu m.a. Helgi Fossádal frá Elektron og Pauli Ellefsen, løgmaður, røðu. Týskvøldið 3. apríl kl. 20 sendi Sjónvarp Føroya sína fyrstu royndarsending, sum m.a. var frá hátíðarhaldinum tá ið samtíðarskattaskipanin var tikin í nýtslu. Sjónvarpsfeløgini kring landið høvdu fingið boð frá landsstýinum um at sløkkja sínar sendarar tann 1. apríl, tá Sjónvarp Føroya tók yvir. -red Samtíðarskatturin og Sjónvarpið 25 ár Føðingar 26. mars fingu Jeany og Karl Robert Vang, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4200 gr. 30. mars fekk Heini hendan fitta beiggjan. Hann var 53 cm langur og vigaði 4050 gr. Foreldur teirra eita Eyðbjørg Skaalum og Hallur Augustinussen. 29. mars fingu Durita Rask Mortensen og Bergur Olsen,Keypmannahavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4045 gr. 29. mars fingu Hjørdis Haraldsdóttir Jensen og Hendrik Egholm, Amager eina dóttir. Hon vigaði 3780 gr. og var 55 cm. long. 3. apríl fingu Ása Dánjalsdóttir og Charles J. Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4200 gr. 4. apríl fingu Helen og Heri Pállsson, Norðragøtu, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4350 gr. 4. apríl fingu Eyðbjørn Hansen og Gurli Niclassen, Langasandi, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3050 gr. 4. apríl fingu Randi Vestergaard Hansen og Jóhann Hansen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3950 gr. 5. apríl fingu Birita Rasmussen og Hans Marius Hansen, Leirvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4600 gr. 5. apríl fingu Sóleyð og Danut (Piti) Negru, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3700 gr. 6. apríl fingu Sigrun og Fróði Lassen, Saltangará, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4600 gr. 6. apríl fingu Maj-Britt W. Jacobsen og Erling Jacobsen, Norðragøtu, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. Á ovaru myndini er Sjónvarp Føroya til staðar undir hátíðarhaldinum í sambandi við samtíðarskattin, Jógvan Olsen er tøkningur, meðan Ragnar C. Joensen tekur upp. Á myndin er eisini sjónvarpsstjórin Jógvan Asbjørn Skaale. Á niðaru myndini sæst Torbjørn Poulsen, landsstýrismaður, trýsta á knøttin til samtíðarskattin á einum tóli hjá P/F Elektron Dagurin 8. apríl. Janus. Navnið er ókent í halgimannatali; sipar helst til ein Januaris í Suðuritaliu, sum varð tikin av døgum.Kristian Osvald Viderø doyði hendan dagin í 1991, og V. U. Hammers­ haimb doyði 8. apríl 1909 í Keypmannahavn ­ 90 ára gamal (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)